týsdagur 28. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Heimið
2006
Gisla Poulsen, sum
starvast í vøggustovu,
og Christian Eli, sum
siglir við grønlend-
skum rækjutrolara,
búgva uppi Millum
Gilja í Hoyvík. Tey
eiga tvær døtur,
Rannvá og Gurðið.
Tey lótu húsini byg-
gja í 1988, og var tað
arkitekturin Hannis
Egholm, sum teknaði
tey.
Húsini eru funktionell, ljós og
stílfull, og samstundis eru tey
sera persónlig. Í erva er stovan,
haðani til ber at hyggja oman í
køkin. Í miðhæddini eru køkur
og spísikøkur út í eitt, og inn
frá køkinum eru arbeiðsrúm
og sjónvarpsrúm. Í erva og á
miðhæddini er opið upp í tróðrið,
og nógvu høgu vindeyguni lýsa
rúmini upp. Í neðra eru kømur
og bað.
Gisla og Christian Eli siga, at
tey tíbetur eru samd, tá um ræður
húsini. Men at Gisla brúkar meira
tíð uppá at pynta og at gera tað
heimligt.
– Eg haldi tað er so synd í
monnum, sum búgva í einum
dukkuhúsi. Tí vóni eg, at tað sæst,
at vit eru tvey kyn, sigur Gisla.
Fyri Gislu og Christian Eli
hevur tað størstan týdning, at
húsini eru hugnalig.
– Tá opið er upp í tróðrið er
vandi fyri at tað verður ov opið
og stórt inni, sigur hon. Og hon
greiðir frá, at henni dámar væl
at ganga á loppumarknaði og at
finna stuttligir lutir, sum hóska til
húsið. Og so dámar henni væl at
seta lutir saman, eitt nú gamalt og
nýtt, sum í fyrsta umfari tykjast
óhóskandi, men sum kortini taka
seg væl út saman.
Gisla og Christian Eli siga,
at teimum dámar væl reinar
linjur og ein klassiskan stíl við
sniðgivnum innbúgvi, sett saman
við persónligum lutum. Og so
elska tey Ikea.
Ljóst og hugnaligt
Tekst: Rigmor Dam
Myndir: Álvur Haraldsen
Gisla, Christian Eli og Guðrið framman fyri húsini millum Gilja.
Gisla er ov høg til køksborðið. Tí fekk hon ein snikkara at gera sær eitt stórt skeribretti, sum hon brúkar hvønn dag. Í kókinisjuni hava tey bæði
vanligar plátur og gass.
”
Mær dámar væl at seta lutir saman,
eitt nú gamalt og nýtt, sum í fyrsta
umfari tykjast óhóskandi, men sum
kortini taka seg væl út saman.
Reinar linjur ganga aftur í húsinum, sum kortini er heitt og hugnaligt.
Ljósabláa 50’ara kannan er hægsti retromóti. Gisla fekk hana frá onk-
rum, sum ikki skoytti um hana.