Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 43 - 1. mars 2006 Tað er rok í sam­gong­ uni er um einskilj­ ingina av Atlantsflogi og vandi er fyri, at alt dettur niðurfyri. Fleiri tingmenn góðtaka ikki ætlanina hjá landsstýrinum tí tað fer at koyra Atlantsflog á heysin Einskiljing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Einskiljingin av Atlantsflogi hongur í einum klønum trái. Í øllum førum kann staðfestast, at samgongan er rúkandi ósamd um, hvussu flogfelagið skl einskiljast. Nakað síðani kunngjørdi landsstýrið, at semja varð fingin um, hvussu Atlants­ flog skal einskiljast. Men hesum vísa tinglimir í samgonguni aftur. Bæði Poul Michelsen úr fólkaflokkinum, Johan Dahl úr sambandsflokkinum og John Johannessen úr javn­aðarflokkinum, gera greitt, at tað er als ongin semja í samgonguni um ein­ skiljingina av Atlants­flogi. Poul Michelsen og Johan Dahl siga, at er politisk semja gjørd um, hvussu Atlantsflog skal seljast, eru tað í øllum førum bara nakrir heilt fáir politikarar í ovast leiðsluni í samgonguni, sum hava gjørt hesa semjuna yvir høvdinum á restini av samgonguni. – Einskiljingin avAtlants­ flogi er ein ætlan, sum nakr­ir heilt fáir politikarar í samgonguni hava snikkað saman, uttan at teir hava tryggj­að sær, at samgongan sum so, tekur undir við ætl­ an­ini, eru teir báðir samdir um. Poul Michelsen sigur, at hann veit, at tað eru fleiri løgtingsmenn í fólka­ flokkinum, sum ikki taka undir við ætlanini og hann veit eisini, at polit­ik­­arar í hinum báðum flokk­un­um í samgonguni, sam­bands­ flokkinum og javn­aðar­ flokkinum, als ikki góðtaka ætlanina hjá lands­stýrinum. Johan Dahl vil bara tosa fyri seg sjálvan, men hann staðfestir, at ein partur av samgonguni hava avtalað ein samgonguleist fyri Atlantsflog, uttan at tryggja sær, at baklandið í restini av samgonguni, tekur undir við ætlanini. Teir eru báðir samdir um, at teir góðtaka ikki ætlanina hjá landsstýrinum fyri, hvussu Atlantsflog skal einskiljast. Og teir eru eisini fullvísir í, at teir eru langt frá einsamallir í samgonguni um at kolldøma ætlanina. Teir hava eisini báðir ein illgruna um, at veruliga ætlanin hjá landsstýrinum er at forða fyri at Atlantsflog verður einskilt yvirhøvur. Fólkaflokkurin ræðist Eisini John Johannesen, tingmað­ur úr javnaðarflokk­ in­um, ásannar, at tað er ongin semja í samgonguni um, hvussu Atlantsflog skal einskiljast. Hann sigur, at tað er ein bólkur í samgonguni, sum hevur avtalað einskiljingina, men tað er ongin avtala í samgonguni. Løgtingsmaðurin hjá javn­ að­arflokkinum sigur, at tað løgna í hesum máli er, at tað er fólkaflokkurin, sum setir fót fyri einskiljingini av Atlantsflogi. – Veruleikin er, at fólka­ flokk­urin ræðist fyri at ein­ skilja Atlantsflog og tað er helst av lokalpolitiskum or­søkum, sigur John Johanne­ sen. Hann sipar til, at, partar av fólkaflokkinum stúra fyri at missa Atlantsflog úr Vágum ella at ganga veljarunum har vesturi ov nær. – Tað sum fyriferst nú, er eitt fólkafloksprojekt, men tað er eitt projekt, sum er nógv hættisligari fyri At­lantsflog enn tað hevði verið at einskilt felagið ordi­ liga so at vit kundu fingu trygt fyri at Atlantsflog varð verandi eitt sterkt felag. John Johannesen heldur, at antin skal Atlantsflog ein­ skiljast ordiliga, ella er best heilt at lata vera. Landsstýrið ætlar at ein­ skilja 33% av Atlantsflogi nú og at selja partabrøvini til almenningin. – Tað gevur ikki Atlantsflog nakað sum helst, at flyta 33 % av partabrøvunum úr landskassanum yvir til pengapungin hjá privatfólki. Tað verður passivur eigara­ skapur, sum ikki fer at føra kapital til Atlantsflog. Tað er ikki at einskiljing og so er betri heilt at lata vera. Hann heldur skal At­lantsflog einskiljast, hevði frægasta loysnin verið at funnið ein samstarvsfelaga, sum kundi ført pening til felagið. – Hetta fer Atlantsflog brúk fyri, serliga eitt nýtt felag nú fer at flúgva ímillum Føroyar og Danmar, sum er lívæðrin hjá Atlantsflogi. Samstundis er ætlanin, at 33% afturat av Atlantsflogi skulu einskiljast seinni. Men spurningurin er, hvar Atlantsflog er, tá ið ein endalig avgerð kann takast um tað, heldur John Johannesen. – Tað, sum nú hendir, er at vit spæla at vit einskilja og skulu vit bíða í óvissuni í longri tíð, áðrenn greiða fæst á, hvat so skal henda. Atlantsflog hongur í einum klønum trái Umboð fyri allar tríggjar flokkarnar í samgonguni staðfesta at tað er ongin avtala í samgonguni um ætlanina at einskilja Atlantsflog. Teir ræðast ætlanina at einskilja flogfelagi soleiðis sum hon nú liggur