mánadagur 27. februar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2006
19
Nr. 41 • mánadagur • 27. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Kaggin gjørdist
tann drúgvari í
kapprenning við
Klaksvíkar Klubba
um vikuskiftið
Billard
Tíðindaskriv
Kaggin er nýggjur føroya
meistari í billard. Eftir ein
sera spennandi endaspurt
millum Kaggan og Klaks
víkar Billardfelag eydnaðist
tað teimum trimum kagga
spælarunum, Bjarna Skaal
um, Steinbjørn í Dali og
Jan Müller at hála flest stig
heim.
Tá avtornaði fekk Kagg
in 44 stig, Klaksvíkar Bill
ardfelag 38 stig og Havnar
Klubbi 26 stig.
Fingu neyðugu stigini
Kaggin, sum legði sera hart út
í kappingini við at vinna 18-
0 móti føroyameistaraliðnum
úr Havnar Klubba, fekk sera
harða mótstøðu í seinasta
umfarinum móti Klaksvíkar
Billardfelag.
Í dystinum, sum varð
spældur í Havn í dag, skuldu
Kaggamenn hava 4 stig fyri
at gerast meistarar. Teir fingu
6 stig og vunnu harvið gullið.
Klaksvíkar Billardfelag, sum
mátti lúta fyri garvaðu kagga
monnunum, varð mannað
við Kristian Suna Høgnesen,
Sonhard Johannesen og Njál
Reinert Petersen.
FM í mars og apríl
Í kappingini í aðru deild
liggur Billardfelag Kaggans
eisini á odda. Liðið hevur
56 stig. Havnar Klubbi er
nr. 2 við 50 stigum, Vágs
Billardfelag er nr. 3 við 46
stigum, nr. 4 er Klaksvíkar
Billardfelag við 24 stigum
og aftast er Tvøroyrar Billard
felag við 14 stigum.
Føroyameistarakappingin
fyri staklingar verður í mars
og apríl. Innleiðandi umfarið
verður 24. og 25. mars og
finalan 8. apríl í Havnar
Klubba.
Jón Rosenbladvar um
vikuskiftið við í HM
í innandurarógving,
og hann endaði sum
nummar 19 í røðini
av teimum mongu
rógvarunum, sum
vóru við í kappingini
í Boston
Rógving
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eini 200 rógvarar vóru við til
HM-kappingina í Boston um
vikuskiftið. Fremsti føroyski
rógvarin, Jón Rosenblad úr
Lamba, hevði sett sær sum
mál, at hann skuldi náa fram
millum 10 teir bestu rógvar
arnar í kappingini, men tað
skuldi ein heilt serligur inn
satsur til, um hetta skuldi
eydnast.
Jón skuldi sláa sítt egna
met væl og virðiliga fyri
at gera ein av teimum 10 í
toppinum, og tað gekk ikki.
Heimasíðan hjá Havnar
Róðrarfelag skrivar, at Jón
Rosenblad gjørdist nummar
19 í kappingini í Boston, og
hóast tað var nakað væl burtur
frá nummar 10, so var úrslitið
gott, tá ið hugsað verður um,
at eini 200 rógvarar vóru við
í kappingini, sum hann tók
lut í.
Fremsti
norðurlendingurin
Kappingin í Boston var ein
stór kapping, tí heili 1500
úr øllum heiminum vóru við
teimum ymsu bólkunum.
Hetta var áttanda ferðin, at
kappingin varð hildin.
Jón Rosenblad, sum hevur
fingið góð úrslit í kappingum
í Danmark seinastu árini,
er tann fyrsti føroyingurin,
sum tekur lut í HM-kapping
í innandurarógving, skrivar
www.drekin.fo
Vinnarin av kappingini
í Boston gjørdist Gra
ham Benton, sum er úr
Stórabretlandi. Ein ameriku
maður var nummar 2 og
italiumaður nummar 3.
Jón Rosenblad var fremsti
norðurlendingurin í sínum
bólki.
Jón millum heimsins 20 bestu
Kaggin føroyameistari
í billard
Kaggin vann um vikuskiftið liðkappingina í billard. Teir, ið hava spælt við liðnum í ár, eru
Bjarni Skaalum, Steinbjørn í Dali og Jan Müller
Hósdagin kemur ein pól
lendskur spælari til EB/
Streym at royna seg. Rafal
Kwiecinsk er álopssinnaður
spælari, og hann kann
bæði spæla í álopinum og
á miðvøllinum. Hann er
30 ára gamal og kemur í
fyrstu syftu til EB/Streym
fyri at vísa, hvør dugur
er í honum. EB/Streymur
hevði herfyri nigerianska
álopsspælan Joseph Odogu
til royndarvenjing, men
einki spurdist burturúr tí.
Pólendingur til EB/Streym
Tá ið LÍF leygardagin
spældi
venjingardyst
ímóti AB í Leirvík, stóð
ein nýggjur maður við
síðulinjuna og stýrdi LÍF-
liðnum. Hans Fróði Hansen
er spælandi venjari hjá
LÍF, og nú hevur LÍF sett
Ólavur Waag Høgnesen
sum hjálparvenjara hjá
liðnum. Ólavur hevur verið
virkin sum venjari í nógv
ár samanlagt. Hann hevur
serliga vant yngri lið í B36
og KÍ.
LÍF fingið hjálparvenjara
Johan Byrial Hansen og
liðfelagarnir í AC Horsens
hava seinastu vikuna verið
á venjingarlegu í Cadiz í
Spania. Um vikuskiftið
spældi AC Horsens ímóti
pólska liðnum Legia
Warsawa, og Horsens tapti
2-0. Sagt veður, at liðið úr
Póllandi var væl sterkari
enn AC Horsens, og tí var
einki at siga til tapið. Johan
Byrial Hansen var við á
liðnum hjá AC Horsens í
hesum dystinum.
Føroyski landsliðsspælarin
Claus Bech Jørgensen kom
ikki á vøllin, tá ið Coventry
leygardagin vann 1-0 á
Burnley. Adebola skoraði
einsamalla málið stutt eftir
hálvleikssteðgin. Claus
Bech Jørgensen var tikin
út til dystin, og hann var
eykamaður. Bið vóru ikki
eftir honum hesaferð, og tí
kundi hann sita og hyggja
eftir dystinum á beinkinum
allar 90 minuttirnar.
Frem spældi um vikuskiftið
javnleik ímóti svenska
felagnum Helsingborg í
einum av seinastu venjing
ardystunum undan kapp
ingarbyrjan. Jónas Tór
Næss spældi allan dystin
sum vinstri bakkur, og sein
astu minuttirnar var eisini
Atli Gregersen á vøllinum.
Dysturin endaði 1-1, og
tað eru tey í Frem væl
nøgd við. Helsingborg er
eitt sterkt svenskt lið, sum
hevur fleiri góðar spælarar
á liðnum.
Tað hevur ikki gingið nakað
serligt hjá Fremad Amager
seinastu tveir venjingardystir,
og hvør veit, um orsøkin
ikki er, at Andrew av
Fløtum er við landsliðnum
í USA á venjingarlegu.
Fremad Amager spældi
leygardagin venjingardyst
ímóti Hvidovre, og dysturin
endaði við 2-1 tapi.
AaB spældi fríggjadagin
venjingardyst ímóti Randers
FC, og tað eydnaðist at vinna
dystin 3-2. Súni Olsen var á
beinkinum, men hann kom á
vøllin í seinna hálvleik, tá ið
støðan var 2-1 til AaB. Løtu
seinni javnaði Randers FC til
2-2, eftir at AaB hevði verið
á odda 2-0 í hálvleikinum,
men AaB fótaði sær aftur og
fekk sigurin heim við einum
triðja máli. Súni Olsen kom
inn á miðvøllin at spæla í 66.
minutti, og har slapp hann
millum annað at takast við
kenda danska miðvallara
Stig Tøfting, sum nú spælir
fyri Randers.
Byrial tapi til Warsawa
Claus hugdi at
Frem fekk gott úrslit
Fremad tapti
Súni spældi eina løtu