Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 9 Verður nóg mikið av ruðulleika skapt um ætlaðu søluna av Atlantsflogi, er mest sannlíkt at onki ferð at henda, sigur Poul Michelsen. Og hann hevur illgruna um, at tað er júst hetta, sum landsstýrið veruliga ætlar Einskiljingin av Atlantsflogi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Verður ætlanin hjá lands­ stýrinum um einskljingina av Atlantsflogi fylgd, verður føroyska flogfelagið skotið í senk. Tað staðfestir Poul Mich­elsen, tingmaður fyri fólkaflokkin og sostatt eisini limur í samgonguni. Hann ger tí púra greitt, at hann fer ikki at taka undir við eini einskiljing, soleiðis sum hon nú fyriliggur. Landsstýrið ætlar at selja 33% av Atlantsflogi nú, men so er ætlanin at selja 33% afturat seinni. Hetta heldur Poul Mich­ elsen fer at forkoma før­ oyska flogfelagnum. – Hetta er eitt ella annað royndarprojekt, sum nakr­ ir fáir í samgonguni hava bryggjað saman, har enda­ málið kanska er at lata priv­ at­um Atlantsflog fyri lítið og lætt, sigur hann. Hann sigur, at hann ætl­ ar sær ikki st spæla við í tí spælinum og tí fer hann at leggja sítt egna upp­skot fyri løgtingið um, hvussu Atlantsflog skal einskiljast. Tann stóri trupulleikin er at verða 33% einskilt nú, skal aftur ein løgtingssamtykt til fyri at selja hini 33%. – Men hvør trygd fæst fyri, at løgtingið nakrantíð ger samtykt nr 2. Tað er rætti­liga bláoygd at vænta, at nakar ferð at gera íløgur í Atlantsflog upp á eitt lyfti um eina løgtingslóg seinni, sigur Poul Michelsen. Avleiðingin verður, at ong­ in fer at betala pengar fyri Atlantsflog. Samstundis kem­ur felagið at liggja í onga­mannalandi í eini tvey ár og tað tolir tað ikki. Poul Michelsen sigur, at tað er ikki einskiljing at selja 33% og tí hevur hann illgruna um, at ætlanin er antin at lata privatum At­lantsflog fyri lítið og lætt, ella er veruliga ætlanin, at felagið skal verða verðandi alment. Hann heldur at tað kann vera, at politiskar kreftir í Vágum stúra fyri, at missa Atlantsflog av oynni. Hinvegin heldur hann, at tey, sum stúra fyri slíkum, kunnu ikki hava serliga stórt álit á felagnum. Poul Michhelsen sigur, at hann fer tí at leggja uppskot fyri tingið um at einskilja Atlantsflog. Eins og landsstýrið, mælir hann til at einskilja 66% av fel­ agnum. Men hann mælir til at gera tað í einum – Eg fari at skjóta upp, at løgtingið samtykkir, at nevndin í Atlantsflogi fær heimild at selja 66% av Atlantsflogi, tá ið hon heldur tað vera rættast. – Atlantsflog hevur brúk fyri nýíløgum og teir hava brúk fyri eini nýggjari virk­isætlan, nú teir fáa ein kappingarneyta. Tí er tað mítt endamál at styrkja fel­ agið og tað kann ein strateg­ iskur eigari gera, men skal tað eydnast, má tann nýggi eigarin hava greiðar linjur og tað fær hann ikki frá landsstýrinum. – Eftir mínum uppskotið tryggjar tað eisini, at landið fær sum mest fyri flog­felagið. Uppskotið fer tí at gera partabrøvini dýrari, men samstundis vita íleggjararnir, hvat teir fáa og tí eru teir sinnaðir at gjalda meiri fyri partabrøvini. – Mítt uppskot gongur út upp á at vanligi føroyingurin skal sleppa at keypa um virðisbrævamarknaðin og at ein strategiskur keypari má keypa sín lut frá lands­ kass­anum og restina frá van­liga føroyinginum og so­statt fær palleba eisini møguleika at vinna pening uppá partabrøvuni. Í eini oddagrein í Sosi­al­ in­um fyrr í vikuni, varð róð framundir, at Poul Michelsen hevði gegnistrupulleikar í hesum máli, tí hann eigur i íløgufelagnum Notio og Notio eigur í fyritøkuni hjá Poul Michelsen. Sam­ stundis hevur Notio alment váttað at tað hevur áhugað í Atlantsflogi. – Eg eigi 300.000 krónur av 70 milliónum krónunum í partapeningi í Notio, so tað kann neyvan geva mær gegnistruppuleikar, so hatta er heilt burturvið.  – At Notio eigur 30% í PM, kann ikki gera meg ógegn­igan á nakran hátt og PM er ikki við í nakrari ætlan at keypa Atlantic. Poul Michelsen sigur, at hann hevur heldur onki ánilsi fyri, hvat Noto ætlar á hesum øki. – Annars fer mítt uppskot at gera partabrøvini dýrari, so tey eru avgjørt ikki til fyrimuns fyri Notio. Men verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt, kann Notio ognar sær At­lants­flog fyri lítið og lætt, leggur hann afturat. Atlantsflog kann verða skotið í senk – Verður ætlanin hjá landsstýrinum fylgd, fer Atlantsflog at liggja í ongamannalandi í eini tvey ár og tað tolir felagið ikki, sigur Poul Michelsen Virkar ikki Johan Dahl staðfestir, at tað, sum hendir nú, er, at ein ávísur partur í samgonguni ætlar at einskilja Atlantsflog eftir einum leisti, sum ikki virkar. – At einskilja 33% av At­lantsflogi nú og so bíða við at taka avgerð um rest, er tað sama sum at drepa felagið. Hann heldur tí, at skal Atlantsflog einskiljast, skal tað staðfestast beinanvegin, at ætlanin er at selja t.d. 66%, ella hvat tað verður. – Ongin fer at keypa 33% av partabrøvunum nú í teirri vón, at løgtingið seinni sam­ tykkir at selja 33% afturat, sigur Johan Dahl. Somuleiðis harmast hann um, at ætlanin er, at hangarurin og tyrlutænastan eru við í einskiljingini. – Hangarurin eigur at kunna verða ein partur av eini komandi yvirtiknari Vága floghavn, so at hann kann brúkast av teimum flog­feløgum sum røkja Føroyarutuna. Hann vísir eisini á, at tyrlu­ tænastan er alment fíggjað at kalla øll, sum hon er og tí eigur hon at verða tikin burturúr fyri burturav at røkja uppgávur í sambandi við hjálp og bjarging og at røkja ferðafólkaflutning og farmaflutning millum oyggjarnar. – Hetta er ein uppgáva, sum eigur at verða útlisiterað, heldur hann. Hann vísir eisini á, at landið betalir fyri allar eykalutir og umleið 21 millónir um árið fyri tyrluna í sambandi við hjálp go bjarging og rutuflúgving. ið eftir teirri ætlan, sum landsstýrið hevur lagt og teir fara heldur ikki at taka undir við einskiljingini,