mikudagur 1. mars 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 1. mars 2006
Suðuroyar Sparikassi
verður nú umskip
aður til partafelag.
Ábyrgdarar fáa
boðið at umskifta
ábyrgdarapening til
partapening til kurs
100
Sparikassi
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta varð avgjørt, tá Spari
kassin hevði aðalfund mána
kvøldið. Stóra málið á fund
inum var, hvørt Sparikassin
skuldi umskipast til parta
felag ella ikki. Ein umskip
an, sum eisini ber við sær, at
Sparikassin fær møguleika at
virka sum veruligur banki.
Fáa kurs 100
Aðalfundurin tók undir við
broytingini, og nú verða form
ligu viðurskiftini avgreidd,
soleiðis at umskipanin gerst
veruleiki.
Ein av broytingunum, sum
ábyrgdararnir merkja best,
er, at ábyrgdarfæiið nú verð
ur umskipað til partapening.
Væntaða umskipanin hevur
eisini merkt áhugan fyri at
tekna ábyrgdarapening, og
seinastu tíðina er ábyrgdar
fæið økt úr einari í knappliga
tríggjar milliónir, verður
sagt í tíðindaskrivi. Eitt fæ,
sum verður umskift til parta
pening til kurs 100.
Samlaði partapeningurin
eftir umskipanina er 40.467
tkr. Av hesum kemur nýstovn
aði Suðuroyargrunnurin at
eiga 37.543 tkr.
Banka
umskipan
í Suðuroy
Hóskvøldið hevur
Handilsskúlin á
Kambsdali opið hús.
Á skránni verður
kunning um skúlan,
tónleikaframførslur,
mótasýning, spritt
sim
olator v.m.
opið hús
tíðindaskriv
Fimta árið á rað verður skip
að fyri hesum tiltaki, ið er
blivið alsamt størri og betur
vitjað.
Lærarar, næmingar og lest
rarvegleiðarar fara sum van
ligt at kunna um útbúgvingar
skúlans og tær lærugreinir
og tey tiltøk, sum eru á skúl
anum.
Í ár er tað so heppið, at
sprittsimulatorurin, ið hev
ur verið frammi seinastu
tíðina, eisini kemur at vitja
hóskvøldið, so almenning
urin í Norðoyggjum og Eyst
uroynni hevur høvi at royna
hann.
Sum vanligt verður móta
sýn ing har næmingar á
skúlanum fara at sýna fram
nýggjasta mótan, og Niels
Midjord kemur eisini á
gátt og fer at syngja nakrar
vísur.
Tiltakið byrjar klokkan
18 og endar klokkan 22.
Møguleiki er at fáa kunning
í hesum tíðarskeiði á kunn
ingarbásum í flokshølunum.
Ymisku framførslurnar fara
fram frá 19 til 21 í matarhøll
skúlans.
Móti og rúsdrekkakoyring á Kambsdali
Aðalfundurin hjá Sparikassanum tók undir við, at hesin nú verður til partafelag og banki