Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 41 - 27. februar 2006 Indiaferð Jan Müller jan@sosialurin.fo Millum 30 føroysku vinnu­ lívsfólkini, sum í hesum døgum eru í India er eisini stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen. Men hví fara heilt til India fyri at menna fyritøkuna? Janus Petersen sær hesa ferð bæði yvirornað og meira ítøkiligt. – Tað er fyrst og fremst fyri at fáa eina vitan um altjóðagerðina og tað, sum fer fram í vinnulívinum á altjóða støði í løtuni. Har er India eitt av teimum fremstu londunum, tá tað snýr seg um kunningartøkni og uppgávur av slíkum slag. Sjálvur haldi eg, at tað er rættiliga týdningarmikið, at man skilur tað, sum fer fram í heimsbúskapinum í løtuni og harvið eisini vónandi kann fáa íblástur til, hvat vit kunnu gera í Føroyum. Eitt annað og meira ítøki­ ligt eru so samráðingar, sum bankin hevur við eitt indiskt felag um nakrar ávísar skipanir. So ferðin snýr seg fyri bankans viðkomandi m.a. um at síggja nakrar peningastovnsskipanir, sum bankin hevur áhuga í. Janus Petersen heldur tað vera eitt gott val at fara til India, tí India og Kina eru tikararnir í heimsbúskapinum í løtuni. Til tey, sum kunnu seta spurnartekin við at fara so langt burtur heldur banka­ stjórin, at tað eru væl givnir pengar at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu koma uppá eitt hægri støði. -Hetta er ein ógvuliga seriøsur túr­ur við einum hørðum pro­grammi, har vit koma at ar­beiða einar 12 tímar um dagin, so tað verður ikki nakar lætti­ soppatúrur, tvørtur­ímóti. Eftir vikur í heldur ivasomum arbeiðslag, er aftur greitt, at SEV stjórin møtir aftur til arbeiðis mánadagin SEV dagfinn olsen dagfinn@sosialurin.fo SEV hevur sent tíðindaskriv út, har greitt er, at SEV stjórin heldur fram. Sagt verður:. SEV-stjórin aftur til arbeiðis “Nýggja SEV-stýrið samtykti á fundi í dag at biðja heimsenda stjóran í SEV, Klæmint Weihe, koma aftur til arbeiðis mána­ dagin. Stýrið í SEV hevur eisini tikið stig til at kanna bygnaðin í SEV nærri við tí í hyggju at gera felagsskapin meira nútíðarhóskandi. Í tí sambandi skal leiðslu­bygn­ aðurin eisini við­gerast Nývalda SEV-stýrið samtykti á sínum fyrsta regluliga fundi í dag at taka uppsøgnina aftur, sum undanfarna stýri gav SEV-stjóranum, Klæmint Weihe. Stýrið hevur biðið Klæmint Weihe koma aftur til arbeiðis mánadagin 27. februar. SEV-stýrið finnur ongar haldgóðar grundgevingar í hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum meirilutin í undanfarna stýri læt SEV-stjóranum á fundi 20. januar, tá Klæmint Weihe varð biðin at fara til hús. Sami meiriluti sam­tykti uppsøgnina 13. februar at koma í gildi 20. februar.” verður sagt í tíðindskrivinum. Nýggja stýrið varð valt á eyka umboðsnevndarfundi seinasta fríggjadag, og tá stýrið á fundi beint eftir umboðsnevndarfundin skip­ aði seg, varð eisini samtykt fyribils at seta úr gildi uppsøgnina av stjóranum, sum nú er tikin aftur. John P. Danielsen, deild­ arstjóri fyri fyrisitingina, hevur røkt stjórastarvið, meðan málið um stjóran hevur verið viðgjørt. SEV-bygnaðurin kannast Stýrið hevur eisini samtykt at kanna bygnaðin nærri við tí í hyggju at gera SEV meira nútíðarhóskandi, og tá skal leiðslubygnaðurin í Elfelagnum eisini við­ gerast. SEV-stýrið er av teirri áskoðan, at tað er neyðugt at laga SEV eftir teimum samfelagsbroytingum, sum fara fram, men samstundis er semja í stýrinum um, at felagsskapurin sjálvur saman við sínum eigarum, sum eru kommunurnar, skal taka stig til broytingarnar. Stýrið hevur í dag bið­ ið nevndirnar í Komm­ unusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelagi koma á fund at umrøða spurningin um, hvussu SEV kann broytast og gerast meira nútíðarhóskandi. – Vit vita, at hesin við­ komandi spurningurin verður umrøddur í ymsum kommunum, eins og lands­ politikararnir eisini javnan tosa um málið. Tað hevur týdning, at vit veruliga fáa sett hol á hetta málið, og tí hava vit avgjørt at bjóða teimum báðum komm­ unu­felagsskapunum á fund. Hetta skal fatast sum tað fyrsta stigið í eini broytingartilgongd, sum ætlandi skal setast í verk í samráði við um­boðs­ nevndina fyri SEV, sigur Leivur Hansen, stýris­ formaður. Spurningurin um, hvør skal vera rakstrarleiðari í SEV, var eisini viðgjørdur í dag, men stýrið samtykti at umhugsa málið nærri og taka støðu til tað á stýrisfundi næsta fríggja­ dag, sigur Leivur Han­sen, stýrisformaður, í tíð­inda­ skrivinum. – Hetta er ein væl gjøgnumhugsað ætlan í allar mátar. Hon er ikki tilvildarlig, og hetta er eingin útferð sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú ein sendinevnd við ikki færri enn 30 vinnulívsfólkum er farin til India Indiaferð Jan Müller jan@sosialurin.fo Føroyska sendinevndin, ið telur meira enn 30 fólk umboðandi nógvar ymsar tættir av vinnulívinum, fór við Atlantsflogi til Danmarkar friggjadagin og víðari til India leygardmorgunin. Jó­annes Eidesgaard, løg­ maður, sum stendur á odda fyri ferðalagnum, sigur, at fólkini, sum eru við, eru øgiliga motiverað fyri at fáa nakað burtur úr. Og fólkini umboða eisini eina stóra breidd í føroyskum vinnulívi frá fíggingarfyritøkum til KT fyritøkur av ymsum slag. – Hetta er ikki nøkur politisk ferð men ein vinnu­ lig vitjan, har tað verður miðjað ímóti at skapa vinn­ uni nýggjar møguleikar. Tað er so heldur ikki eitt ókent hugtak aðrastaðni, at tú hevur politikarar og leiðandi persónar við til at lata hurðar upp leggur løgmaður aftrat. Hetta er fyrstu ferð, at Jóannes Eidesgaard stend­ur á odda fyri slíkari sendinevnd. Hann heldur tað eisini vera eina styrki hjá vinnuni at fara saman á slíka ferð heldur enn at fara hvør í sínum lag. Tað er vónandi eisini ein fyrimunur fyri vinnuumboðini at standa saman. Løgmaður ivast ikki í, at vit helst fara at síggja fleiri tiltøk av hesum slag í framtíðini eisini. Indiaferð Jan Müller jan@sosialurin.fo – Vit fara til India við opn­ um sinni fyri at kanna, hvørj­ir møguleikar eru fyri samvinnu sigur ein av teimum tungu luttakaraum á túrinum til India, Magnus Magnussen, stjóri á Tórs­ havnar Skipasmiðju. Hann vísir á, at hann fer ikki til India eftir nøkrum serstøkum men meira fyri at kunna seg um ymsar møguleikar. – Sjálvur haldi eg tað er eitt frálíkt hugskot at skipa fyri slíkari ferð, tí fær tú fatur í teimum røttu fólkunum, so kann tað geva nakað av sær. SEV-Stjórin aftur til arbeiðis Løgmaður um Indiaferð: Ein væl gjøgnumhugsað ætlan Stóra føroyska ferðalagið, her á Hilton gistingarhúsinum í Keypmannhavn tíðliga leygarmorgunin, áðrenn farið varð til New Delhi. Mynd Símun Jóannesarsson. Mynd: Símun J. Hansen Magnus Magnussen, Tórshavnar Skipasmiðja: Fara til India við opnum sinni Fríggjadagin fóru sumleið 30 umboð fyri føroyskt vinnulív á arbeiðsferð til India. Við á ferðini er eisini løgmaður og onnur umboð fyri umsitingina í Tinganesi. Vitjað verður í fleiri býum eitt nú New Delhi, Bangalore, Cochin og Bombay. Har fara fólkini at vitja fyritøkur av nógvum ymiskum slag umframt at løgmaður eisini fer at hitta umboð fyri bæpði fiskivinnu- og uttanríkismál. Ferðalagið verður burtur í einar 10 dagar. India er saman við Kina eitt tað landið, har altjóðagerðin er mest sjónlig, og har vinnulívið í hesum høpi hevur ment seg ómetaliga nógv. Alt fleiri fyritøkur í Vesturheiminum flyta part av sínum virksemi til India fyri harvið at gera meira kappingarførar. Janus Petersen, Føroya Banki: Indiaferð skal geva íblástur