Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 42 - 28. februar 2006 At ein fjølmiðlanevnd skal stinga út í kortið reglar fyri, hvat pressan kann og ikki, er burturvið, tí tá kann tað henda, at staturin stýrir miðlunum sigur Bent Falbert, blaðstjóri á Ekstrablaðnum Fjølmiðlaábyrgd Jan Müller jan@sosialurin.fo Bent Falbert, blaðstjóri á Ekstra­blaðnum heldur tað vera gott, at vit í Føroyum ikki hava eina líknandi skip­ an sum tey í Danmark, tí skipanin bara skerjir pressu­ frælsið sum hann málber seg. – Vit hava reglar nokk í Dan­mark. Statsligir reglar fyri hvat pressan má og ikki má er ein løgin sjálvmót­ søgn. Tað átti ikki at komið fyri í einum fólkaræði. Tað kann gott vera, at man skal eina fjølmiðlanevnd, men so skal tað vera frívillugt og ikki nakað, sum staturin stendur á odda fyri. At sama fjølmiðlanevnd skal stinga út í kortið reglar fyri, hvat pressan kann, er burturvið, tí tá kann tað henda, at staturin stýrir miðl­ un­um leggur hann aftrat. Men hann heldur skipanin við fjølmiðlanevnd er til at liva við og vísir á, at borgarar tvs. lesarar klagaðu til fjøl­ miðlanevndina 19 ferðir yvir greinar í Ekstrablaðnum í 2004 men fingu bert viðhald í fýra av málunum. Tað er til at liva við. Sjálvandi gera vit mistøk. Óneyðugt við felags reglum Hann heldur tó ikki, at tað er ikki neyðugt at hava felags reglar fyri allar miðlar. – Eg haldi man gott kann ímynda sær, at tvey bløð síggja ymiskt uppá ymisk viðurskifti. Tey flestu vita, at bløðini kenna hugtakið fairplay. Haldi tað er í lagi, at tað er munur á miðlunum, at onkur liggur til vinstru, onkur til høgru osfr. Lesararnir kunnu so bara keypa tað teimum dám­ ar. Bent Falbert dámar betur, at ónøgdir lesarar kunnu fara beinleiðis til dómstólarnar eru teir ónøgdir við nakað. Tað finst lóg fyri, hvat tú kanst loyva tær í miðlunum, og eru lesarar ónøgdir kunnu teir bara fara til dómstólar­ nar. – Eg eri prinsipielt ímóti einum stovni, sum skal hava eftirlit við pressuni. Man kann brúka dómstólarnar. Men tað er í lagi, at tað finst ein skipan sigur hann og heldur fram: Pressufrælsið ein gáva – Reglar skulu sjálvandi av­spegla tað samfelag man livir í, men latið vera við at gera ov nógvar reglar. So leggja tit bond á pressu­ frælsið, sum er ein gáva. Tað er ikki ein pest, sum tú skal stríðast ímóti. Orðið skal vera frítt eisini til at skelda hvønn annan út. Men ein hørð debat er best í eini ávís, har tann, sum verður álopin, skal fáa møguleika at svara. Tað er har fairness skal vera. Tað skal ikki vera við at tú leggur bond á teg sjálvan, tí man er bangin fyri at blíva hongdur út í fjøl­miðlanevndini. Tað er betri, at tú á einum blað tek­ ur ábyrgdina, heldur enn at tað situr eitt statsorgan og regulerar alt. – Ein fjølmiðla­ ábyrgdarlóg og ein fjølmiðlanevnd eru ein víðkan av pressufrælsinum. Tey medvirka til eina menning av pressufrælsinum, so øll vita, hvat man hevur við at gera heldur blaðstjóri á Politiken Fjølmiðlaábyrgd Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjórin á Politiken, Bo Maltesen hevur eina øðrvísi áskoðan um pressufrælsi og fjølmiðlanevnd enn hansara starvsfelagi á Ekstrablað­ num. Honum dámar sera væl verandi skipan í Danmark og heldur hon kann vera ein av fyrimyndunum fyri eina skipan í Føroyum. – Eg haldi tað er sera týdn­­ingarmikið at hava eina fjølmiðlaábyrgdarlóg og eina fjølmiðlanevnd. Ong­ar skipanir eru feilfríar, og tí er gott at hava eitt org­ an og eitt grundarlag, har okkara kundar og offur, sum kenna seg illa viðfarin av tí vit gera, kunnu klaga til blaðið ella miðilin í fyrsta umfari, og fær tú ikki við­ hald har, so hevur tú møgu­ leika at fara eitt stig víðari, uttan at tað skal blíva til eitt rættarmál, nevniliga til fjøl­ miðlanevndina. Eitt rætt­ armál er dýrt og tekur langa tíð. Ein fjølmiðlanevnd kann móttaka eina klagu frá einum og hvørjum borgara og keldu. Hann fær sína klagu viðgjørda innan fáar mánaðir og fær síðani at vita, antin hann fær viðhald ella at har einki er at fara eftir. Gott við organi Bo Maltesen sigur víðari, at tað er gott er at hava eitt organ, sum borgarar kunnu klaga til um tað ikki hjálpir at klaga til miðilin sjálvan, sum teir meta hevur gingið teimum ov nær. Hann vísir á, tey eru trý óheft bløð í Politikens hus konsernini, Jyllandsposten, Politiken og Ekstra Blaðið. Hesi eru sera ymisk bløð við egnari redaktión og ábyrgd­ arstjórum. So bløðini hava sínaregnar meiningar um spurn­ingar sum hesar. – Tað er eisini náttúrligt, at vit hava ymiskar metingar um hetta, tí vit eru ymisk bløð. Vit hava tó øll áhuga í at gera sakligan og borð­ baran journalistikk. Tað er heilt avgerandi fyri okk­ um, at journalistikkurin er trú­verdugur. Vit kunnu øll gera mistøk og royna at rætta tey. Gera vit tað ikki nóg gott, so er gott, at man hevur ein instans sum fjølmiðlanevndina, ið man sum borgari kann fara til. So tað er heilt náttúrligt fyri at varðveita fjølbroytni í presssuni, at tað finst ein slík skipan at venda sær til. Danska skipanin góð fyrimynd Bo Maltesen mælir til, at vit í Føroyum royna ta donsku skipanina, tó sjálvandi lag­aða til okkara umstøður. Hann vísir á, at tað finnast nakrir óskrivaðir reglar, sum allir journalistar eiga at arbeiða eftir. Út yvir tað hevur tú eina fjølmiðlanevnd, sum ger, at borg­ararnir kunnu klaga um nakað teir eru ónøgd­ir við og so kann tann nevndin geva teimum rætt ella ikki. Hetta er ein einføld skipan, og hon ger eisini, at miðlarnir kanska hugsa eitt sindur meira um, hvat teir gera. – Vit, sum arbeiða í fjøl­ miðl­unum, hava stórt vald og skriva vit nakað skeivt, so kann tað fáa stórar av­leiðingar fyri ein persón t.d. Og fyri tey, sum gera mis­tøk, er eisini gott at hava onkran, sum kann halda okk­ um í oyruni. Tí haldi eg tað er ein fyrimunur at hava eina slíka skipan. Serstakliga har hon fremur sjálvkritikkin. Danski blaðstjórin heldur út frá egnum royndum, at eisini føroyskir brúkarar eiga at fáa henda tryggleika. Tað økir um trúvirðið, og harvið økir tað um trúðvirðið hjá miðlunum. Rættið uppá trupulleikar Roynið eina slíkan skipan. Vísir tað seg so at borgarar­ nir fáa viðhald í nógvum av klagunum, so eigur tað at fáa miðlarnar at taka í egnan barm og vita um tað er nakað, sum eigur at verða broytt. Verða klagurnar nógvar, og tær fáa viðhald, so hevur før­ oysk pressa møguliga nakrar trupulleikar, sum man eigur at hyggja eftir. Eru vit nóg góð til at lurta eftir, hvat mót­ parturin í eini sak meinar og vera fair yvirfyri offrun­um og keldunum er m.a spurn­ ingurin. Bo Maltesen heldur, at at ein fjølmiðlaábyrgdarlóg og ein fjølmiðlanevnd eru ein víðkan av pressufrælsinum. - Eg meti eina fjølmiðlanevnd vera eina menning av pressu­ frælsinum, so øll vita, hvat man hevur við at gera. Fjølmiðlar Jan Müller jan@sosialurin.fo Í hesum døgum liggur upp­skot til løgtingslóg um fjøl­miðla­ábyrgd í løg­ting­ inum. Uppskotið hevur ver­ið áleiðis í langa tíð og er nú lagt fyri tingið. Í granna­londum okkara hava tey ymiskar skipanir og er føroyska uppskotið rætti­ liga meinlíkt tí danska. Herfyri var hoyr­ing í Keyp­ mannhavn, har umboð fyri miðlarnar um­røddu týdn­ingin av eitt nú fjøl­ miðlanevndini (Presse­næv­ net, blaðm.), sum hevur verið ein náttúrligur partur av donsku skipanini í mong mong ár. Pressunevndin, sum tek­ur sær av klagum frá borg­arunum um viðgerð í miðlunum, er partur av lógini um fjølmiðlaábyrgd. Endamálið hjá pressu­ nevnd­ini er gjøgnum góð­ an fjølmiðlasið at verja trygd­ina hjá tí einstaka borg­aran­um mót­vegis fjøl­miðl­unum. Hóast allir dansk­ir fjøl­miðlar koma undir hesa skipan er tað ymiskt, hvussu miðl­arnir meta um týdningin av hesi skipan. Fyri at taka pulsin á nøkrum teirra hitti Sosial­ urin tveir av blaðstjórunum á tveimum av teimum stóru donsku bløðunum, Bent Falbert frá Ekstra Blaðnum og Bo Maltesen frá Politiken. Bæði bløðini hoyra til Politikens Hus konsernina men arbeitt púra óheft. Blaðstjórarnir báðir hava rættiliga ym­isk­ ar meiningar um umrøddu skipan. Lóg um fjølmiðla­ábyrgd løgd fyri tingið Bo Maltesen, blaðstjóri á Politiken mælir føroyingum til at royna fjølmiðlaábyrgdarlóg og fjølmiðlanevnd Mynd Jan Müller Fjølmiðlanevnd økir sjálvkritikkin Staturin má ikki sleppa at stýra miðlunum Bent Falbert, blaðstjóri á Ekstrablaðnum er ímóti ov nógvum reglum í fjølmiðlunum Mynd Jan Müller