Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 43 - 1. mars 2006 – Tað hevur týdning fyri eitt samfelag at hava eina fjøl­ miðlanevnd heldur formaðurin í donsku fjølmiðlanevndini, Niels Grubbe hægstarættardómari Fjølmiðlar Jan Müller jan@sosialurin.fo Uppskotið til eina føroyska fjølmiðlalóg varð til 1. Viðgerð á tingi týsdagin, har eitt nú fjølmiðlanevnd og góður fjølmiðlasiður varð viðgjørt. Formaðurin í donsku fjølmiðlanevndini er Niels Grubbe, hægsta­ rættardómari og hevur hann drúgvar royndir á hesum øki. Sosialurin hitti á ráðstevnu í Keypmannahavn í fjør undir heitinum: »Pressenævnet - vagthund eller kæledyr«. Hann vísir á, at um man vil lata eftirlitið við góðum pressusiði liggja í eini lógarstýrdari skipan, sum tey hava í Danmark ella lata miðlarnar sjálvar avgera tað, er ein smaksak. Men hann heldur sjálvur, at tað er tørvur á einum stovni, sum kann fara inn og taka konkreta støðu og sum kann vurdera í einstøkum førum, um hetta ella hatta málið er uttan fyri karmarnar av góðum pressusiði. – Eg haldi tó ikki, at man skal brúka eina fjøl­ miðlanevndarskipan til at útvikla tær etisku regl­ urnar. Tær skulu brúkast frá sak til sak. Pressan sjálv eigur at gera reglar fyri góðan pressusið. Ymsar meiningar eru, um vit skulu hava niðurskrivaðar reglar og skal man hava tað, so skulu fjølmiðlarnir sjálvir gera tað. Hevur man ikki nakran sjálv­justist í miðlunum, so eiga tit at fáa tað. Í Norra hava tey eina øðrvísi skipan enn hana í Danmark. Har er tað eitt sokallað pressuforbund, sum tekur sær av hesum. Niels Grubbe heldur, at man kann gott hava eina nevnd, sum antin er stýrd av miðlunum ella sum er lutvíst almenn, sum man hevur í DK. Vigtugt at bæði journalistar og blaðstjórar eru við í fjøl­ miðlanevndini, tí teir hava konkretan kunnleika til, hvussu hetta verður gjørt. Men eg meti sum sagt, at tað hevur postivan týdning at hava eina fjølmiðlanevnd. Handlarnir í Miðbýnum í Havn hava tikið avgerð um, at fyrsta leygardag í hvørjum mánaði verður opið til kl. 16 Handilslív Jákup Mørk Avgerðin varð tikin á fundi, sum handlarnir hava havt. Undan fundinum var eitt spurnarblað sent handlunum um upplatingartíðir í miðbýnum. Flestu handlar svaraðu, og stórur meiriluti var fyri at hava opið ein leygardag um mánaðin. Meiriluti var eisini fyri, at tað skuldi vera fyrsti leygardagur í mánaðinum. Eisini var stórur áhugi fyri at hava opið leygardagin fyri pálmasunnudag og ólavsøku. Teir handlar, sum frammanundan hava havt leingi opið leygardagar, halda tó fram við hesum, verður sagt Altjóða kvinnu­ bønar­dagurin er ein heimsumfatandi tvørkirkjuligur felagsskapur, sum byrjaði í 1887, og sum altíð er fyrsta fríggjadag í mars mánaði Bønardagur Hvørt ár verður eitt ávíst land útvalt til at verða biðið fyri. Ein bólkur av kvinnum frá ymsum kristnum sam­kom­um í tí ávísa landinum arbeiðir so við at gera skránna til Al­tjóða kvinnubønardagin. Skráin lýsir tørv/neyð­ arróp í hesum ávísa land­ inum og verður send til 180 lond. Hvørt land umsetir so skránna til teirra mál, og tað sigst, at í dag verður henda skrá umsett til fleiri enn 1000 mál. Í ár er tað Suður-Afrika, sum hevur gjørt skránna. Úr fleiri samkomum Ein veit ikki við vissu, nær fyrsti Altjóða kvinnu­ bønardagurin var í Føroyum, men í 1964 varð lýst í bløðunum at dagurin var í KFUK. Í dag eru kvinnur úr sjey samkomum í Føroyum við til at skipa fyri Altjóða kvinnubønardegnum. Gjøgnum Altjóða kvinnu­ bønardagin eru kvinnur um allan heimin við til, í fyrsta lagi, at játta sína trúgv á Jesus Kristus, og í øðrum lagi, at deila vón og ótta, gleði og sorg, møguleikar og tørvir hjá hvørji aðrari. Gjøgnum Altjóða kvinnu­ bønardagin verða kvinnur eggjaðar til ikki bert at liva í sínum nærumhvørvi, men at fylgja við runt í heiminum. Tær verða eisini eggjaðar til, at ríka seg av royndunum hjá trúgvandi í øðrum londum og við aðrari mentan, at deila byrðarnar hjá øðrum og at biðja við og fyri teimum, og at síggja møguleikarnar at tæna í samfelagnum. Dagurin verður hildin kring allan heimin. Vegna tíðarmunin í heiminum biðja ikki øll somu tíð. Dagurin byrjar við sólarrisi á Tongaoyggjunum í Stillahavinum og heldur fram runt heimin til seinasta møti á Samoa- oynni í Stillahavinum. Í Føroyum verður Altjóða kvinnubønardagurin hildin 3. mars kl. 19.30 á hesum støðum: Í Tórshavn: Evangelii­ húsið Í Klaksvík: Soli Deo Gloria Í Vági: Frelsunarherurin Fjølmiðlar skulu sjálvir gera etiskar reglar Niels Grubbe, hægstarættardómari og formaður í donsku fjølmiðlanevndini Mynd Jan Müller Kvinnur úr Suðurafrika kalla heimin til bøn 1. ­leygardagur í Havn er langur Strípur kunnu vera tín vinur, um tú brúkar tær rætt, mótaserfrøðingur og blaðstjóri gevur okkum vanligu fólkum nøkur ráð um, hvussu strípur kunnu brúkast rætt Móti Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Aftan á at strípur hava verið stórt sæð útihýstar úr mótaheiminum í nógv ár, eru strípur at síggja í hvørjum handilsvindeyga í størru býunum, og sjálvt á catwalkum kring heimin sær lívið rættiliga stríputt út. Vármótin er stríputtur, og hetta hevur fingið vara­ mótablaðstjóran á bretska tíðindablaðnum The Sun, Toni Jones, at geva øllum okkum wannbe stríputtu nøkur góð ráð um hvussu strípur kunnu brúkast uttan, at eitt mótaóhapp stendst av tí. Hann vísir á, at strípur brúktar á rættan hátt kunnu vera tín vinur. Vertikalar strípur fáa kroppin at síggja hægri og klænri út. Meðan horisontalar strípir kunnu fáa sjálvt minstu boppurnar at tykjast størri. Høvuðsreglan er tann, at tú ongantíð skal brúkar strípur á kropslutum, ið tú ikki ætlar, at fólk skulu leggja merkið til. Ein ov stór rumpa sær ikki minnið út, um hon er stríputt. Tú kanst tildømis brúka sterkt littar stríputtar vestar ella blusir saman við víðum einlittum buksum, ella kanska brúka tvey ymisk sløg av strípum saman. Hetta er djarvt, men kann sambært Toni Jones rigga heilt væl. Strípur eru aftur inn Mótasýningin hjá Mads Nørgaard í Den Grå Hal á Christiania (mynd: scanpix.dk) Sørvágs bygdaráð sam­tykti einmælt á bygdaráðsfundi miku­ dagin 22 februar at taka av tilboðnum frá Berg Rasmussen byggimeistara, um at byggja nýggja egningarmiðstøð í Sørvági. Tilboðið frá Berg Rasmussen er á  2,2 miljónir krónir. Við hesum tiltakinum gerast umstøðurnar hjá útróðrarvinnuni í Sørvági munandi betri. Kostnaðurin fyri egningarmiðstøðina setti bygdaáðið av á fíggjarætlanini fyri 2006.   IT. Sørvingar fáa egningarmiðstøð