Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 43 - 1. mars 2006 Stóri vøksturin hjá fyritøkuni krevur bæði rúmligari høli og betrað kunda­ viðurskifti. Nakað sum stjórin metir seg hava rokkið í nýggju hølunum í Bókbindaragøtu í Havn Flyting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mánadagin var talan um nýggjar arbeiðsumstøður hjá teimum 16 fólkunum, sum í dag starvast hjá Kaupthing í Føroyum. Eitt tal, sum hevur verið í støðugum vøkstri, síð­ani fyritøkan byrjaði før­ oyska virksemið í 2000. Tá vóru starvsfólkini bara tvey í tali, og hølini við Ting­húsvegin tóktust vera ríkiliga stór til fyritøkuna. Eisini hóast roknast kundi við ávísum vøkstri. Men góð fimm ár seinni hevur vøksturin væl og virði­liga yvirhálað gomlu høl­ini. – Partvíst, so vóru karmar­ nir vorðnir ov treingir hjá okk­um. Ikki minst, nú vit standa fyri enn eini størri víðkan í sambandi við banka­ virksemið. Hartil, so vóru parkeringsviðurskiftini við Ting­hús­veg­in langt ífrá nøkt­ andi. Í seinasta enda verður tað jú eisini kundin, sum merkir hesar trupulleikar, og tí eru vit sera fegin um, at vit nú hava loyst hesar trupulleikar, sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar. Og hann leggur eisini afturat, at hann er sera væl nøgdur um nýggju hølini. – Vit hava í øllum før­um lagt okkum eftir, at inn­ rætt­anin skal taka atlit til, hvussu vit vænta at mennast framyvir. Og at hølini so eisini liggja væl fyri, er bara eitt pluss í so máta, sigur Peter Holm at enda. Opna skrivstovuumhvørvið við móttøkuna verður helst tað, sum kundarnir hjá Kaupthing í gerandisdegnum leggja best merki til Mynd: Jens Kristian Vang Kaupthing í nýggj høli Stílurin er bæði smartur og stór­sligin, tá trinið verður inn um dyrnar í nýggju hølunum hjá Kaupthing Mynd: Jens Kristian Vang