týsdagur 28. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heimið
2006
8
Gamla kommodan fær nýtt andlit
Vit heittu á Lindu
Laksáfoss, dekoratør,
um at gera gomlu
kommoduna meira
spennandi.
Tekst: Rigmor Dam
Myndir: Jens Kristian Vang
og Álvur Haraldsen
ÁÐRENN
AFTANÀ
Linda hevur málað gomlu 80’ara
kommoduna við blankari máling.
Hon hevur dekuperað toy á síður-
nar á kommoduni, málað hand-
tøkini og lakkað tey aftaná.
Annað hugskot er at dekupera
ella mála smáar myndir av klæd-
napløggum á skuffurnar, so sum
hosur og blusur.
At dekupera merkir snøgt sagt
at líma eina mynd á ein lut og so
smyrja fleiri løg av sonevndum
dekupagulakki á. Hetta gevur eitt
blankt og slætt úrslit.
Gamla kommodan hevur brúk fyri einari andlitslyfting.
Linda Laksáfoss málar kommoduna við blankari
máling.
Knobbarnir eru málaðir hvítir og ein blóma er tekna á teir.
Toy er dekuperað á síðurnar á kommoduni.