týsdagur 28. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heimið
2006
9
Tá hus skulu byggjast
er ein av teimum stóru
avgerðunum hvørji
vindeygu sum skulu
keypast. Her eru nøkur
ráð.
Nakrir av spurningunum, ein kann spyrja
áðrenn vindeyga verður valt eru t.d:
Hvat tilfar skal eg velja? Plast, træ/
mahogny, alu/træ, aluminium, ella
okkurt heilt annað?
Skal tað verða síðuhongt, topphongt,
toppsving, síðustýrt ella toppstýrt?
Hvat er munurin á álímaðum - og
gjøgnumgangandi listum?
Hvat er bjálvingsvirði á glasinum?
Hvussu kann eg samanbera tilboð?
Tilfar
Plast og træ vindeygu eru allarmest seldu
vindeyguni í Føroyum. Tað finnast tó
nógv onnur sløg av tilfari til vindeygu.
Træ/mahogny er eitt natúrligt tilfar, ið er
”heitt” og sera snøgt. Tá talan er um boðar
og útskeringar, eru størri møguleikar við
træ/mahogny enn við plast. Rættiliga
stórur munur er á, hvussu ofta træ/
mahogny skal viðlíkahaldast. Tað er
m.a. treytað av, um tað er veðurhart, har
vindeyga stendur, viðgerðina vindeyga
hevur fingið frá byrjan og góðskuna á
trænum.
Plast krevur ikki nógv viðlíkahald,
men ber orð fyri at verða ”kalt”. Nógv
verður tó gjørt við plast fyri at fáa hetta
at líkast træ so nógv sum gjørligt. Plast-
vindeygu eru annars betrað nógv tey
seinastu árini.
Lata vindeygu upp
Fyri at siga tað einfalt eru tveir mátar at
lata vindeygu upp. Tann nýggi og tann
gamli.
Tann gamli mátin eru síðuhongt og
topphongt. Tvs at eitt hongsul, sum situr
uttan á karminum. Tann nýggi mátin er
toppsving, síðustyrt ella toppstyrt. Hesi
besløg sita millum vindeyga og karm.
Besløgini gera vanliga. at til ber at vaska
útsíðuna við at koppa vindeyga allan
vegin runt.
Listar – álímaðar ella
gjøgnumgangandi
Álímaðir listar verða gjørdir sera ymiskt
frá framleiðara til framleiðara. Summir
seta bert listar á útsíðuna, aðrir seta listar
bæði á útsíðu og innsíðu, og uppaftur
aðrir fara so langt sum at seta aluminium-
listar inn í glasið millum listarnar, so at
ikki ber til at kaga niður millum inn-
og útlistan og harvið fáa staðfest um
listarnir eru álímaðir ella ikki.
Bjálvingsvirði
Bjálvingin á vindeygunum er rættiliga
góð í dag. Flestu vindeygu hava tað, ið
kallast super lágorkuglas. Hetta glas
hevur eitt bjálvingarvirði, ið kallast U
1,1. Eitt vindeyga við einkultum glasi
hevur uml. U 9,0 og vanligt termoglas
hevur eitt bjálvingsvirði uppá U 2,7.
Munurin á vanligum termoglasi (U 2,7)
og super lágorkuglasi (U 1,1) svarar til
16 L av olju pr. kvm glas um árið.
Prísur
Tað er sera torført at samanbera tilboð/
prís, tá tað kemur til vindeygu. Tað
er stórur munur á, í mun til hvussu
vindeyguni verða framleidd.
Spurningar um træ-vindeygu kunnu
kanska vera: er tað viðgjørt ella
óviðgjørt? er drypplistin úr aluminium
ella træ? er tað framleitt úr kjarnutræ ella
vanligum træ? eru nýttir gummilistar ella
er tað hondfuga? hvar sita seymirnir?
osfr.
Kelda: Import
Vel rætta vindeygað