Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 42 - 28. februar 2006 Tað er spennandi, at Løgmaður við fylgi ferðast í India í hesum døgum. India er heimsins fólkaríkasta demokrati, og summi øki í India t.d. Bangalore eru millum skjótast vaksandi menningarøki í heiminum. Nógvar KT uppgávur verða lagdar í hesum øki, og loysa teir esini uppgávur sum til dømis grannskoðanararbeiði fyri amerikanskar fyritøkur. Gongdin, har indiskar fyritøkur samstarva við vesturlendskar fyritøkur, er, um vit vilja tað ella ikki, tiltakandi. At Føroyar ikki hevur stórvegis samband við India í dag er ikki orsøk til at setast aftur, heldur tvørturímóti, tí somikið størri er potentialið. Um so er, at handilsforðingar eru í løtuni í okkara samhandli við India, so er at fara í holt við hetta sum eina avbjóðing, sum skal loysast, heldur enn at setast aftur og falla í gomlu rilluna, um at einki ber til uttanfyri bøgarðarnar. Tá Løgmaður fer ein sovorðnan túr, so vilja tað altíð vera tey, ið karakterisera eina og hvørja ferð hjá løgmanni sum óneyðuga. Hetta er rættiliga serføroyskt. Onkur fer helst at kanna, hvat ein billett til India kostar, og so verður tað niðurlagið, tí tað er ikki bíligt at ferðast so langa leið. Hetta er annars ikki fyrsta ferða til India hjá einum løgmanni. Atli Dam sáli var í India í sambandi við verkætlanina hjá Marinplast á sinni. Sjálvandi skal løgmaður ikki vera bangin fyri at ferðast út um landoddarnar. Um løgmaður skal fylgja lægsta felagsnevnara í Føroyum viðvikjandi hvør ferðing er neyðug, so kom hann ongantíð longur enn í túnið í Tinga­nesi. Tað er ein spurningur um, hvat vit vilja her í Føroyum. Hevur man tann hugburð, at løgmansembætið eisini skal verða partur av okkara umboðan út í heim forbí Danmark og norðurlond, so er ein slik indiaferð við vinnuni ein náttúrligur partur av hansara virki. Vil man hinvegin hava ein løgmann, ið einki annað skal fáast við, enn innanlandspolitikk og viðurskifti við Danmark og hini norðurlondini, so er bara at venda eyguni inneftir, og lata heimin renna undan okkum. Vinnan, sum er umboðað á indiaferðini, hevur tikið væl ímóti tiltakinum. Hetta burdi sagt somikið sum, at túrurin ger gagn hjá teimum, ið hann er tilætlaður at hjálpa. Tað absolutt ringasta, sum kann henda er, at løgmaður og nøkur vinnulívsfólk fáa sæð eitt sindur og víðkað sín sjónarring, og tað er als ikki nakað vána úrslit. Tað besta sum kann henda er, at okkurt ítøkiligt kemur burturúr í form av handilsambondum og nýtiligum íblástri. Vit mugu ansa eftir, at vit ikki geva upp frammanundan og døma eina ferð, áðrenn vit síggja úrslit. Vit hava longu dømi um føroyska trolvirkið Vónina, sum hevur havt framleiðslu í India, og hví skal hetta ikki kunna vinda upp á seg, og hví skulu aðrar fyritøkur ikki megna tað sama? Hví skulu vit frammanundan fella í fátt? Einasti garantur fyri a t einki hendir, tað er einki at gera og ongastaðnis at fara. Er tað stagnatión, vit ynskja fyri Føroyar, so er tað leiðin. DAGSINS MEINING Sosialurin Indiaferðin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Áhugavert í fjølmiðlunum at fylgja við málinum um undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð, ein verkætlan, sum hevur so stóran týdning fyri samfelag okkara og ser­ liga Norðuroyggjar. Tá ið hetta er sagt, so mugu vit bara ásanna, at tað eru politisk armóðstekin í hesi verkætlan, og at stóra undirsjóvarverkætlanin enn einaferð er dømi um, hvussu óbúnir føroyingar framvegis eru politiskt. Koyrandi verður undir Leir­víksfjørð í mai mánað, men framvegis er eingin loysn funnin á vegaføringina í Leirvík, sum fyri okkum uttanfyristandandi er óskilj­ andi. Sjálvandi skuldi vega­før­ ingin í Leirvík frá fyrsta degi verið partur av stóru verkætlanini, men her framdu politikararnir í 2002 politiskan løtuvinning, sum teir nú brúka orku og tíð at koma burturúr. Sjálvandi skulu leirvík­ ing­ar hava seinasta orðið í vegaføringini, tí spurningurin er um framtíðina hjá bygd­ ini. Ikki bara í 2006, men eisini í 2050. Her kann ikki vera spurningur um spard­ar milliónir, tí vit hava so óteljandi dømi um fyri­ bilsloysnir í Føroyum, har vit í løtuvinningum hava spart okkum eftir hæli. Sjálvandi skal tunnil ger­ ast undir Leirvík, um leir­ vík­ingar halda hetta vera besta loysnin fyri fram­tíðar­ møguleikarnar og trivnaðin í bygdini. Haldi, at teir tríggir, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen og stjórin í Landsverki Oy­vindur Brimnes, “baga­ tellisera” kenslurnar hjá leir­ víkingum, og at teir spæla sær við politisku vøddunum í hesum máli. Tað eru ikki teir tríggir, sum skulu búgva í Leirvík næstu árini. Hoyrdi tingmenninar Al­fred Olsen og Andrias Pet­ ersen frá tingsins røðarapalli í gjár. Alfred segði, at klokku­klár avtala var gjørd við leirvíkingar í 2002, og at avtalan sjálvandi skal haldast. Andrias Petersen tekur undir við tunli undir bygdini, og at kostnaðurin skal tengj­ ast upp í útreiðslurnar av undirsjóvartunlinum. Aftur­ gjaldingartíðin fyri tunnilin skal bara leingjast við tveim­ um árum, so avgjørdur var javnaðartingmaðurin. Orðini frá báðum ting­ monn­unum siga mær so­mik­ið, at leirvíkingar fáa tunnilin undir bygdina, sum sjálvandi er besta loysnin, tí vit mugu eisini hava væl nøgdar leirvíkingar, tá ið fyrsta akfarið fer um Leirvíksfjørð í mai mánað. Síggi í bløðunum, at Høgni Hoydal og Jens av Rana føla seg at vera settan til viks í samband við landsstýrisins visjóns 2015 ætlan. Eg skilji partvís teirra at­finningar – um teir høvdu rokn­að við at sloppið upp í visjónsætlanina, men í so máta haldi eg ikki at teir eru meira settir uttanfyri enn allar aðrir tingmenn. Tí so vítt eg veit, er ongin ting­ maður heldur sloppin upp í part – í hvussu so er kann eg fyri mítt viðkomandi siga, at eg ongan fund havi verið á har visjón 2015 hevur staðið á dagsskrá. Var heldur ikki boðin við til fundin á Hotel Føroyum. Hinvegin so havi eg hild­ ið, at tað bara er gott at lands­stýrið hevur sett sær fyri at røkka nøkur mál og er í so máta er vijón 2015 ein líka góð ætlan sum nøkur onnur. Um Høgni og Jenis velja at síggja ætlanina frá hesum sjónarmiðnum, so var ivaleyst pláss fyri at taka væl ímóti ætlanini og ynskja henni góðan byrð. Visjónin forðar ikki okk­ um vanligu tingfólkum at hava okkara visjónir eisini. Og renna tær saman við teim­um hjá landstýrinum, so kanska verða framtíðar Før­oyar heimsins besta land at búgva í. Ætlanin fingið meira innihald nú Tá landsstýrið fráboðaði visjón 2015 ætlanini umvegis løgmannrøðuna á Ólavsøku 2005, var sjálvstýrismálið ikki við í ætlanini. Hesum fannst eg harðliga at í mín­ um viðmerkingum til løg­ mann. Stóð spyrjandi um, hvussu eitt landsstýrið, sum Fólkaflokkurin er ein partur av, loyvdi eini visjónætlan – har sjálvstýrismálið als ikki var nevnt. Mátti minna løgmann á, at ein aðaltáttur í stevniskrá hjá Føroyska Fólkaflokkinum er sjálvstýri. Nú er so sjálvstýri komið við í ætlanina – ikki nógv – men »lidt har også ret« . Fyri mítt viðkomandi skal eg bara siga, at eg ætli mær at hava mínar egnu visjónir í hesum máli og læt ongan iva vera um, at ongin visjón – heldur ikki visjón 2015 røkkur nakran veg uttan sjálvs­virðing, sjálvsálit og sjálvbjargni. Annars fari eg at ynskja landsstýrinum góð eydnu við visjón 2015 – hon er væl gjørd í bestu meining? Visjón 2015 Løgtingsmaður Poul Michelsen Leirvíkingar mugu halda fast Vagnur Michelsen Áheitan á Føroya Løgting Hoyrdi í Útvarpinum í kvøld at djóralæknar, av løg­tingslimum, verða skuld­settir fyri at mis­ brúka støðuna við­víkjandi fugla­krími. Mett verður aðrastaðni frá, at fuglakrím ikki verð­ ur flutt við flytifugli, men við tomum fuglum, sum verða fluttir um landa­ mørk – soleiðis koma dag og dagliga nógv djór  og eisini fuglar til Føroyar. Ti er tað mím áheitan á Føroya Løgting, at sett verð­ur forboð ella fyribils forboð fyri at livandi djór og fuglar verða flutt til Før­oyar. Jóanis Nielsen