Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2006 15 Skapandi verkhús Tøvdar taskur, bundnar húgvur og seymaðir jakkar liggja á hyllinum inni í Verkhúsinum í Sørvági. Tað er leiðarin Susan Tavsen, sum saman við starvsfólkunum ger hesar lutir, sum síðani verða seldir fyri ein bíligan penga Verkhús Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Verkhúsið í Sørvági er tað nýggjasta verkhúsið í Føroyum, tað hevur bara eitt og eitt hálvt ár á baki. Áðrenn hølið var til taks varð hildið til í skúlanum í Sørvági. Sum tað er nú, eru tað átta starvsfólk sum arbeiða á verkhúsinum. Susan Tavsen er leiðari og hevur eitt fólk aftrat sær í hálva tíð. Verkhúsið er til fyri tey menningartarnaðu, og øll millum 18-67 eru vælkomin at arbeiða har. Tey sum koma til verkhúsið í Sørvági búgva øll heima. – Vit hjálpa teimum við forarbeiðinum og avslutninginum av ting- unum, alt harímillum gera tey sjálvi, sigur Susan Tausen. Lutirnir líkjast nógv tí, vit síggja í vanligum klædna- og møblahandlum, men her eru lutirnir hondgjørdir. – Vit binda við við maskinu og tøva, og so tøva vit eisini ull, seyma og fáast við decoupage, sigur Susan. Tey menningartarnaðu sum arbeiða í verkhúsinum fáa onga beinleiðis løn eftirsum tey fáa pensión. Tí er heldur ongin møtiskylda hjá teimum. Men um ein skal døma av úrslitinum, so sær út sum verkhúsið í Sørvági hevur nógv virksemið. fyrst var byrjað við tunnusláing og síðani dansaðu tey til "Jákup og Jørgen inni í Húsmøðrafelagshúsinum. Susan Tavsen er leiðari í Verkhúsinum. Nógvir nýmótans lutir verða gjørdir á Verkhúsinum. Sørvági "Lucky lips" og aðrir slagarir vóru á skránni. Tunna var sligin bæði úti og inni.