Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 41 - 27. februar 2006 ‘Koma tit nú at taka myndir av okkara fínu heimagjørdu grýluklæðum?’‘Vit hava sjálvi hjálpt kon- unum, ið ansa eftir okkum, at gera tey!’ Tá Sosialurin kom á gátt í barnagarðsstov- uni ‘Látrinum’, komu børnini erpin renn- andi úr øllum ættum í grýluklæðum í al- skyns skøpum og litum FØSTULÁVINT Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Í barnagarðsstovuni ‘Látri- num’ í Býlingshúsinum Millum Gilja hava konur- nar - Maiken, Jannie, Per- nille og Olivia - arbeitt dúg- liga hvønn dag seinastu tríggjar vikurnar við at gera grýluklæði til øll 20 børn- ini, ið ganga á stovuni. Børnini hava sjálvi valt og hjálpt til at gera búnan, og eru øll nøgd og fegin um hetta arbeiðið: - Fyrr vóru altíð kettur í tunnunum, og tí eitur tann, ið slær tunnuna niður, katt- akongur. Men kettur eru ongantíð longur í tunnu- num, tískil havi eg valt at vera ein ketta á fastalávint í dag. Eg havi eisini hjálpt konunum at gera kettu- klæðini - m.a. stappað ull í halan og oyruni, sigur ein kát genta, meðan hon erpin vísir okkum síni grýlu- klæðir. Vildu vera øðrvísi Hugskotið til at fara í holt við at gera heimagjørdu grýluklæðini kom av fyrst- an tíð fullkomiliga av til- vild, men allar konurnar á stovuni tóku alt fyri eitt undir við hugsanini: - Vit sótu bara og prátaðu um, at vit áttu at gjørt okk- urt annarleiðis og nýtt, nú fastalávint var í hondum. Og so hildu vit eisini, at tað fór at vera heldur keðiligt, um flest øll bara komu í somu keyptu klæðunum. Tað er eisini nógv stuttlig- ari hjá børnunum, tá tey sjálvi hava verið við til at gera síni egnu grýluklæði. Konurnar í barnagarðs- stovuni ‘Látrinum’ vóru ongantíð bangnar fyri, at verkætlanin skuldi ganga illa í hond , og fóru tær eis- ini undir arbeiðið í góðari tíð: - Vit fóru í stundini oman á bókasavnið at lána bøkur við myndum av ymiskum grýluklæðum, síðan peik- aðu børnini á tað, tey vildu vera. Men hóast vit hava nýtt bøkur, er tað tó fyri tað mesta hugflogið, ið hevur rátt. Eisini hava vit verið í Blákrossbúðini og keypt eina rúgvu av klæðum, ið vit síðan hava seymað um, uppí o. t. Men tá okkurt vantaði í, hava foreldrini verið sera hjálpsom og eru komin við ymiskum heim- anífrá. Eingin grýla líka Eingin í barnagarðsstovuni slapp at velja sær eins grýluklæði - t.v.s., at heili 20 búnar hava verið í gerð seinastu vikurnar. Men hóast hetta, hevur eingin klandur verið á stovuni. - Øll børnini vóru frálíka samd: - Tað er nógv stuttligari at vera í heimagjørdum grýluklæðum, og so er eingin á stovuni heldur í somu klæðum, tekur ein lítil smádrongur til undir liðini á mær. Konurnar vælnøgdar Konurnar í ‘Látrinum’ eru allar stak vælnøgdar við verkætlanina og halda í dag, at tað er stuttligt at síggja alt, ið er komið burt- urúr. Tær eru eisini ein- mæltar í, at arbeiðið ikki hevur verið til fánýtis og heldur ikki trupult at skipa: - Serliga er tað stuttligt at síggja, hvussu glað og erp- in børnini eru fyri klæðini. Tey hava í heilum spurt: ‘Hvar eru míni klæði?’ ‘Nær verða tey liðug?’ ‘Kann eg sleppa í tey nú?’ o.s.fr. Og onkuntíð hava vit lovað teimum at royna lidnu klæðini eina løtu. Vit hava eisini alla tíð havt nóg mikið av hugskotum og hjálpt hvørjari aðrari væl. Veðrið hevur um somu tíð verið gott seinastu vikurnar - vit hava verið nógv úti og spælt - og tískil hevur gott pláss verið inni til virk- semið av grýluklæðunum. Stuttligt í barnagarði á fastalávint Øll børnini í ‘Látrinum’ eru á einum máli um, at tað er óføra stuttligt at vera í barnagarði á fastalávint: - Vit sleppa at vera í stutt- ligum klæðum, sláa tunnu, fáa bomm og fastalávints- bollar. Eisini kemur ein ris- astórur pylsuvognur niðan í barnagarðin at geva okkum pylsur, breyð og kettjup. Men í kvøld verður tað so- muleiðis stuttligt, tí tá fara vit øll út at ganga grýla millum húsini og fylla pos- arnar við bommi. Børnini í barnagarðsstovuni ‘Látrinum’: - Vit hava tey fínastu grýluklæðini í Føroyum Børnini stóðu spent í langari bíðirøð og fylgdu væl við, hvussu leikur fór fram við tunnuna<None> Tá tunnan small í gólvið, kavaðu øll børnini um kapp eftir góðgætisposunum í komu úr tunnini Hepni kattarkongurin Dánjal: - Eg eri so sterkur, sló so hart og tí gjørdist eg kattarkongur