Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 Sosialurin Koyrilíkindi nær og hvar tað skal vera Landsverk bjóðar nú bilforarum og útróðrarmonnum eina tænastu, har til ber at fáa neyv og skjót líkindi á vegi og sjógvi eftir fáum sekundum. Skipanin við koyri- líkindum hevur verið nógv brúkt. Onkran vetur vóru 70.000 uppringingar frá fólki, sum skuldu út á foroysku vegirnar KAVAKOYRING Snorri Brend snorri(Qsosialurin fo Landsverk: Tey, ið koyra nógv millum bygdir kenna helst stöðuna: Tey skulu av húsum í Vestmanna ein vetrardag á fund norðuri við Gjógv, men ivast eina lítla lotu. Hvussu munnu koyrilíkindini vera? Ella man tað yvirhovur vera koyrandi eftir Gjáar- vegnum? Tú hevur eisini beint lurtað eftir koyrilíkindunum, soleiðis sum tey verða lisin í útvarpinum. Men tú ivast kanska í onkrum, ið sagt varð ella tú fekk íkki alt við. Hvorji eru ráðini til at taka? Tú kann ringja til automatiska telefonsvararin hjá Landsverki ella tú fert inn á heimasíðuna hjá stovninum. Soleiðis var áður, men í gjár kom Landsverk við eini nýggjari skipan, sum fer at gera tað nógvar ferðir lættari at útvega tær tey rottu og neyvu koyrilíkindini. Og tá er líkamikið, hvar í landinum tú ert staddur. — Hetta verður tí eisini ein lættari og ikki minst skjótari tænasta, sum vit nú kunnu veita teimum koyrandi, varð upplýst á tíðindafundi hjá Landsverki í gjár. Sama dag kom eisini henda skipanin í gildi. Umvegis fartelefonina ber nevniliga til at fáa tey nýggjastu koyrlíkindini eftir fáum sekundum við einum sms-boðum. Og til ber eisini at spyrja, hvussu koyrilíkindini eru á vegastrekkinum millum t.d. Sumba og Tvøroyri og Tórshavn og Bo. Til ber eisini at melda seg til eina tænastu, har ein fær ávaring sendandi um serligt ringt veður ella um eitt vegastrekki er stongt av omanlopi ella aðrum. Síðani fráboðanirnar um koyrilíkindini byrjaðu av álvara fyri meiri enn 26 Tey fimm fólkini, sum hava staðið aftanfyri nýggju tænastuna hjá Landsverki, sluppu at royna seg í kavanum í gjár — vm.: Regin Dalsgaard, Rannvá í Króki, Regin Árting, Finnleif Durhuus og Súsanna McBirnie undir Leitinum árum síðani, er torvurin á hesum oktur munandi. I fyrsta lagi eru bilarnir vorðnir fleiri í tali, eins og fleiri vegastrekki og tunlar eru komin síðani. Eitt annað er so tað, at fólk ferðast longri millum heim og arbeiðspláss. Tey hjá Landsverki hava tí merkt, at torvurin á eini góðari og neyvari fráboðan um koyrilíkindini hevur verið neyðugur. At torvur veruliga er á hesari skipanini tala tolini greitt um: Onkran vetur hava verið nærri 70.000 uppringingar til automatiska telefonsvararan. — Og vit hava eisini upplivað, at bara innanfyri ein tíma ringdu omanfyri 400 fólk til hesa telefonina, verður upplýst frá Lands- verki. Ringdu í tíð og ótíð Tað var eftir herviliga kavaveturin í 1978/79 at avgerð varð tikin um, at okkurt mátti gerast fyri at bata um fráboðanina fyri koyrilíkindini. Hesin kavi kom sjálvan Jólaaftan og varð liggjandi líka út í miðjan mai mánað. Umframt hetta vóru fleiri kavaódnir, ið lagdu landið at kalla lamið. Hjá Landsverkfraðingin- um, sum stovnurin tá kall- aðist, var greitt at her mátti ein miðvís fráboðanarskipan fáast til vega. Hovuðsorsekin til hetta var, at fólk ringdu í tíð og ótíð, á nátt og degi fyri at spyrja um, hvussu koyrilík- indini vóru. Trupulleikin var bert, at fráboðanarskipanin ikki var nóg góð. og at stovn- urin tí íkki kundi geva eitt noktandi svar. Um hetta mundið var talið av akførum um 12.000 og ferðslan bara øktist og oktist, m.a. tí at Streymoyggin og Eysturoyggin vóru sam- anbundnar við Brúnni um Streymin framman- undan. Tað var serliga koyringin eftir Oyggjarvegnum sum tey á stovninum stúrdu mest fyri. Í heilum var neyðugt hjá teimum at fara frá húsum at hjálpa fólki, sum vóru komin illa fyri á hesum vegastrekkinum. Ofta var orsokin hon, at fólk ikki tóku koyrilíkindini til eftirtektar. Tá so bummarnir vóru settir í bæði norðanfyri og omanfyri Havnina varð lættari at regulera ferðsluna tá líkindini ikki vóru til tess. Effektivt arbeiði Havuðspersónarnir aftanfyri hesa fráboðanarskipanina eru teir mongu vegmenninir hjá Landsverki kring landið. Her er talan um royndar menn, sum tí kunnu geva álítandi koyrilíkindi frá sær víðari til Landsverk. Teir fara hvonn einasta dag á vetri árla út á vegirnar at kanna, hvussu líkindini eru. Meðan teirra uppgáva áður var meiri býtt sundur, er hon í dag løgd um, soleiðis at teir Í roynd og veru gera trý arbeiðir samstundis. Teirra uppgáva er í fyrsta umfari at kanna, hvussu líkindini eru. Men samstundis sum líkindini verða kannað kunnu teir stroya salt á vegastrekkini og gera brúk av kavaplónni. — Ut frá hesum er greitt, at arbeiðið er vorðið meiri effektivt. Og okkara meting er eisini, at arbeiðið er íkki vorðið verri við tíðini, men heldur betri, varð sagt. Hesi koyrilíkindini vera síðani send til stovnin, har ein maður samskipar tey og fær tey víðari út til almenningin. Og við teirri nútíðar toknini hevur Landsverk nú gjort sítt til, at tey ið fara á foroysku landsvegirnar nú fáa tey nýggjastu koyrilíkindini bæði skjótt og neyvt. Kavamynd: Jens Kr. Vang FAKTA Fimm tænastur frá Landsverki Landsverk hevur fingið til vega eina faroyskt fram- leidda sms-skipan, sum kann veita teimum koyrandi fimm ymiskar tænastur. Hesar tænastur eru fráboðanir um:Koyrilíkindi,kunn- gerðir, ávaringar, veðurmátingar og aldumátingar. Tænastan við koyrilíkindum er víðkað soleiðis, at ein kann spyrja um koyrilíkindini fyri ávís vegastrekki, ávís okir ella rutur í landinum. Á henda hátt ber til at fáa neyvari og meiri viðkomandi upplýsingar um koyrilíkindi beinleiðis inn á fartelefonina ella við at spyrja á heimasíðuni hjá Landsverki. Henda fyrsta mánaðin er tænastan ókeypis. Eftir tað verður gjaldið fyri hvort aftursvarið frá stovninum 60 oyru fyri hvort smsið. Lesið Sosialin so eru tit við