Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2006 11 Vanmetur, ignorerar tú Guðs Orð Guð útvaldi sær eitt ogn­ arfólk, avkom Abrahams, Ísraels fólk. hann hevur mangan talað til teirra. Fyrst við profetum og síð­an til seinast við soni sínum, Jesus. Vit kenna søguna. Teir vrakaðu Guðs Orð, teir vrakaðu Jesus. Nú er Orðið um Jesus farið út til okkum, Heidningafólkini. Vilja vit verða líkir ís­raels­ monnum og vraka Jesus, Guðs Orð. Vit kenna søguna. Í tveytúsund ár hava jød­ arnir flakkað um á jørðini, tí teir valdu Barrabas fram­ um Jesus. Men – Guð er náðigur. Hann hev­ur av­gjørt at bjarga eini leivd av Ísrael. Í Opin­ber­ings­ bókini stendur, at hundr­ að­og­fýrati­og­fýra­tús­und av ísraels­hús­ið eru inn­ siglað. Guð bað ísraelsmenn velja. Lívsins- ella deyð­ ans veg. Teir kundu velja. Og – vit kunnu velja. Vilja vit fylgja Guðs orði? Vilja vit velja Jesus? Ella velja vit deyðans veg? Valið tykist so líkatil. Sjálvandi velja vit lívsins veg, Jesus. Og atlíkavæl veja tey flesu Heimsins njótingar og harvið deyðans veg. Eina stutta njóting av synd. Lívið er jú so stutt. Og – so kemur ævinleikin. Glatanin, fortapilsið – ævigt myrkur, grátur og tannagrísl, uttan Guð, uttan ljós. Vilt tú trúgva Guðs orði, orðið um Jesus, heimsins Frelsara? Ella velur tú at vanmeta Guðs orð? VIÐMERKINGAR Ein privatur teldupostur frá blaðstjóranum á Sosialinum til nakrar býráðslimir í Havn blokeraði jørðforbindilsið hjá útvarpinum stóran part av síðstu viku Tað er ikki hissini viðgerð, eg havi fingið í Útvarpi Føroya í samband við eitt byggimál hjá mær í Gongini í Havn. Málið er av útvarpinum blást so nógv upp, at tað er full­ komi­liga far­ið út av pro­por­ tiónum og er viðgjørt í tíð­ indasendingum frá morgni til myrkurs í fleiri dagar. Tí kenni eg meg noyddan at koma við eini frágreiðing: Málið byrjar á sumri í 2004, tá eg sendi inn um­sókn um byggi­loyvi at taka nið­ur sam­ anbygdu húsini, Baianstovu og Kamarið. Húsini vóru í ringum standi, og eg ætlaði at restaurera húsini eins og eg fyri 15-17 árum síðani gjørdi við sethús míni Nýggju­stovu. Fyri at tryggja mær at allar mannagongdir vórðu rættar, bað eg um fund við býararkitektin, Mikal Viderø. Eg greiddi honum frá øllum mínum ætlanum við húsunum, at eg vildi taka tey av grundini, grava út kjallaran, byggja nýggja grund og seta húsini á aftur grundina. Ætlanin var at fáa húsini av grundini í heilum líki, men hetta bar ikki til, tí tey vóru ov vánalig til tess. Tí vórðu húsini tikin niður, sprek fyri sprek. Tilfarið er merkt og goymt innandura til at seta uppaftur. Ein lutvíst stórur partur av stórviðinum kann brúkast aftur, eins og so at siga allur bróstaviðurin. Tískil er tað nett tey somu húsini, sum verða bygd upp­ aftur. Umsóknin varð skrivað og latin inn við teimum skjøl­ um, sum eg hevði fingið boð um at lata inn við umsóknini. So gongur tíðin, og eg spyrji javnan eftir málinum. Ástaðarfundur verður eisini avtalaður, har serstaka byggi­ ráðið fyri gomlu Havn­ina er við, umboð fyri Før­oya Forn­ minnis­savn, býar­arkitekturin og umboð fyri byggideildina hjá býráðnum. Eg greiði teim­um frá ætlanum mínum og vísi teimum húsini. Áðrenn málið umsíðir er búgvið til avgreiðslu í byggi- og býarskipanarnevndini, skal Føroya Fornminnissavn gera eitt tilmæli. Hetta skriv­­ar arkitekturin hjá Forn­minnis­savn­in­um, sum tá var Mayfinn Norðoy. Eg hevði eisini tosað við hann um hetta, og greitt honum frá ætlanunum. Tá so mál­ ið kemur fyri í byggi- og býarskipanarnevndini 7. no­vember, væntaði eg sjálv­ sagt at fáa byggiloyvi og at sleppa í gongd. Tí sum eg hevði fingið at vita av byggideildini, so var hetta bara eitt avgreiðslumál. Men hvat hendir so? Jú, í byggi- og býarskipanarnevndini verða tey ørkymlað, tí at arktitekturin hjá Forn­minn­ is­savninum skrivar, at »um talan var um eini friðað hús«, so hevði Føroya Forn­ minnissavn mælt frá eini slíkari varðveitingarætlan, men um kommunan kortini gekk umsóknini á møti, so varð mælt til ávísar treytir – treytir sum eg frammanund­ an hevði sagt, at eg fegin gekk undir. Nevndarlimirnir spyrja so, um húsini eru friðað sum fornminni, og tá tey ikki fáa greiðu á hesum spurninginum á fundinum, velur formaðurin at útseta málið. Fyri meg merkti tað bara enn ein mánaður at bíða! Hetta gjørdi meg ikki sørt firtnan, tí eg metti, at umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu átti at vitað at svarað hesum, tí sjálvandi eru húsini ikki friðað sum fornminni. Vóru tað tað, so var eingin umsókn komin um at taka tey niður, tí so skuldi varðveitingararbeiðið gerast eftir ávísing frá Før­ oya Fornminnissavni, sum eisini skuldi gjalda fyri tær eyka útreiðslur, sum vóru. Men mær vitandi hevur eing­­in havt ætlanir um at friða húsini – og um so var, so hevði eg ikki sett meg ímóti tí. Men júst tí at húsini ikki eru friðað, fer varð­veit­ ingararbeiðið fram sum tað fer – men kortini í samráð við Føroya Fornminnissavn. Tað er aftan á hesa avgerð, at eg skrivaði nevndarlimunum teldubrævið, sum útvarpið hevur lagt út sum eina hótt­ an frá mær fyri at fáa byggi­ loyvi. Eg havi sagt, at har var talan um eina óhepna orðing. Men hartil er at siga, at tað í hesum førum ikki var vitan, sum eg hevði fingið á redaktiónini á Sosialinum og misbrúkt privat. Og eg havi heldur ikki sagt, at um eg ikki fekk byggiloyvi, so fór eg at heingja nevndarlimirnar út í Sosialinum. Í hesum føri var talan um eitt mál, har eg sjálvur var inhabilur og ikki kundi skriva um, men hetta faktum hevði ikki tann stóra áhugan hjá út­varpinum. Eg havi heldur ikki gjørt nakað fyri at forða nøkrum øðrum at skriva um tað. Tann sum vanliga viðger slík mál á Sosialinum var eisini inhabilur – eisini ein eyðkendur trupulleiki í okkara lítla samfelag. Og tað er eisini ein annar veru­ leiki, sum er kendur á øllum redaktiónum í landinum, at tað altíð eru nógv mál, sum vit ikki fáa lýst, tí at kreftir ikki eru til tess. Annars hava allar aðrar redkatiónir í landinum somu atgongd til upplýsingar frá eitt nú nevndarviðgerðum hjá Tórs­ havnar Býráð. Men orsøkin til at Útvarp­ ið fær áhuga fyri málinum var ikki hetta teldubrævið. Høgni Djurhuus, útvarps­ mað­ur, ringdi til mín í de­sember at spyrja, um eg hevði loyvi til at taka húsini niður. Hann segði mær, at onkur í útvarpinum hevði fingið »ilt í reyvina av hes­ um«, men at hann sjálvur var líka glaður við hvat fólk gjørdu við gomul hús. Eg greiddi so eisini honum frá varðveitingararbeiðinum, og hann kom til ta niðurstøðu, at har var so eingin søga um tað, at eg hevði gjørt nakað, sum eg ikki hevði loyvi til. Í staðin spurdi hann, um hann kundi koma oman at tosa við meg til eitt innslag í mentanarsendingini, Kul­ turu, um at varðveita gomul hús. Hesum játtaði eg. Úr­slit­ i­ð var at hoyra í Kulturu 9. januar í ár og kann eisini hoyrast á heimasíðuni hjá útvarpinum. Annan dagin eft­ir, tann 11. januar, biður tíðindaleiðarin í útvarpinum um innlit í málið. Nú fekk útvarpið ein ann­ an vinkul upp á málið, har blaðstjórin á Sosialinum mis­nýtir sítt vald og sína vit­ an. Teir ringja niður til Dan­ markar, sum ikki eina ferð, fyri at fáa at vita, hvat man ger við slíkar blaðstjórar. Teir ringja eisini til umboðið hjá okkum íbúgvum í gomlu Havnini, sum skal umboða okkara áhugamál í Serstaka byggiráðnum fyri Tinganes og gomlu Havnina, Jórun í Dali. Hon vísir á sínar sam­skiftis- ella kanska sam­starvtrupulleikar – við um­siting­ina hjá Tórshavnar Býráð. Hetta var málinum totalt óviðkomandi og hevur absolutt einki við meg at gera. Teldubrævið varð eisini sent aftan á at viðgerðin í umsitingi var liðug, so tað kann ikki vera orsøkin til vantandi kunningina hjá Jórun í Dali. Sum ketta burtur úr høvda­­trog kemur Føroya Blað­­manna­felag við eini »yvir­lýsing« um mál­ið. Hetta hoyri eg í út­varp­in­um kl 7 hós­morg­unin. Kvøldið fyri varð boðskapurin frá Blað­manna­felag­num kunn­ gjørdur í Dimma­lætt­ing, har ein av nevnd­ar­lim­unum kallar tað korruputión! Men at mítt fakfelag, Føroya Blað­ mannafelag, fer út og heingir ein lim felagsins soleiðis út uttan so frægt sum at spyrja meg, hvat málið snýr seg um, tað er í mínari verð totalt langt úti og skríggjar av óprofessionalismu so tað rungar eftir í. Hóast for­ maðurin starvast á einum konkurrerandi miðli, so er talan um eitt fakfelag – og ikki eitt etiskt ráð, ella hvat tað nú var fyri leiklut hann hevði tilognað sær. Tá eg seti meg í samband við formannin í Føroya Blað­mannafelag, Heina Gaard, sigur hann, at eg havi havt 600 møguleikar at úttala meg til útvarpið, og kendi hann seg tí ikki noydd­an at tosa við meg um hetta. Tá eg so royni at forklára honum, at hann er formaður í mínum fakfelag, so slakar hann kortini og bið­ ur um umbering. Eg væntaði sjálvandi at síggja ella hoyra hesa umberingina alment, men tvørturímóti kom enn eitt bakbit frá honum í tíð­ indasendingi í útvarpinum á middegi. At mín persónur og eitt illsinnisglefs frá mær skal fáa slíka rúmd í okkara al­menna útvarpi, tað undrar meg nógv – og helst nógv onn­ur við. Eg spyrji meg sjálvan, hvat býr undir, og eg noteraði mær orðini hjá útvarpsmanninum, sum í de­sember segði, at »onkur í útvarpinum hevði fingið ilt í reyvina« av verkætlanini hjá mær. Hóast journalistar kunnu vera ymiskir, so eru teir sum fólk flest. At adrena­ linið viðhvørt fer í kók er ikki annað enn menniskjansligt, men máti skal kortini vera við, hvussu púra uttan jørð­ forbindilsi tú kanst vera í fleiri dagar! At vinna ein­ um konkurrenti neisur, tað er hjá summmum ofta stutt­ligari enn t. d. at vísa á framgongd og væleydnaðar verkætlanir hjá øðrum, t. d. hjá Sosialinum – sum for­ restin eisini stendur á sølu­ lista í hesum døgum! Men tað er kanska gott at tað í hesum føri gekk út yvir ein persón, sum er í leiðandi starvi í fjølmiðlunum, tí tað er okkara ábyrgd, at tíðindi verða redigerað, vinklað og ikki minst at søgur verða settar í perspektiv! Tað gevur í øllum førum mær nógv at hugsa um – uttan at nakar skal kenna seg hóttan av tí! Tá pressan fór í sjálvsving Blaðstjóri Eirikur Lindenskov Tvøroyri Jákup Vang Eitt gott hevur hetta »syn­ dromið« helst gjørt. Tað verður ongin tunnil, tíans­ heldur lokrenna gjørd í Før­oyum hereftir, uttan at sambindingarliðið verður tik­ið við. Hetta bygdarráðið hevur einmælt valt at krevja tunnil/ lokrennu niðri í bygdini. Fráfarna bygdaráð mælti, eisini einmælt, til tunnil, men inn omanfyri bygdina. Hví hava 7 bygdaráðslimir kúvent 180 stig? Er tað orsaka av skeivum upplýsingum, ella tørvandi upplýsingum? Bygdarráðið vil hava tunn­ il, og tað er greitt, men hava teir ikki valt skeivan tunnil? Skuldi tað ikki verið tann ovari? Landsverk vil ikki hoyra um tunnil og tað er líka so greitt, men nú teir skulu kanna kostnaðin á einum tunli, hava teir ikki eisini valt skeivan tunnil? Skuldi tað ikki eisini verið tann ovari? Tann niðari 100 mill. tann ovari 70 mill.? Ein spurningur sum ikki er komin greitt fram, er hvørjar forðingar eru fyri at gera tunnil omanfyri bygdina. Tí hesar spurningar til Landsverk: 1) Eru tær jarðfrøðisligu um­støðurnar í lagi at gera tunnil her? 2) Hvussu nógv grund­ stykkir kann hugsast neyð­ugt at spreingja fyri? Tað bleiv jú gjørd onkur jarð­frøðikanning omaná tí upprunaliga ætlaða tunl­inum. 3) Kann tað hugsast, at fyrra kostnaðarmetingin (67 mill) heldur? 4) Er neyðugt við einum ógv­ is­ligum »sári« í norðara enda á tunlinum? 5) Um Landsverk skuldi valt millum hesar báðar tunlarnar, í staðin fyri veg, hvønn hevði Landsverk valt, og hví? 6) Hvør er skjótari at gera? Á organiseraða Stuðuls­fund­ inum í bygdarhúsinum, har nakrir forvitnir ikki-stuðlar høvdu sníkt seg inn, vóru løgtingslimirnir bleytir sum smør. »Sigið bara til hvat tit vilja hava, tit fáa tykkara vilja, amen«. Sjónligt var, at har vóru tað atkvøðurnar ið stýrdu tí, sum sigast skuldi. »Ene stod Knut af Mikla­gård« men hann hevði ongar atkvøður at missa. Hann hevur nú fingið fíggjar­málaráðharran til fylg­ isvein. Munur er á at lata bygdina verða eina yndisliga moyggj, og at neyðtaka hana. Lorvíkssyndromið Leirvík Jógvan E. Joensen