mánadagur 27. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2006
21
Nú eru vinnararnir í
teimum ymsu Grand
Prix kappingunum í
borðtennis funnir
Borðtennis
Tíðindaskriv
Fimta og seinasta umfar í
árligu Grand Prix kappingini
í borðtennis varð avgreitt í
Havn um vikuskiftið.
Um 80 leikarar í 11 deildum
kappaðust allan leygardagin
í Eysturskúlanum.
Spenningurin var í hásæti
í høllini, har foreldur og
kenningar vóru møtt at
stuðla sínum nærmastu.
Klokkan var næstan eitt,
áðrenn teir fyrstu fimm bólk
arnir vóru lidnir, men enn
kundi samlaða støðan ikki
teljast upp, tí fyrst máttu
teir síðstu seks bólkarnar
eisini avgreiðast. Um fýra
tíðina var so klárt at gera
støðuna upp og vóru tá fleiri
stórar broytingar í samlaðu
støðuni.
Tey yngstu
Hjá smápinkunum og smá
piltunum gjørdist eingin
broyting eftir 5. umfar, har
ávíkavist Anna Mikkjals
dóttur og Hans Jón Jacobsen
bæði úr TBF vunnu.
Har afturímóti gjørdist
meira spenningur í pinku- og
piltadeildini. Hjá pinkunum
kappaðust tvøragenturnar
Marin Brattalíð og Birita
Mortensen um 1. plássið og
gjørdist endin tann, at Marin
vann við 12 stigum meira
enn Birtia. Nr. 3 gjørdist
Sára Hentze eisini úr TBF.
Hjá piltunum var undan
seinasta umfarið avgreitt at
Rasmus Potts og Heini Mort
ensen gjørdist ávíkavist nr.
1 og 2, meðan meira spenn
ingur var um hvør skuldi
gerast nr. 3. Eftir 4. umfar
var Mattias Mortensen á 3.
plássið, 10 stig framman fyri
Patrikk Johannesen, men
eftir at Patrikk endaði trý
pláss frammanfyri Mattias
í dagsins umfari, so fekk
Patrikk bronsu við sínum
samlaðu 610 stigum, meðan
Mattias fekk 600 og endaði
tí á einum 4. plássi.
Spennandi endi
Í smádreingjadeildini vóru
tríggir teir fremstu longu
funnir, men serligur spenn
ingur var enn um, hvør í
skuldi endað á 1. plássið.
Gilli Sørensen og Fróði
Jensen úr TBF kundi báðir
undan hesum umfarinum
vinna gull, men treytin fyri
Gill var, at hann endaði átta
pláss framman fyri Fróða
í dagsins umfarið. Hetta
mundi eydnast honum, men
gjørdist tó akkurát tvey
pláss ov stuttur og tí mátti
hann taka til takkar við
silvurinum, meðan Fróði
fekk gull og Hugin Albinus
bronsu.
Hjá smágentunum var
spenningurin ikki tann stóri,
tí um Rakul Mikkjlasdóttur
skuldi hava nakran sum helst
møguleika at vinna deildina,
so skuldi hon hava 70 stig
fleiri enn Sheila Strøm í dag.
Hetta vildi Sheila tó øðrvísi
og megnaði hon at halda ein
avstand uppá bert 10 stig.
Tískil gjørdist Sheila vinnari
hjá smágentunum við 1200
stigum, meðan Rakul fekk
silvur við 1110 stigum.
Avgerðin var fallin
Í gentu- og dreingjadeildini
vóru næstan allar plasering
arnar avgreiddar áðrenn 5.
umfar og tí var ikki tann stóri
spenningurin har. Tó kundu
bæði Hallur Thorsteinsson
úr Tór og Sjúrður Ferjá úr
TBF røkka einum 3. plássi í
dreingjadeildini. Men av tí at
Hallur fekk eitt 2. pláss í dag,
so streyk hann avstað við
bronsuni, við at fara 20 stig
frammum Sjúrð í samlaðu
kappingini. Hjá Gentunum
endaði Susi Midjord nr. 1,
Joan Thomasen nr. 2 og
Svanna Mortensen nr. 3.
Í meistaradeildini var
heldur ikki tann heilt stóri
spenningurin í, men tó hevði
Fríði Jensen úr TBF, enn
ein teoretiskan møguleika
at stjala gullið frá Peturi
Niclasen úr Tór. Um so var
at Fríði skuldi gera sær nakra
vón um at vinna samlaðu
Grand Prix kappingina í ár,
so skuldi hann vinna kapp
ingina í dag, meðan Petur
skuldi enda á einum 4. pláss
ið. Men hetta var næstan
óhugsandi, eftir at Petur í
ár hevur vunnið heili trý av
fýra umførum, sum hann
hevur luttikið í. Og so var,
Petur vann enn eitt umfar,
meðan Fríði bert bleiv nr.
tvey og tískil rakk hetta bert
til eitt silvurheiðursmerki.
Bronsu fekk Vagnur Nolsøe
úr TBF.
Uttanlands at kappast
Eftir kappingina vóru
steyp latin til nr. 1, 2 og 3 í
hvørjari deild og vóru hesi
eisini boðin til Danmarkar
at luttaka í Brøndby Cup,
sum verður í døgunum 18.
og 19. mars. BTSF hevur
gjørtav á hvørjum ári at
senda trý tey fremstu í
Grand Prix kappingini at lut
taka í alttjóða kapping uttan
lands. Hetta verður mett at
verða ein eyka gularót til
leikararnar, og vónar BTSF
at síggja enn størri kapping
um heiðursmerkjaplássini
í Grand Prix kappingini til
komandi ár.
Næsta kappingin, ið BTSF
skipar fyri er FM fyri yngri
deildir, sum verður í ítrótt
arhøllini í Trongisvági 24.
og 25. mars.
Vinnarnir funnir í borðtennis
Endaliga støðan í Grand Prix kappingini
í borðtennis 2005/2006
Smápinkur
Anna Mikkjalsdóttur, TBF - 330 stig
Durita Jensen, TBF - 270 stig
Lív Øster, TBF - 264 stig
Smápiltar
Hans Jón Jacobsen, TBF - 330 stig
Eyðfinnur Jensen, Royn - 286 stig
David Mortensen, TBF - 230 stig
Pinkur
Marin Brattalíð, TBF - 364 stig
Birita Mortensen, TBF - 348 Stig
Sára Hentze, TBF - 294 Stig
Piltar
Rasmus Potts, TBF - 920 stig
Heini Mortensen, TBF - 750 stig
Patrikk Johannesen, TBF - 610 stig
Smágentur
Sheila Strøm, TBF - 1200 stig
Rakul Mikkjalsdóttur, TBF - 1110 stig
Smádreingir
Fróði Jensen, TBF - 1520 stig
Gilli Sørensen, TBF - 1510 stig
Hugin Albinus, TBF - 1310 stig
Gentur
Susie Midjord, TBF - 1310 stig
Joan Thomasen, TBF - 910 stig
Svanna Mortensen, TBF - 568 stig
Dreingir
Reidar Luid, Tór - 1820 stig
Pætur Albinus, Tór - 1600 stig
Hallur Thorsteinsson, Tór - 1440 stig
Kvinnuunglingar
Marin í Dali, TBF - 1560 stig
Mariann Mikkjalsdóttur, TBF - 1090 stig
Mansunglingar
Ragnar Egilsson, Tór - 1850 stig
Sigurð Carlsson, Tór - 1650 stig
Levi Winther, Tór - 990 stig
Meistaradeildin
Petur Niclasen, Tór - 1970 stig
Fríði Jensen, TBF - 1890 stig
Vagnur Nolsøe, TBF - 1580 stig
FAKTA
Annika Mikkjalsdóttir vann kappingina hjá smápinkum
Marin Brattalíð var best hjá pinkum
Hans Jón Jacobsen vann hjá smápiltum