mánadagur 27. februar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2006
25
Leyst starv
Starvið sum røktarleiðari á Gróðurstøðini (plantu-
skúlanum) hjá Skógrøkt landsins er leyst at søkja til
setan 1. apríl 2006.
Røktarleiðarin virkar undir leiðslu av landsskóg-
arvørðinum, og við tilvísing til hansara. Eftir fyri-
skipan hevur røktarleiðarin um hendi dagligu
praktisku leiðsluna av virkseminum og arbeiðs-
megini, ið hoyrir til Gróðurstøðina. Reglugerð er
fyri starvið.
Vit sóknast eftir umsøkjarum við førleika ájavnt
við støðið í norðurlendsku útbúgvingunum til
jordbrugsteknolog ella til gartnara. Annar við-
komandi yrkiskunnleiki kann tó eisini góðtakast.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
landsskógarvørðin á telefon 310922/210966 ella
við telduposti til: trondur@skogroktin.fo
Skrivlig umsókn, við avritum av próvskjølum,
viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 15. mars 2006. Umsóknin
skal sendast til:
Skógrøkt Landsins
Hvítanesvegur 3 · Postrúm 1174 · 110 Tórshavn
Teldupostur: skogroktin@skogroktin.fo
Skógrøkt Landsins er stovnur undir Innlendismálaráðnum og innur
uppgávur og áhugamál Skógfriðingarnevndarinnar. Stovnurin skal
røkja gamlar og nýggjar viðarlundir og aðrar frílendisuppgávur,
sum hoyra uppí. Somuleiðis rekur stovnurin Gróðurstøðina við
plantualing, plantusølu og arboretvirksemi.
Kunngerð
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við
hesum gjørt kunnugt, at Miðvágs bygdaráð á
fundi tann 14. desember 2005 samtykti at broyta
býarplanin fyri Miðvágs kommunu soleiðis, at
eitt øki Norði í Heiðum, eitt øki á Grímsmørk,
Toftatrøðni, Heimaru Húsatrøð og Uppi í Gerði
og eitt øki Uppi á Brekkum verða broytt frá
B-øki (sethús) til I-øki (landbúnaður). Eitt øki á
Týkarheygatrøðni og Heiðatrøðni og eitt øki á
Leitistrøðni, Nýggjutrøð og Ápramstrøð verða
broytt frá B-øki (sethús) til H-øki (landbúnaður).
Eisini verður eitt øki á Heiðatrøðni broytt frá H-
øki (frílendi) til B-øki (sethús).
Kort, sum vísir broytingina liggur frammi til
alment eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í arbeiðs-
tíðini frá mánadegnum 27. februar til mánadagin
20. mars 2006 - báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu
skrivliga verða bygdaráðnum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 29. mai 2006.
Miðvágs kommuna
Pedagogar
Í Barnagarðinum á Teiginum heima á Sandi sóknast
vit eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 tímar
um vikuna. Størvini, ið setast skulu, eru:
• Eitt pedagogstarv 30 tímar um vikuna í úti-
barnagarðsbólkinum »Lítla Teigi«, har børnini eru
í aldrinum 4-7 ár.
• Eitt 30 tímar pedagogstarv, sum er tíðaravmark-
að, frá 15. mars 2006 til 31. mai 2006 vegna
farloyvi.
Starvið er í vøggustovuni Lítlulon, har børnini eru í
aldrinum 0-2 ár.
Krøvini til tín eru:
• at tú ert fyrikomandi, erligur og hevur góð
samstarvsevnir
• at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í
samráð við børn, starvsfelagar og foreldur
• at tú heldur arbeiði við børnum í ávikavist 0-2 og
4-7 ára aldri vera spennandi og avbjóðandi
• at tær dámar at verða úti í øllum veðri
• at tú dugir at síggja møguleikar heldur enn
avmarkingar
• at tú er nærverandi og dugir at lurta.
Børnini vilja:
• at tær dámar at ganga túrar á fjall og í fjørðu
• at tú dugir ymisk dreingja- og gentuspøl
• at tú dugir at fanga krabbar eins væl og spæla við
Barbidukkur
• at tú dugir at siga søgur
• at tú dugir at spæla fótbólt
Størvnini verða lønt smb. sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at
venda sær til Lailu M. Petersen, stovnsleiðara á tlf.
361750/212751.
Skrivlig umsókn við viðmælum, skal sendast til
Sjálvsognarstovnin
Barnagarðin á Teiginum
FO-210 Sandur.
Umsóknarfreistin er úti 10. mars 2006. Størvini
verða sett 15. mars 2006. Allir umsøkjarar fáa svar.
Sjálvsognarstovnurin
Barnagarðurin á Teiginum
Í okkara barnagarði leggja vit stóran dent á at
børnini eru úti og uppliva náttúruna, umhvørvið
í heimbygdini, lívið í bygdini og at tey hava tað
stuttligt. Børnini skulu hava góðar umstøður
at spæla og mennast í. Tað er okkara ábyrgd at
skapa hesar umstøður. Vit hava góðar møgu-
leikar at nýta fimleikahøll, vøkru náttúruna,
fótbóltsvallir og bókasavn í arbeiðinum.
Stjóri
til
P/f Landingarmiðstøðin
á Tvøroyri
Vit sóknast eftir stjóra til Landingarmiðstøðina á
Tvøroyri.
Starvið er spennandi og skiftandi, men eisini
rættiliga umfatandi og krevst tí, at umsøkjarin
hevur fyriskipanareginleikar og evni at standa
fyri fólki.
Eisini er tað ein fyrimunur at umsøkjarin hevur
førleika til roknskap.
Dámar tær avbjóðingar, vilja vit fegin koma í
samband við teg.
Lønin verður ásett sambært avtalu.
Vinarliga vend tær til Gudmund Mortensen,
nevndarformann á tlf. 371002, um spurningar
ella ivamál eru.
Skrivlig
umsókn
kann
sendast
til
P/f
Landingarmiðstøðin á Tvøroyri, postbox 119, 800
Tvøroyri. Stíla: Gudmund Mortensen.
Umsóknarfreistin er 3. mars, og ætlanin er, at tú
byrjar skjótast gjørligt.
P/f Landingarmiðstøðin á Tvøroyri
P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri ella bara LMT, sum vit kalla
okkum, byrjaði sítt virksemi í januar 2004. LMT fæst við at
landa skip, skilja fisk út til keyparar, pakka fisk til útflutnings, og
annað í hesum sambandi. LMT arbeiðir í tættum samarbeiði við
fiskavirkini í Suðuroynni og Fiskamarknaðin á Toftum. Á LMT
starvast íalt 12 fólk.
Námsfrøðingar
til Barnagarðin á Gásamýru
Vit søkja eftir 2 námsfrøðingum til barnagarðin at
byrja 1. mars ella eftir nærri avtalu.
Størvini eru 35 og 30 tímar um vikuna.
Í barnagarðinum eru 32 børn í aldrinum 3-6 ár.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, sum
er undir uppbygging og tú fært høvi til at seta tín
dám á.
Vit vænta at tú ert:
• kreativ/ur
• fleksibul
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• initiativrík/ur
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran á tlf.
743125.
Umsókn við avritum av pógvum og møguligum
ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi 13. mars 2006 kl. 12.00.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Kappróðrarfelagið
NSÍ
Ársaðalfundurin verður í Neystinum mikukvøldið
15. mars kl. 19.00.
Skrá sambært lógum felagsins. Um fundurin ikki
er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur 1/2 tíma
seinni.
Nevndin