mánadagur 27. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 41 - 27. februar 2006
TB vinnur
silvurstríðið
ÍF fekk ongan
hevnd fyri taptu
steypafinaluna. Og
hjá monnum roynir
Mjølnir enn at
hanga í Fleyr
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn er Dráttur favorittur
at taka meistaraheitið í
bestu kvinnudeildini. Men
TB gjørdi sunnudagin sítt
til, at spenningurin enn
ikki er heilt avkláraður.
Fyrst og fremst, so vóru
tað tó silvurmerkini, sum
stóðu upp á spæl, tá ÍF
og TB endurtóku steypa
finaluna.
Ta ferðina vann TB 3-
1, og úrslitið varð neyvt
hitt sama sunnudagin.
Dysturin var tó nakað væl
harðari hjá TB hesaferð.
ÍF tók fyrsta settið, og
hóast TB síðani tók rest,
so var tað alla tíðina við
spenninginum í hæddini.
Heilt framat TB slapp ÍF
tó ikki, og tí mugu tær
ásanna, at talan í mesta
lagi verður um bronsu í
ár.
Og tað er so heldur ikki
víst. SÍ roynir enn at hanga
í heiðursmerkjarøðini, og
tær vunnu tryggan sigur
á Mjølnir sunnudagin.
Munurin millum SÍ og ÍF
er bara eitt stig, men ÍF
hevur tó tann fyrimunin,
at tær longu hava spælt
móti Drátti tvær ferðir í
endaspælinum.
Mjølnir hongur í
Hjá monnunum hevur
spurningurin fyri tað
nógva verið, nær Fleyr
fer at tryggja sær meistara
heitið.
Tann spurningurin verð
ur tó í fyrsta lagi avklár
aður leygardagin, og nú er
tað so bara Mjølnir, sum
kann hótta oddaliðið.
Mjølnir vunnu sunnu
dagin tryggan sigur á SÍ,
sum hesa ferð mátti vera
nakrar spælarar fyriuttan,
og tað var meira, enn
tunni hópurin megnaði
at bera.
Meistaradeild
kvinnur
SÍ-Mjølnir
3-0
(25-19, 25-23, 25-18)
ÍF-TB
1-3
(25-19, 22-25, 24-26, 24-26)
Meistaradeild menn
SÍ-Mjølnir
1-3
(22-25, 25-23, 22-25, 21-25
Hesa ferð snávaðu
strandingarnir ikki.
Við tryggum sigri á
KÍF hildu teir tvørtur
ímóti fast um plássið
frammi í oddinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
StÍF hevur longu vissað sær
heitið sum steypavinnarar,
men enn er nógv at spæla
fyri. Saman við H71, Kyndli
og VÍF eru strandingarnir
nevnliga við í stríðnum
um tey bæði finaluplássini
í manskappingini í hond
bólti.
Snávaðu ikki
Fram um hini oddaliðini, so
hevur StÍF tó ein trupulleika
at dragast við. Móti veikaru
liðunum hava teir ov ofta
lyndi at snáva, og tí mundu
áskoðararnir ikki vera heilt
álvuligir, hóast KÍF á pappír
inum er ein yvirkomuliga
uppgáva. Tað mundu somu
áskoðarar eisini halda, tá
StÍF í endaspælinum hevði
heimavøll móti KÍF, sum
kortini fór við øllum. Ein
støða, sum mundi endurtikið
seg, tá Neistin seinni vitjaði
á Skála.
Hesa ferð var tó eingin ivi.
Fram til hálvanfyrra hálvleik
gekk annars javnt á, men tá
vertirnir einki mál fingu í eitt
korter, sluppu strandingarnir
veruliga avstað.
Eftir steðgin tóktist talan
ta einu løtuna veruliga at
gerast um sorl, men seinasta
korterið fekk KÍF kortini
pyntað um úrslitið.
Oddaliðini eftir
Sum er, so liggja stranding
arnir hampuliga væl fyri í
royndunum at vinna seg í
finaluna. Men treytirnar
eru tó greiðar undan sein
astu trimum dystunum.
Sum minstakrav, so skulu
fýra stig spyrjast burtur úr
teimum trimum seinastu
dystunum, og tað kann verða
tungt. H71 á heimavølli og
VÍF og Kyndil á útivølli eru í
øllum førum uppgávur, sum
seta stór krøv.
Hinvegin, so eru stór krøv
júst tað, sum strandingunum
hóvar best, og tí skulu teir á
ongan hátt avskrivast, nú sei
nastu og avgerandi dystirnir
í endaspælinum standa fyri
framman.
Kyndil skúmaði við
fullari ferð, tá teir
sunnudagin vunnu
lættliga á grannunum
úr Neistanum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spenningurin var ikki tann
stóri, tá Neistin sunnudagin
tók ímóti Kyndli. Á pappír
inum skuldi talan verða
um avgreiðsluspurning hjá
Kyndli, og tann veruleikan
staðfestu teir eisini heilt
skjótt.
Longu eftir fyrsta korter
inum stóð 3-11 á talvuni, og
so var ballið líka sum búið
hjá Neistanum.
Tað, sum eftir var av dyst
inum, var tað Kyndil, sum
sat við róðurspinnin. Onkra
lítla løtu fekk Neistin mink
að nakað um munin, og við
einum væl leikandi Magnus
Matras megnaðu teir eisini at
halda muninum nakað niðri.
Men nær nøkrum stigi komu
teir ongantíð. Til tess var
styrkismunurin ov stórur.
Neistin hevur annars í
onkrum løtum gjørt ein vørr
móti ovaru liðunum, og bæði
móti VÍF og - serliga - StÍF
hava ungu Neista-menninir
roynst væl. Men tá talan er
um sterkaru liðini, og hesi
ikki fella í grøvina, sum
tað kann vera, tá lið verða
undirmett, so er ikki tað
stóra at gera.
Við sigrinum streyk Kyndil
fyribils upp á oddasessin.
Ein oddasess, sum teir í øll
um førum eiga fram til miku
dagin. Tá spæla H71 og VÍF
sínamillum dystin.
KÍF-StÍF 18-23 (6-12):
StÍF helt
stílinum
Neistin-Kyndil 21-32 (8-14):
Neistin hevði ongan kjans
Daniel Rápa var fyri fyrstu ferð partur av øðrum liði enn tí hjá VÍF. Og tað
man vera lítið at ivast í, at hann er góður styrkur hjá KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍF-StÍF 18-23 (6-12)
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 5(1), Sune Davidsen 3, Damir Oros 3,
Daniel Rapa 2, Petur Martin Poulsen 2, Rógvi Weihe 1, Karl
Johan Djurhuus 1, Arnbjørn Hansen 1
StÍF: Artur Johansen 7(2), Leivur Justinussen 5(1), Sveinur
Justinussen 5, Mortan Hansen 2, Bárður Danielsen 2, Bent
Djurhuus 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 2, StÍF 4
Útvísingar: KÍF 3, StÍF 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Kvinnurnar
vandu
Í vikuskiftisblaðnum
høvdu vit sum vant nøkur
orð um dystirnar, sum
skuldu spælast í bestu
kvinnukappingini hetta
vikuskiftið.
Tað var tó gloppið burt
ur ímillum hjá okkum, at
dystarflytingar hava ver
ið. Kvinnulandsliðið var
nevnliga á Eiðið á venj
ingarlegu um vikuskiftið,
og tí vórðu eingir dystir
spældir.
Vit biðja lesararnar
halda til okkum til góð
ar.
-mørk
Neistin-Kyndil 21-32 (8-14)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 4(2), Birgir Poulsen 3(1), Áki Mørk
3, Tróndur Kragesteen 3, Jóhan Brekkstein 2, Karl Oddmar
Rasmussen 2, Jens Mohr 1, Karl Herup Olsen 1, Rani Slættanes
1, Kári Horn 1
Kyndil: Høgni Klein 7(1), Rókur Akralíð 6, Janus Einar
Sørensen 6(3), Hjalti M. Jacobsen 4, Hans Áki Dal Christiansen
4, Ragnar Stakkstund 3, Hans Arni Thomsen 1, Poul Rói Mohr
1
Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 8
Útvísingar: Neistin 8, Kyndil 4
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen.
FAKTA UM DYSTIN
Áki Mørk er nú aftur á liðnum hjá Neistanum, men
sunnudagin munaði tað kortini lítið
Mynd: Álvur Haraldsen