mánadagur 27. februar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 41 - 27. februar 2006
Starvið
Talan er um hálvt skrivstovustarv til setan frá 1.
apríl 2006 ella skjótast til ber, har uppgávurnar í
høvuðsheitinum eru at hava:
• ábyrgd av skeiðsskránni
• ábyrgd av próvtøkuhaldi
• samskifti við studentar
• annars alt vanligt skrivstovuarbeiði
Førleiki
Vit vænta, at tú:
• hevur skrivstovuútbúgving
• hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
• ert ábyrgdarfull/ur og røkin
• hevur góð evni at samskifta og samstarva við
onnur
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði
Løn
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið, 3. flokkur.
Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvum, ævisøgu (curriculum
vitae) og møguligum viðmælum skulu vera NVD í
hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mars 2006.
Umsóknir skullu sendast til:
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
Postrúm 2109
FO-165 Argir
Nærri fæst at vita um starvið við at hyggja at
heimasíðuni www.nvd.fo ella at venda sær til
deildarskrivaran á NVD, Randi Durhuus, á tlf. 35 25 50
ella á teldupostbústað randid@setur.fo
Skrivstovustarv á Náttúruvísindadeildini
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Náttúruvísindadeildina (NVD) á Fróðskapar-
setrinum.
Aðalfundur
í Føroya Arbeiðarafelags
Fráboðaði aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags
verður fríggjadagin og leygardagin 17. og 18.
mars, í B36-húsinum í Gundadali, Tórshavn.
Byrjað verður báðar dagar kl. 10.00.
Dagsskrá sambært lógum felagsins og lógar-
broyting.
Føroya Arbeiðarafelags
Aðalfundur
í Eftirlønargrunni
Føroya Arbeiðarafelags
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 18. mars
kl. 15.00 í B36-húsinum í Gundadali, Tórshavn.
Dagsskrá:
• Sambært viðtøkum grunsins
• Lógarbroyting
Eftirlønargrunnur
Føroya Arbeiðarafelags