Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 7 Tað var rættuligur ruðulleiki á Kaldbaks­ vegnum í morgun, tá ið fleiri bilar rendu seg fastar í kavanum ella fóru út av vegnum Ferðsla Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Klokkan umleið níggju í morg­un var Tórshavnar Sløkki­lið liðugt við at toga bilar leysar, sum høvdu rent seg fastar í kavafonnum ella vóru farnir út av vegnum í Kaldbaksbotni. Rýkur illa Vakthavandi á politistøðini í Havn segði í morgun, at sløkkiliðið hevði brúkt um­leið ein hálvan tíma at toga seks bilar leysar, sum annaðhvørt stóðu fastir í kavafonnum ella vóru farnir av vegnum. Umframt teir seks bilarnar, sum sløkkiliðið noyddist at veita eina hjálpandi hond, vóru fleiri aðrir, sum stóðu fastir, men hesir megnaðu tó sjálvir at koma leysir aftur. Felags fyri allar bilarnar, ið vóru komnir í trupulleikar, var, at teir vóru á veg norð­ur­ eftir, og at teir komu í trup­ ul­leikar í brekkuni niðan móti tunnilsmunnanum í Kald­baksbotni. Nógvu trupulleikarnir av ferðsluni høvdu eisini við sær, at landsvegurin var stongdur í nærum ein hálv­an tíma, og tað hevur óivað eisini merkt, at fleiri bygdafólk gjørdust ov sein til arbeiðis í Havnini í morgun. Løgreglan var á staðnum frá umleið klokkan átta í morgun, og vakthavandi segði, at umframt stórar kavafannir, var tað ein stórur trupulleiki, at tað reyk so illa. Til tíðir reyk so illa, at bilar noyddust at standa stillir, tí sýnið var so vánaligt. Rithøvundurin Ra­m­on Bennett úr Jerúsalem vitjar oyggj­ ar okkara saman við konu síni Zipporah í tíðarskeiðinum frá 3. til 10. mars, Hann fer at hava fundir og fyrilestrar kring landið Vitjan Ramon Bennett er útbúgvin teologur, er altjóða viður­ kendur bíbliulærari við ser­ frøði innan bíbliunnar pro­feti. Hann er søgu- og pol­itiskur greinskrivari, og hevur serstakt altjóða innlit, tá ið tað snýr seg um heimshendingar. – Boðskapur hansara er upp­lýsandi og bergtekur áhoyr­aran, verður sagt um hann. Kjak eftir bók Ramon rekur saman við konu síni Zipporah fel­agskapin ”Arm of Sal­va­ti­on” sum hevur miðstøð sína í Jerúsalem. Ramon er dagligur leiðari, meðan Zipporah virkar sum atstøðuleiðari. Ramon Bennett hevur skrivað fleiri bøkur, har vit fáa innlit í servitan hansara, tá ið tað snýr seg um bíbilsk profeti og Miðeystur. Metsølubókin ”Filisterne, myten om det palestinske folk“ (norska heitið) er ein óvanlig bersøgin avdúking av ”friðartilgongdini” í Mið­eystri. Bókin skapar kjak mill­um jødar, muslimar ella kristnir zionistar, vegna ber­søgnu og óttaleysu skrivingina. Síðani hann byrjaði altjóða arbeiði sítt í 1987, hevur Ra­mon hildið fyrilestrar, havt frálæru, talað á møt­ um, á ráðstevnum og á bíbliu­­skúlum kring heimin. Eisini er hann tíðum gestur í sjónvarpssendingum og øðr­ um fjølmiðlum. Hetta er aðru ferð Bennett- hjúnini vitja oyggjar okkara, seinast var á sumri 1997. Bennett-hjúnini koma til Føroya fríggjadagin 3. mars. Tey hava tíðindafund í Norðurlandahúsinum mána­ dagin 6. mars kl. 10. Fyrsti fyrilesturin verður hildin í kommunuskúlanum í Havn leygarkvøldið, har Sangkórið í Siloa fer at syngja. Sunnudagin kl. 15 hava tey fund í skúlahøllini í Trongisvági, har sangkórið undir leiðslu av John í Skemm­uni fer at syngja. Sunnu­kvøld­ið kl. 20 verða tey í missi­ónhúsinum „Liba­non“ í Sørvági. Í komandi viku verða tey í „Filadelfia“ í Gøtu, í bygdarhúsinum „Samljóð“ í Skopun og í „Betesda“ í Klaksvík. sb. Bert smávegis óhapp kring landið Hóast hálkan og kavin elvdi til ferðsluruðulleika á Kaldbaksvegnum í morgun, hava smærru pol­iti­støð­ ir­nar kring landið havt sera lítið at gjørt í sambandi við hálkuna Ferðsla Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á politistøðunum í Runa­vík, Klaksvík og á Tvøroyri verður tó sagt frá, at tað liggur nokk so fitt av kava, men at tað ikki tykist sum um, at hetta hevur ávirkað ferðsluna stórvegis. Politibilur rendi á Á politistøðini í Runavík sigur vakthavandi, at har hevur hálkan ikki elvt til nakað ferðsluóhapp. Í gjárkvøldið bleiv ein hundur árendur á Strondum, og í morg­un var eitt lítið ferðsluóhapp í túninum hjá løgregluni, tá ið ein av politibilunum rendi á ein parkeraðan bil hjá einum av starvsfólkunum á politistøðini. Skaðin var tó lítil og eingin, og hálkan var ikki orsøk til óhappið, sigur vakthavandi. Í Klaksvík hevur eingin fráboðan um nakað ferðsluóhapp verið í dag, men í gjárkvøldið vóru tvey smærri óhapp, hóast nokk so fitt av kava liggur. Eisini í Suðuroynni hev­ ur verið ógvuliga frið­arligt. Á politistøðini á Tvøroyri upplýsir vakthavandi, at telefonin hevur verið púra kúrr, og teir hava onga fráboðan fingið um nakað óhapp. Bersøgin Ísraelsvinur kemur á vitjan Síðani avreiðingar­ skip­anin varð sett í verk, hevur tað ong­ antíð verið fiskað og avreitt so nógvur upsi sum í fjør Fiskivinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í 2005 vóru fiskaði sløk 62000 tons av upsa, og tað er ein vøkstur upp á heili 45 prosent í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Prísurin eisini góður Besta upsaárið undan 2005 við verandi avreiðingarskipan var í 2001, tá ið eini 51.000 tons av upsa vóru avreidd um avreiðingarskipanina í Føroyum. Umframt at upsafiski­skap­ urin var serstakliga góður í fjør, so var avreið­ing­ar­ prísurin eisini verið væl betur í fjør enn undanfarnu árini, tá ið hann var stak vánaligur. Tíverri hevur toska­fiski­ skapurin als ikki verið eins góður sum upsafiskiskapurin, tí í 2005 vóru einans 19.000 tons avreidd, og tað er væl undir miðal. Hinvegin er avreiðingarprísurin fyri tosk sera góður, og prís­ur­in nærkast prísunum í 2001, sum var metár fyri toskaprís. Á heimasíðuni hjá Hag­ stovuni stendur somuleiðis at lesa, at avreiðingarnar utt­anlands vóru munandi minni í fjør enn árini frammanundan. Nógv tann størsti parturin av feska fiskinum, sum fer av landinum óvirkaður, verður útfluttur, eftir at hann er avreiddur í Føroyum. 2005 var metár fyri upsa Árið í fjør var metár fyri upsafiskiskap. Ikki færri enn 62.000 tons av upsa vóru avreidd umvegis avreiðingarskipanina, og er tað ein vøkstur upp á umleið 45 prosent í mun til í 2004. savnsmynd Rokaligt á Kaldbaksvegnum Tað var rættuliga rokaligt á Kaldbaksvegnum í morgun, tá ið fleiri bilar rendu seg fastar í stórar kavafannir, og aðrir fóru út av vegnum. savnsmynd