týsdagur 28. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 42 - 28. februar 2006
Stendur tað til Jógv
an á Lakjuni, lands
stýrismann og Jógvan
Jespersen stjóra í
Kringvarpinum,
verður útbyggingin
av útvarpshúsinum til
felags kringvarpshús
veruleiki um fá ár
KRINGVARP
Rigmor Dam
Rigmor@rigmor.fo
Í samband við samanlegg
ingina av ÚF og SVF til
nýggja stovnin Kringvarp
Føroya, hevur nakað av práti
verið um, at allur stovnurin
skal húsast undir somu lon.
Sostatt er greitt, at økið
norðan fyri útvarpshúsið
er keypt, og at Palle Gre
goriussen, arkitektur, hevur
gjørt eitt skitsuprojekt, sum
landsstýrið tekur undir við.
Nú er bert eftir hjá lands
stýrismanninum at fáa løg
tingið at taka undir við ein
um uppskoti um verklagslóg,
sum vónandi verður lagt fyri
tingið í vár, ella í øllum før
um í ár.
Vónandi longu í vár
Jógvan Jespersen, stjóri í
Kringvarpinum, sigur við
Sosialin, at eftir saman
leggingina fyri knøppum
ári síðani, fóru tey undir at
meta um hølisviðurskiftini
hjá nýstovnaða Kringvarp
inum.
– Fyri at fáa sum mest
burtur úr samanleggingini,
gjørdist tað beinanvegin
greitt, at tað fór at vera
týdningarmikið at savna alt
virksemið undir somu lon. Tí
settu vit ein bólk at gera eina
tørvs- og kostnaðarmeting
og eitt tilmæli til mynd
ugleikarnar, sigur Kring
varpsstjórin. Og hann vísir
á, at úrslitið av hesum
arbeiðinum var, at leiðslan
og arkitekturin handaðu
landsstýrismanninum eitt
skitsuprojekt, har heitt var á
hann um at leggja eina verk
lagslóg fyri tingið.
– Eg veit, at landsstýris
maðurin hevur havt skitsupro
jektið fyri á landsstýrisfundi,
og haðani hevur hann fingið
heimild at arbeiða víðari við
verkætlanini, sigur Jógvan
Jespersen, sum nú sigur seg
bíða eftir, at málið skal vera
lagt fyri, og samtykt av ting
inum.
– Vit vóna, at landsstýris
maðurin leggur uppskotið
um verklagslóg fyri tingið í
vár, so vit kunnu brúka rest
ina av hesum árinum til at
fyrireika eina fysiska saman
legging. Síðani kundi eg
hugsað mær, at vit brúktu tey
næstu árini til at útbyggingar
uppi í Sortudíki, og at hølis
trupulleikarnir vórðu loystir
um eini 3 ár, í 2009, greiðir
Jógvan Jespersen frá.
Vørðslan ótíðar
hóskandi
Hølisumstøðurnar hjá sjón
varpinum eru út av lagi vána
ligar, og nú er stovnurin farin
undir at endunýggja nógva
tekniska útgerð.
– Tí hevði verið gott at
fingið eina ábending um nær,
og um, myndugleikarnar ætla
at lívga um okkum. Stovnurin
húsast í fimm ymsum hús
um, bæði sethúsum og hand
ilsbygningum. Um vit hugsa
okkum, at vit fáa nakað av
peningi fyri at selja tær fýra
ognirnar, sum SvF eigur, so
ikki so nógv verður eftir hjá
tí almenna at rinda, sigur
Jógvan Jespersen. Og hann
sigur seg meta, at kostnaðurin
fyri útbyggingarnar, sum
fevna um 4000 fermetrar,
fer at liggja um 40 milliónir,
áðrenn møguligar sølur er
frátiknar.
Sigur tú A..
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í mentamálum,
játtar fyri Sosialinum, at
hann hevur havt málið um
skitsuprojektið fyri á lands
stýrisfundi, og at hann har
fekk heimild til at arbeiða
víðari við málinum.
– Lá tað til mín, so var
málið avgreitt longu í vár, ella
í øllum førum í ár, so farast
kann undir at byggja. Tí,
sigur tú A, mást tú eisini siga
B, og tað er púra natúrligt,
at útvarpið og sjónvarpið
húsast saman, nú vit hava
lagt stovnarnar saman, sigur
landsstýrismaðurin.
Góð útlit fyri kringvarpshúsi í Sortudíki
Kringvarp Føroya
fær nýggjan graf
iskan samleika.
Myrkareyði sirkulin
verður búmerkið
hjá stovninum í
framtíðini
KRINGVARP
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Ongin ivi skal vera um, at
talan er um Kringvarpið,
tá fólk síggja búmerkið,
ella bara ein lítlan part av
tí. Á tíðindafundi týsdagin
varð nýggja grafiska sniðið
hjá samanlagda stovninum
Kringvarp Føroya almanna
kunngjørt, og greitt varð frá,
um tankarnar, sum liggja til
grund fyri sniðinum. Sam
bært Kringvarpinum, skal
nýggi grafiski samleikin
eyðkenna sjónvarpsskíggja
og heimasíður frá mánadeg
num 6. mars 2006. Prentlutir,
bilar og bygningar verða eis
ini ílatin nýggja sniðið so
við og við.
Endamálið við at leggja
stovnarnar saman 1. januar
2005, var at skapa betri for
treytir fyri rakstri, tænastu og
programmútboði. Í samband
við samanleggingina hevur
tað higartil eydnast at fáa
báðar umsitingarnar at virka
sum eina felags eind.
Nú verður so farið undir
næsta stigið í tilgongdini at
leggja stovnarnar saman,
og verður tað, fyri okkum
lurtarar
og
hyggjarar,
meira sjónligt og ítøkiligt,
tí nú skulu øll hava eina
felags ímynd, ella andlit,
av samanlagda stovninum
Kringvarp Føroya. Og her er
talan um stórarbeiði, tá allir
lutir, sum ímynda stovnin,
skulu prýðast og prentast av
nýggjum: bilar, brævbjálvar,
brævpappír, sendiskráir,
skelti, reklamutrailarar,
fløgg og visitkort.
Sambært Repro Z, sum
hevur staðið fyri at sniðgeva
nýggja grafiska samleikan,
hevur samanleggingin ført
tvær sera ymiskar virkisment
anir saman, sum nú skulu
sameinast, og tí er tørvur á
einum grafiskum samleika,
bæði hjá starvsfólkum og
viðskiftafólkum.
Í grundgevingunum fyri
nýggja samleikan, sigur
ReproZ, at hann skal vera
við til at skapa eina mynd av
einum nýggjum miðlastovni.
Hann skal fremja interna
sameining og eksterna
marknaðarføring og brand
ing. Harumframt skal
nýggi grafiski samleikin
stuðla undir kjarnuvirðini:
Trúvirði, óheftni, fjølbroytni
og margfeldni.
Búmerkið
Um búmerkið sigur ReproZ,
at við samanleggingini av
Útvarpi Føroya og Sjónvarpi
Føroya eru tvær sera ymiskar
virkismentanir lagdar saman,
og hesar skulu sameinast.
Tí skal Kringvarp Føroya
síggjast sum ein nýggjur
miðlastovnur, og ikki sum
Kringvarpið nýtt búmerki
Her er onnur skitsumyndin, sum J. P. Gregoriussen, arkitektur hevur gjørt. Hetta er bert ráskitsa og skal ikki takast fyri
meira enn tað
Eftirgjørd mynd av nýggja búmerkinum á fasaduni á útvarpshúsinum