Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2006 7 Sandavágur: Á bygdar­ráðs­ fundi í farnu viku samtykti bygdarr áðið at skunda undir, at Vágatunnilin verður skjót­ ari niðurgoldin. Bygdarr áðið í Sandavágs kommunu samtykti nevni­ liga at senda eina áheitan til Vinnumálaráðið og løg­ tingsmenninar í Vágum. Her verður heitt á hesi um at virka soleiðis fyri, at raksturin av Vágatunlinum verður lagdur undir Landsverk, soleiðis at P/F Vágatunnilin bert skal fíggja sjálva íløguna. – Verður tað gjørt, kann tunnilin gjaldast niður skjót­ ari, og sostatt verður eisini skjótari, til frítt er at koyra gjøgnum tunnilin, verður sagt. Á evnisdegi um Vága­tunn­ ilin, sum Vága Kunn­ing­ar­ stova skipaði fyri í farna mánaði, varð hetta hugskotið lagt fram. Nú hevur Sandavágs Komm­una tikið tað upp al­ment og samtykt at senda fyrstu áheitanina til myndugleikarnar um hetta. sb. Tænasta: Landsverk fer nú at bjóða eina nýggja tænastu, har fólk fáa møguleika at fáa tey nýggjastu koyrilíkindini umvegis sms-skipanina. Hesin nýggi upplýsingar­ miðilin fer í fyrstu syftu at veita teimum koyrandi fimm ymiskar tænastur. Hesar fimm tænasturnar umfata koyrilíkindi, kunn­gerðir og ávaringar. Møguleiki er eisini at fáa nærr i upplýsingar um veð­ur­ mátingar og aldu­mát­ingar. Serliga fyri tey koyrandi er her talan um eina henta tænastu. Hon er víðkað so­leiðis, at tann koyrandi nú kann spyrja um koyrilíkindir fyri ávísar vegateinar, ávís økir ella rutur í landinum. Á henda hátt fáa hesi enn neyvari og meira við­ kom­andi upplýsingar um koyrilíkindini beinleiðis inn í fartelefonina ella við at spyrja á heimasíðuni. – Óhugsandi er ikki, at stovnurin fer at koma við fleiri tænastum seinni, verður sagt. sb. Nýggj koyrilíkindi umvegis sms Nú skal verða einfaldari at fáa koyrilíkindi og beint har ið bilførarin er staddur í landinum Vágatunnilin skal gjaldast skjótari Vágatunnilin skal gjaldast skjótari niður, soleiðis at tað verður skjótari ókeypis koyring gjøgnum hann