hósdagur 3. februar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 24 - 4. februar 2000
JÁKUP MØRK
StÍF-Tjaldur 31-22 (18-8)
Ikki var annað væntandi,
enn at StÍF skuldi vinna ein
tryggan sigur, tá runavík-
ingar mikukvøldið fóru
vestur um fjørðin at av-
greiða grannauppgerðina.
Alt árið hava strandingar
verið við til at mynda toppin
á stigatalvuni, meðan tjald-
ursmenn alla tíðina hevur
verið at sæð í hinnum end-
anum.
At StÍF samstundis kundi
koma ájavnt vestmenning-
um á stigatalvuni, um tvey
stig vórðu fingin til høldar
viðførdi helst eisini, at leik-
ararnir tóku uppgávuna í
nóg stórum álvara, soleiðis
at mistakið hjá vestmenn-
ingunum ikki varð endur-
tikið.
Avgjørt beinanvegin
Tað var eisini rættuliga
skjótt greitt, at StÍF veruliga
ætlaði sær stigini miku-
kvøldið. Tjaldur var á odda
1-0 og 2-1, men eftir hetta
gekk bert tann eina vegin.
Johan Danielsen tók sær
av tí, sum varð sent eftir
honum, meðan álopini om-
an móti tjaldursmálinum
gingu við tí rúkandi ferð.
Tá góður helmingum var
farin av fyrra hálvleiki var
støðan sostatt 12-3, og
strandingarnir fóru nú at
taka sær eitt sindur av løtt-
um.
Allan seinna hálvleik
mundi størsti spurningurin
vera, hvussu stórur munurin
millum liðini bæði skuldi
gerast.
Venjarin hjá StÍF, Jónleif
Sólsker, nýtti eisini høvið
til at geva fleiri av minni
royndu leikarunum møgu-
leikan at royna seg, og kom-
u teir allir bara heilt væl frá
uppgávuni.
Ferð komin á aftur
Størsti spurningurin eftir
dystin man helst vera, um
tað nú veruliga er komin
ferð á aftur hjá StÍF. Liðið
hevur verið í einum lítlum
aldudali síðani á jólum, men
sigurin á VÍF prógvaði tó,
at teir ikki eru so lættir at
syfta kortini.
Helst er talan um reaktión
upp hørðu venjingina fyrr í
heyst, tá europ-cup hond-
bóltur stóð á skránni.
Í øllum førum sóu áskoð-
ararnir í fyrra hálvleiki nak-
að av tí hondbóltinum, sum
seinasta ár gav liðnum
meistaraheitið. Serliga í á-
lopspartinum gekk skjótt
fyri seg, og stórur partur av
málunum fyrsta hálva tíman
vórðu skotin eftir skjótálop,
har mótstøðuverjan ongan
møguleika hevði at skipa
seg, áðrenn skotið varð.
Um formkurvan veruliga
er farin at peika rætta veg,
fara komandi dystirnir at
vísa, men fyri fyrst fáa
leikararnir eina tiltrongda
hvíld í knappar tríggjar vik-
ur, við tað at tvey fríviku-
skifti nú standa fyri fram-
man.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
StÍF: John Petersen 7 (2),
Bent Djurhuus 5, Artur Jo-
hansen 5, Jónleif Sólsker 4
(1), Sveinbjørn Poulsen 4,
Kristjan Peturson 2, Alex-
andur Johansen 1, Leivur
Justinusen 1, Marius Joen-
sen 1, Pauli Hansen 1
Tjaldur: Tummas Magnus-
sen 7, Suni F. Johannesen
6, Sverri Justinussen 3 (2),
Mortan Hansen 2, Dia Lam-
hauge 1, Ken Bærentsen 1,
Arngrímur Arngrímsson 1,
Arnfinn Langgaard 1
Brotskøst:
StÍF 5, Tjaldur 3
Útvísingar:
Tjaldur 1
Dómarar úr VÍF:
Alfred Hummeland og Er-
ling Olsen
Strandingar gjørdu skjótt av
Tað var eingin slingur í valsinum, tá strandingar vóru vertir fyri tjaldursmonnum mikukvøldið. Dysturin varð longu
avgjørdur eftir hálvum hálvleiki, og eftir hetta var spruningurin bara um støddina á sigrinum
JÁKUP MØRK
Komandi sunnudag skip-
ar Club 20 fyri dartkapp-
ing, har øll, sum hava á-
huga, kunnu luttaka.
Kappingin ber heitið
Føroya Bjór Open, og er
hetta fyrstu ferð, at Club
20 roynir seg sum vertur
í slíkari kapping. Ætlanin
er to, at talan skal gerast
um eitt afturvendandi til-
tak, sum skal verða fyri-
skipað á hvørjum ári.
Her heima hevur dart
fyrst og fremst verið ein
vetrarítróttargrein,
og
hetta merkir eisini, at tað
nú er farið at líða heilt væl
í kappingarárinum. Eftir
tí, sum vit hava skilt,
verður kappingin sunnu-
dagin seinasta kappingin
hetta vetrarskeiðið, so
fyrireikararnir vóna, at
talan kann gerast um ein
hugnaligan enda á ári-
num.
Einmansleikur
Kappast verður bert í ein-
mansleiki, og er ætlanin,
at innleiðandi bólkar fyrst
standa á skránni. Síðani
fara fremstu leikararnir í
einstøku bólkunum víðari
til endaligu umførini, áð-
renn kappingin verður av-
greidd við finaludysti.
Umframt at vinningar
verða latnir trimum teim-
um fremstu leikarunum,
verða eisini latnir vinn-
ingar til leikaran við hæg-
sta útgangi og leikaran,
sum nýtir fægsta pílar í
einum spæli
Dartkapping
Um vikuskiftið skipar Club 20 fyri
opnari datkapping, sum samstund-
is er seiansta kappingin á hesum
sinni
Sterkir menn kappast
Leygardagin verður kapping í styrkilyfting hildin í bilhøllini hjá Reyni
Service uppi í Hoyvík
JÁKUP MØRK
Í ár hevur venjingarmið-
støðin »Frag og Fimi« 15
ár á baki, og í hesum sam-
bandi verður skipað fyri
kapping komandi leygar-
dag.
Talan er um eina kapping
innan styrkilyft, har luttak-
ararnir skulu royna seg í
greinunum,
Beinbend,
Bonkpress og Rættstøðu-
lyft.
Flestu luttakararnir venja
regluliga í Fragd og Fimi,
men hetta merkir tó ikki, at
stóru føroysku risarnir verð-
a við í kappingini. Hetta tí
tað helst hevði tikið allan
spenningin burtur, um eitt
nú Regin Vágadal skuldi
luttikið.
Í mun til kropsvekt
Talan er um eina kapping,
har allir vektflokkar dystast
móti hvørjum øðrum, og tí-
skil verða kiloini, sum ein-
støku luttakararnir megna at
flyta, umroknað í lutfalli til
kropsvektina. Sostatt verð-
ur vinnarin tann, sum meg-
nar at lyfta flestu kiloini í
mun til kropsvektina.
Tá sterku menninir venja,
verður hetta aloftast gjørt í
hølunum hjá Fragd og Fimi,
men kappingin verður tó
ikki hildin í venjingarhøl-
unum. Ístaðin verður tað
bilhøllin hjá Reyni Service,
sum verður karmur um til-
takið. Seinast kappast varð
í hesi ítróttargrein, á heysti
1998, fór kappingin eisini
fram uppi í Hoyvíkini, og
fyrireikararnir vóru væl
nøgdir við umstøðurnar tað
ferðina. Bæði tí bilhøllin er
væl rúmligari enn venjing-
arhølini, men eisini tí teir á
henda hátt sleppa úr vanligu
venjingarumstøðunum.
Ivaleyst verður nóg mikið at tríva í, tá fleiri ungir mans fara at royna styrki sína uppi í
Hoyvíkini, har kapping verður í styrkilyfting
Mynd: Jonhard Hammer
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VÍF
5
4 - 0 - 1
497
393
104
19
2 StÍF
5
4 - 0 - 1
498
427
71
19
3 Neistin 3
3 - 0 - 0
448
381
67
15
4 Kyndil 5
3 - 0 - 2
474
420
54
13
5 H71
5
1 - 0 - 4
406
482
-76
4
6 Tjaldur 5
0 - 0 - 5
417
526
-109
3
7 KÍF
4
1 - 0 - 3
351
462
-111
3
Støðan, 1. deild menn
Leivur Justinusen var
millum teir leikarar, sum
mikukvøldið fingið eitt
sindur meira av spælitíð
enn vanligt
Mynd: Álvur Haraldsen
Seinnapartin í dag klokkan
13 verður seinni landsdyst-
urin á venjingarleguni í
Spania spældur. Føroyar
skulu spæla ímóti Íslandi,
og úr La Magna frætta vit,
at føroysku spælararnir og
venjarin ætla sær at leggja
alt tað, teir eiga, í fyri at
vinna:
– Undir venjingini tykjast
menn vera sera uppsettir.
Teir vita, at íslendingar hava
eitt gott lið her niðri, men
spælararnir, venjarin og hin-
ir í føroysku leguni eru sam-
dir um, at nógv skal leggjast
fyri. Higartil hevur tað ikki
eydnast at vunnið at fingið
javnleik í a–landsdysti í-
móti Íslandi, síðani altjóði
limaskapurin gjørdist veru-
leiki í 1988. Okkara menn
hava verið tætt við meiri
enn eina ferð, og eg hevði
ikki verið kløkkur, um meiri
spurdist burturúr her niðri,
enn tað hevur gjørt undan-
farnu ferðirnar.
Tað er Dánjal Andreasen,
nevndarlimur í Fótbólts-
sambandinum og kapping-
arstjóri í vaksnamanna-
deildini, sum vit hava í tele-
fonini. Hann er ferðaleiðari
á ferðini til Spania. Tá vit
tosaðu við hann í gjár, vandi
landsliðið. Teir skuldu venja
aftur í gjárkvøldið, og í dag
skulu teir so aftur í eldin.
– Bæði føroyingarnir og
finnlendingarnir vóru ov
Gamal kenningur oddamaður hjá Íslandi
Tá íslendingar vóru á Tórs-
vølli mikudagin 18. august
í fjør var Guðjón Þórðarson
venjari. Hann var nógv vir-
dur í starvinum. Úrslitini
vóru góð, og tað hevði við
sær, at venjarin fekk lokk-
andi tilboð aðra staðni frá.
Íslendingar eiga nógv av
pengunum aftanfyri Stoke
City, og fyrrverandi ílsend-
ski landsliðsvenjarin hevur
nú ábyrgdina av eingilska
2. deildar felagnum.
Nýggjur landsliðsvenjari
í Íslandi er Atli Eðvaldsson,
sum sjálvur hevur spælt 70
landsdystir, sum var met tá,
og var liðformaður í fleiri
enn tríati landdystum.
Atli Eðvaldsson, sum var
hollur miðverji, var yrkis-
spælari í útlondunum í áttati
árunum. Í Vesturtýskalandi
spældi hann m. a. við Bo-
rrusia Dortmund og Fortuna
Düsseldorf, og hann royndi
seg eisini í Turkalandi.
linligir mánadagin. Okkara
menn høvdu ov fáar royndir
ímóti málinum hjá mót-
støðumonnunum. At finn-
lendingar skoraðu var spell,
tí málið var í so bíligt, sigur
Dánjal Andreasen.
Todi og Óli við aftur
Mánadagin sótu tveir av
stuðulsspælarunum uttan-
fyri. Talan var um Toda
Jónsson og Óla Johannesen.
Todi hevði onkran trupul-
Nýggi venjarin hjá íslendingum var liðformaður, tá føroyingar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin
Beiggi hansara er Jóhan-
nes Eðdvaldsson, sum í
sjeyti árunum var miðvall-
ari í skotska Celtic.
Atli Eðvaldsson er ikki
ókendur fyri føroyingum.
Tá landsliðið 24. august í
1988 var í Akranesi og
spældi fyrsta altjóða skrá-
setta landsdystin, var Atli
Eðvaldsson liðformaður.
Nýggi íslendski lands-
liðsvenjarin er sonur Evald
Miksson. Hesin búsettist í
Íslandi eftir 2. heimsbarda-
ga. Hann kom úr Estlandi,
har hann í tríati árunum
hevði verið landsliðsmál-
verji.
Kropssterkir
Íslendingar vunnu miku-
dagin 1–0 ímóti Finnlandi.
Rikarður Daðason, sum
spælir við Viking í Stavan-
ger, skoraði málið í 1. hálv-
leiki.
Úr Spania verður sagt, at
tað gekk eitt sindur harðliga
fyri seg, og tískil skulu før-
oyingar rokna við, at tað
seinnapartin í dag verða
nógvir nærdystir, har krops-
styrkin fer at hava nógv at
siga.
Málverjar í íslendska
hópinum eru Birkir Kris-
tinsson, ÍBV og Árni Gau-
tur Árason, Rosenborg, og
útispælararnir eru Rúnar
Kristinsson,
Lilleström,
Rikharður Daðason, Viking
Stavanger, Bjarki Gunn-
laugsson, Preston, Helgi
Kolviðsson, Mainz, Auðun
Helgason, Viking Stavang-
er, Pétur Guðmundsson,
Tromsö, Sverrir Sverrirs-
son, Fylkir, Bjarni Guðjóns-
son, Genk, Arnar þór Við-
arsson, Lokeren, Sigurður
Örn Jónsson, KR, Ólafur
Örn Bjarnason, Malmö,
Haukur Ingi Guðnason,
Liverpool, þórhallur Hin-
riksson, KR, Sigþór Julius-
son, KR, Indriði Sigurðs-
son, Lilleström og Bjarni
þorsteinsson, KR.
Umframt hesar omanfyri
nevndu hava fýra aðrir verið
í íslendsku leguni, sum nú
eru farnir aftur í útlendsku
feløgini, sum teir spæla fyri.
Hesir eru þórður Guðjóns-
son, Genk, Hermann Hreið-
arsson, Wimbledon, Heiðar
Helguson, Watford og Eiður
Smári Guðjohnsen, Bolton.
JH
Liðformenninir í fyrsta
altjóða dysti Føroya.
Kristian Petersen og Atli
Eðvaldsson. Nú er hin
seinni vorðin landsliðs-
venjari hjá Íslendingum
Mynd: Jákup Simonsen (úr
bókini Fótbóltslandsliðið)
Todi og Óli eru tøkir aftur
Í føroysku leguni í Spania ætla teir ikki at spara upp á krútið í royndini at
koppa íslendingum fyri fyrstu ferð
leika í rygginum, sum gjør-
di, at hann ikki fekk vant
og spælt fyrra partin av ven-
jingarleguni, og Óli Johan-
nesen var plágaður av bruna
í einari tá.
– Todi hevur vant við full-
ari ferð mikudagin og hós-
dagin, so tað er einki at ivast
í, at hann verður við ímóti
Íslandi. Eg havi eisini skilt,
at Óli Johannesen verður
klárur at spæla.
Vit nevndu í fyrradagin,
at Todi Jónsson hevði føð-
ingardag henda dagin. Tá
teir høvdu fingið døgurða
hetta kvøldið – vit frætta úr
Spania, at teir búgva væl,
og at maturin er góður –
fekk Todi eina føðingar-
dagsgávu:
– Vit hava hildið, at skot-
ini hjá honum hava ikki ver-
ið nóg góð á landsliðnum
ta síðstu tíðina. Tí góvu vit
honum ein revolvara, og so
vóna vit, at tað fer at hilnast
væl hjá honum í dag, sigur
Dánjal Andreasen skemt-
andi.
Julian skaddur
Í dystinum ímóti Finnlandi
noyddist Jákup á Borg at
lata seg skifta út í 2. hálv-
leiki. Hann var so mikið illa
skaddur í fótinum, at tað bar
honum ikki til at halda fram.
Síðani tá hevur hann ikki
luttikið í venjingini, og vit
frætta, at tað verður roknað
við, at Jákup á Borg ikki fer
at venja tær næstu tríggjar
vikurnar.
Julian Johnsson er ein av
týdningarmiklu og harvið
sjálvskrivaðu stríðsmonnu-
num á føroyska miðvølli-
num.
Undir
venjingini
fyrrapartin í gjár fekk hann
ein snudd í fótin:
– Tað sá ikki væl út. Vit
hava ofta sæð, at ein spælari
ikki er førur fyri at seta
beinið til ein dag, og at hann
síðani spælir við fullari ferð
dagin eftir. Eg havi einki
frætt frá læknanum og fy-
sioterapeutunum, men tað
hevði ikki undrað meg, um
Julian Johnsson ikki verður
førur fyri at spæla ímóti Ís-
landi, men nú fáa vit at
síggja, er tað, sum Dánjal
Andreasen hevði at siga á
middegi í gjár.
Hava tapt hvørja ferð
Síðani altjóða limaskapurin
hjá FSF gjørdist veruleiki,
hava føroyingar og íslend-
ingar hittst fimm ferðir í
altjóða skrásettum lands-
dystum.
Higartil
hava
íslendingar vunnið hvørja
ferð, og málmunurin er 2–
8. Føroysku málini vórðu
skorað í 3–2 tapinum í Gun-
dadali 8. august í 1990. Kurt
Mørkøre skoraði fyrra mál-
ið, og Jan Dam skoraði tað
seinna. Teir eru báðir við í
Spania.
Síðsta ferðin Føroyar og
Ísland spældu var á Tórs-
vølli 18. august í fjør. Ta
ferðina var tað ikki so lítið
órudduligt. Svenski dóm-
arin vísti dygst undan steð-
ginum John Petersen reyða
kortið fyri hevnisøku, og
Allan Mørkøre misnýtti eitt
brotsspark ímóti liðfelag-
anum Birkiri Kristinsson.
Ísland vann 1–0, og tað var
þórður Guðjónsson, sum
skoraði málið.
Í 1997 vóru føroyingar
yviri í Höfn og spældu í
sambandi við eitt hundrað
ára hátíðarhaldið hjá KSÍ.
Ta ferðina vann Ísland 1–0.
Málið skoraðu teir fimm
minuttir eftir, at vanliga
leiktíðin var farin. Føroy-
ingar og ikki minst Allan
Simonsen vóru sera harmir
um, at tað ikki eydnaðist at
varðveita javnleikin ta ferð-
ina.
JH
Todi Jónsson sæst her í dysti móti Estlandi. Hann og Óli Johannesen eru nú aftur klárir at spæla, eftir at teir
noyddust at sita uttan fyri seinast. Hinvegin noyðast Jákup á Borg og Julian Johnsson at sita uttan fyri í dag