týsdagur 28. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2006
9
UTTAN ÚR HEIMI
Dømdir eftir ferjuvanlukku
Ein dómstólur í Grikkalandi
hevur dømt skiparan og
yvirstýrimannin á ferjuni
”Express Samina” ávikavist
16 og 19 ára fongsul, og
tríggir aðrir av manningini
skulu sita ímillum átta ár
og 15 mánaðir í fongsli.
Skiparin og yvirstýri
maðurin vórðu dømdir fyri
dráp og onnur lógarbrot í
sambandi við vanlukkuna,
tá ”Express Samina” fór
á land á oynni Paros í
Egearahavinum fyri seks
árum síðani. Vanlukkan
kravdi 80 mannalív. Hinir
av manningini vórðu dømd
ir fyri onnur brot. Eitt nú
var onkur farin av skipin
um uttan at hava fingið tað
neyðuga loyvið frá skipar
anum.
Rætturin dømdi eisini tvey
starvsfólk hjá reiðarínum
fýra ára fongsul fyri grov
brot á trygdarreglurnar við
ferjusigling. Í úrskurðinum
stendur, at skipið var í for
svarligum standi, men
at hvørki manningin ella
reiðaríið hildu galdandi
trygdarreglur.
Myrdu býráðslimir
Vápnaðir uppreistrarmenn
myrdu mánadagin átta
býráðslimir, sum hildu
fund á einum gistingarhúsi
har suðuri í Kolombia. AP
skrivar, at álopsmenninir
vóru í løgreglubúna, og tí
óraði eingin ilt, tá teir komu
inn á gistingarhúsið.
Álopið var í býnum Ri
vera, sum FARC fyrr hevði
valdið í, men sum stjórnar
herurin nú hevur ræðið á.
Kolombisku myndug
leikarnir siga, at álops
menninir vóru úr upp
reistrarfelagsskapinum
FARC, og Alvaro Uribe,
forseti, fordømdi álopið.
Hann kallaði FARC ein
yvirgangsfelagsskap og
segði, at stjórnin fer at
halda fram við bardaganum
ímóti yvirganginum. Alvaro
Uribe vanmn seinasta for
setavalið, tí hann lovaði
at gera enda á ófriðinum í
Kolombia.
Átak ímóti pedofilum
Í amerikanska statinum
Mississippi eru myndugleik
arnir farnir undir eitt átak,
sum er ætlað at verja børn
og ung ímóti kynsligum
ágangi.
Átakið hevur vakt ans, tí
millum annað hava mynd
ugleikarnir gjørt av at
almannakunngera stórar
myndir av fólki, sum eru
dømd fyri kynsligan ágang
ímóti børnum og ungum.
Myndirnar verða settar á
stórar plakatir, sum síðani
verða hongdar fram við
høvuðsvegunum.
Í nógvum amerikonskum
statum hava fólk atgongd til
upplýsingar um fólk, sum
eru dømd fyri kynsligan
ágang ímóti børnum og
ungum, og í Texas kunnu
fólk fáa slíkar upplýsingar
á alnótini.
Myndugleikarnir vilja
vera við, at hetta virkar
fyribyrgjandi, men fleiri
felagsskapir vísa á, at
tað er skeivt at forfylgja
fólki, sum hava fingið
dóm, og sum hava sitið í
fongsli fyri brotsverkið.
Felagsskapirnir siga, at
átøk sum tað í Mississippi
gera tað uppaftur truplari
hjá teimum dømdu at
byrja eitt nýtt og betri lív.
Í amerikanska statinum
Mississippi eru myndugleik
arnir farnir undir eitt átak,
sum er ætlað at verja børn
og ung ímóti kynsligum
ágangi.
Átakið hevur vakt ans, tí
millum annað hava mynd
ugleikarnir gjørt av at
almannakunngera stórar
myndir av fólki, sum eru
dømd fyri kynsligan ágang
ímóti børnum og ungum.
Myndirnar verða settar á
stórar plakatir, sum síðani
verða hongdar fram við
høvuðsvegunum.
Í nógvum amerikonskum
statum hava fólk atgongd til
upplýsingar um fólk, sum
eru dømd fyri kynsligan
ágang ímóti børnum og
ungum, og í Texas kunnu
fólk fáa slíkar upplýsingar
á alnótini.
Myndugleikarnir vilja
vera við, at hetta virkar
fyribyrgjandi, men fleiri
felagsskapir vísa á, at
tað er skeivt at forfylgja
fólki, sum hava fingið
dóm, og sum hava sitið í
fongsli fyri brotsverkið.
Felagsskapirnir siga, at
átøk sum tað í Mississippi
gera tað uppaftur truplari
hjá teimum dømdu at byrja
eitt nýtt og betri lív.
Fornfrøðingar halda
seg hava funnið ein
indonesiskan bý, sum
hvarv undir øsku og
gróti í einum gosi
fyri næstan 200 árum
síðani
Fornfrøði
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Gosið úr Mount Tambora
tann 10. apríl í 1815 er tað
størsta, sum menn vita um at
siga. Fjallið sendi umleið 400
milliónir tons av svávulsýru
upp upp í atmosferuna, og tað
hevði við sær, at summarið
í 1815 gjørdist tað kaldasta
nógvastaðni í heiminum.
Í Miami í USA var frost í
juni og juli, og vínakrarnir í
Fraklandi og Týsklandi bóru
onga frukt tað árið.
Tann størsti skaðin var
kortini á indonesisku oynni
Sumbawa, sum varð løgd
undir ovurtjúkk løg av øsku
og gróti. Alt livandi á oynni
doyði, og hildið verður, at
gosið kravdi umleið 80.000
mannalív.
Nú hava fornfrøðingar hjá
einum lærdum háskúla í
USA funnið mannabein og
ymsar lutir á oynni, og teir
ivast ikki í, at teir eru komnir
niður á høvuðsbýin, sum
eina ferð var á Sumbawa.
Haraldur Sigurðsson, sum
stendur fyri kanningunum,
sigur við AP, at helst hava
umleið 10.000 fólk búð í
býnum, tá hann bleiv lagdur
undir heilt sum Pompeii á
sinni.
Tíðliga í 19. øld høvdu
bretskir og franskir vísinda
menn fingið áhuga fyri
fólkinum á Sumbawa, tí tey
tosaðu eitt mál, sum eingin
annar tosaði. Men hetta bleiv
ongantíð kannað, tí gosið
beindi fyri øllum á oynni.
– Málið varð útruddað,
men vit royna at fáa hesi fólk
ini at tosa aftur við at grava
tey undan, sigur Haraldur
Sigurðsson við AP.
Bara ein triðingur
av amerikanarunum
siga seg vera nøgdar
við forsetan. Upp
aftur verri er við
varaforsetanum
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri einum mánað síðani
søgdu 42 prosent av ameri
kanarunum, at teir vóru
nøgdir við George W. Bush,
forseta og tað arbeiðið,
sum hann gjørdi, men tann
seinasta mánaðin er umdømi
hansara versnað nógv.
Ein kanning, sum sjónvarp
ið CBS almannakunngjørdi
í gjár, vísti, at nú eru bara
34 prosent nøgd við forsetan
og politikk hansara. So illa
umtóktur hevur forsetin ikki
verið síðani í oktober, tá 35
prosent søgdu seg styðja
hann. Tað var beint eftir,
at ódnin ”Katrina” hevði
herjað teir syðru statirnar,
og júst sum verjumálaráðið
hevði boðað frá, at kríggið í
Irak hevði kostað meiri enn
2.000 amerikonskum her
monnum lívið.
Eygleiðarar siga, at nógvir
amerikanarar eru ávirkaðir
av gongdini í Irak, og at tað
ger sítt til, at forsetin er so
illa umtóktur. Eitt annað
mál, sum ørkymlar fólk, er,
at Bush hevur latið eitt felag
í Dubai umsita amerikanskar
havnir, sjálvt um kanningar
vístu, at 70 prosent av ameri
kanarunum vóru ímóti tí.
CBS sigur, at tann einasti
glottin hjá Hvítu Húsunum
er, at amerikanararnir bera
yvir við Dick Cheney, vara
forseta, sum var so óheppin
at raka ein vinmann á einari
veiðiferð í Texas herfyri.
Men tað er lítil uggi í hesum,
tí sambært kanningini hjá
CBS eru bara 18 prosent av
amerikanarunum nøgdir við
varaforsetan.
Fyri fyrstu ferð fær
Jamaica eina kvinnu
til stjórnarleiðara
Jamaica
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fólksins Tjóðskaparflokkur
í Jamaica hevur valt ta 60
ára gomlu Portia Simpson
Miller til floksformann, og
tað ber í sær, at hon tekur
við sum forsætisráðharri
um nakrar vikur. Verandi
forsætisráðharrin, P. J.
Petterson, hevur kunngjørt,
at hann leggur frá sær eftir
14 ár í embætinum.
Á floksformansvalinum
sunnudagin vann Portia
Simpson Miller á ráðharran
um í trygdarmálum, Peter
Phillips. Tey flestu væntaðu,
at hann fór at vinna, men
mong hava funnist at honum,
tí hann hevur ikki megnað
at steðga í altsamt veksandi
harðskapinum í landinum.
Sambært BBC doyggja
umleið 4.000 fólk á hvørjum
ári av harðskapi, men Portia
Simpson Miller lovar, at nú
skal vend koma í.
Ein kvinna skal stýra Jamaica
Jarðaður býur undan kavi
Umdømið hjá Bush í botni
Nú er Bush, forseti, so illa umtóktur í heimlandi sínum sum ongantíð fyrr
Mynd: Reuters