Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Heimið 2006 11 fýra stovur Ítróttur Halgir Dahl Olesen, hondbóltspælari, H71 Halgir Dahl Olesen er kendur hondbóltspælari í H71. Dagliga starvast hann á Skipafelagnum. Hann býr í húsum saman við damuni Mariu og seks ára gamla soninum Brandi. Tey keyptu húsini fyri tveimum árum síðani, men húsini eru býgd í 2000. Tey eru 140 fermetrar til víddar. Stovumøblarnir eru næstan allir nýggir, men okkurt arvagóðs er eisini við. Tey hava valt ikki at hanga so nógv upp á veggin, men at bíða til tey hava okkurt ordiligt at hanga upp. Halgir er ikki so áhugaður í at innrætta, tí er tað mest konan, sum pyntar og møblerar. – Mær dámar ikki, tá tað er ov nógv roks, sigur hann. Politikkur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri Bárður Nielsen er 32 ár, og ein av okkara kendastu politikarum. Hann býr í nýbygdum húsum saman við konuni Rakul Nielsen og fýra børnum – tríggjar gentur og ein drongur. Húsini hava 2,5 ár á baki, og tað er verfaðir Bárð, sum hevur teknað húsini. Hann arbeiðir sum granskoðari, men hevur sum ítriv at tekna hús. Húsini eru 230 fermetrar til víddar. Stovumøblarnir hava nøkur ár á baki, men ein partur er nýggjur. Møblarnir hjá teimum eru klas- siskir og tíðarleysir, halda tey. Tey hava ummøblerað stovuna fyri stuttari tíð síðani og eru nøgd við úrslitið. Bárður og konan vildu gjarna inrætta húsini beinanvegin tey fluttu inn í tey og ikki gera sum nógv onnur, sum bíða til børnini skulu konfirmerast.