Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 43 - 1. mars 2006 Faktorshúsini í Klaksvík vórðu bygd í 1838, men tey seinni árini hava tey staðið í gloymskuni og meiri til fortreð fyri ferðsluna í býnum. Nú verður arbeitt við at seta tey í stand aftur. Og gongst sum ætlað verður ein partur av teimum liðugur í 2008, tá Klaksvík fyllir 100 ár Varðveiting Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: At tað er kalt í veðrinum, sær ikki út til at nerva hesar báðar menninar – Andras Sólstein og Jógvan Ravnsfjall. Ídnir hava teir báðir og ein annar maður arbeitt, og aftur henda dagin eru teir farnir til verka við stóru ætlanini, at fáa hesi søguligu handilshúsini – Faktorshús­ ini – aftur í hóskiligan stand. Teir hava arbeitt nógv inn­ an­veggja í húsunum, men tað er helst arbeiðið uttan­ dura sum fólk best kunnu eygleiða og síggja gongdina í. Tað er ikki at taka seg aft­ ur í, at tá ein fer í holt við so gamlan og søguligan bygn­ ing, sum hevur staðið órørdur í nógv ár, so er veruliga talan um stórarbeiði. – Ja, húsini vóru rætti­liga illa farin. Tað fyrsta vit tí gjørdu var at skifta tak­ið út, sigur Jógvan Ravns­fjall, leiðari á Forn­minnis­savn­ inum. Teir hava higartil brúkt nak­að av peningi – kanska einar 400.000 kr. Men hetta er kortini bert ein partur av tí, sum tann samlaða ætlanin at varðveita hesi húsini fer at kosta. Liðugt til 100 ára haldið Hóast nógv longu er gjørt, so vantar kortini nógv í, fyrr­ enn henda spennandi ætlanin verður liðug. – Vit gera í løtuni klárt á takinum, so at flagið kann leggjast á. Og tá tað fer at vára aftur, verður flagið lagt á. – So kann tað byrja at grógva, tá summarið kemur, greiður Jógvan Ravnsfjall frá. Ætlanin er, at ein partur av hesum stóra bygninginum skal verða liðugur í 2008. Tá verður nevniliga Klaks­ víkar kommuna 100 ár, og er ikki óhugsandi at Faktors­ húsini verða ein partur av hesum hátíðarhaldinum. Mentanarlig tiltøk Faktorshúsini við Klaksvík­ vegin hava leingi staðið mest­ sum í órøkt. Tí hava nógv fólk ynskt tað flutt ella burt­ ur­beint. Men teir á Norðoya Forn­ minnissavni vildu tað øðr­ vísi. Teir fingu keypt hesi hús­ini fyri fimm árum síð­ ani, og hava síðani arbeitt við, hvussu ein kundi seta tey í stand, og hvat tey kundu brúkast til. Møguleikarnir í hesum hús­unum eru nógvir, og har er bert ein spurningur um, hvussu langt hugur og hugflog røkka. Ætlanin er tó, at kommunan kann fáa hesi húsini at ráða yvir. Tey kunnu nýtast til mong ymisk endamál, m.a. til framsýningar, fyrilestrar og onnur mentanarlig til­ tøk. Faktors­húsini aftur til heiður og æru Í fjør var málið um Faktors­ húsini fyri í Klaksvíkar bý­­ráði. Uppskotið var at kanna, hvat tað kostaði at flyta hesi søguligu húsini ella at fáa tey burturbeind. Breið semja var tá um, at húsini hvørki átti ella kundu verðið burturbeind, tí loyvi snøgt sagt ikki var til tess. Ístaðin fyri er ein nú farin undir at seta tey ístand. Tað eru helst mong í bý­­num sum halda, at Fak­ tors­­húsini hava verið lítið virðilig sum eini søgulig hús í dag. Tey hava sæð forfallin út, og lítið hevur røkst fyri at tey skuldu koma aftur til heiður og æru. Onnur hava hildið, at ein átti at tikið tey niður, soleiðis at tað kundi lætta um hjá ferðsluni eftir Klaks­ víksvegnum. Men tá ein tosar um søgu­ ligar bygningar í Klaksvík, so er hesin bygningurin ikki einhvør søguligur bygn­ ingur. Hesi handilshúsini telj­ast millum elstu húsini í Klaks­ vík. Tey eru bygd í 1837-38, og líkjast handilshúsunum á Fitjum í Vestmanna. Faktorshúsini vórðu frið­ að í 1986, og tey seinastu árini hevur so verið arbeitt við at seta tey í hóskiligan stand. Forfallið og fortreð fyri flyting ”Sum kunnugt var bert ein handil í oyggjunum til 1836; serliga trupult var hetta hjá teimum, sum høvdu longsta og óhøg­lig­asta vegin at fara til Havn­ar, eitt nú suðringar og norðingar. Tann fyrsti, ið ber uppá mál at gera út­handil í Norðoyggjum er Christian von Gabel, abba­sonur hin kenda Christoff­er von Gabel, og sonur Fridrich von Gabel, sum høvdu havt handilin í Føroyum frá 1655-1709. Christian von Gabel, sum ivaleyst man hava kent viðurskiftini skrivar so­leiðis: ”Min Mening, efter den Erfaring jeg har om Landet udi de Tider, jeg har været der, er ell­ers denne, at der ikke bliv­er nogen Fordel ved Hand­elen, medmindre der i Stedet for den ene Krambod, som nu er midt i Landet i Thorshavn, blev desuden indrettet tvende andre Kramboder, for om Vinderdage kan Suderøen og Noder­øen umu­ligen kom­ me til Kram­boden for­me­ delst den lange Vej og det far­lige Far­vand, og da tving­ er Nøden Undersaatterne at handle med Lurendrejere. Men kom der tvende Kram­boder til, saasom en paa Norderø og en paa Suderø, og der blev holdt Fartøjer i Landet, som kunde fiske, naar Tid var, og ellers forføre Varerne ville det meget hjælpe ind­byggerne og forhindre Lurendrejere”. Hetta elsta uppskotið um handil í Norðoyggjum er skrivað 1723, men onki spurdist burturúr. Ikki fyrr enn jørðin hevði malið 115 ferðir um sólin og menn farnir at skriva anno 1838”. (Kelda: J. Símun Hansen ”Havið og vit 1” 1960) Úthandil í Norðoyggjum Jógvan Ravnsfjall og Andras Sólstein til arbeiðis ein kavadag herfyri. Talan er um eitt drúgt arbeiði at gera Faktorshúsini í nýtiligan stand. Men teimum bilar hvørki áræði ella hugur Kavamynd: Snorri Brend Ætlanin er at hesi gomlu handilshúsini í Klaksvík skulu setast í góðan stand. Gongst sum ætlað verður arbeiðið partvíst liðugt í 2008, tá Klaksvíkar kommuna verður 100 ár