Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Heimið 2006 Vinnulív Laila Hentze, stjórið Televarpið Laila Hentze er 33 ár og stjóri á Televarpinum. Hon og maðurin Jóan Petur keyptu húsini fyri einum ári síðani og hava búð har síðani. – Vit hava ikki gjørt nógv við húsini, bara málað. Húsini eru bygd í 70’unum og eru 270 fermetrar til víddar. Stovumøblarnir eru ein bland- ing av nýggjum og gomlum. Møblarnir, tey hava keypt nýggjar, eru tíðarleysir, heldur Laila. Fýra persónar og Hvør býr hvar? Fýra kendir føroyingar úr ymiskum tættum í samfelagnum – ein ítrót- tarmaður, ein politikkari, ein stjóri og eitt listafólk vísa okkum stovur sínar. Vita og gita, hvør býr hvar? Ikki lúra á næstu síðu, har tú fært svarið. Mentan Astrid Andreasen, listakvinna Astrid Andreasen arbeiðir á Nátturagripasavninum og sum listakvinna. Hon býr í einum 110 ára gomlum húsum saman við manninum og soninum David. Tey hava búð í húsinum síðani 1989. Húsini eru 180 fermetrar. Astrid sigur sjálv, at hon hevur samlaramani, so nógv av tí, sum er í stovuni, er tílíkt, sum hon samlar uppá. Møblar og annað hava hon og maðurin keypt fyri lítið og lætt á ferðum kring knøttin. – Nógv av stovuni er inspirerað av djórum, sigur Astrid. Tekst: Inna Tørnroos Myndir: Jens Kristian Vang og Álvur Haraldsen