mikudagur 1. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 43 - 1. mars 2006
Nú sóu vit Jørgen Niclassen tingmann loypa upp í
í samrøðu við SvF, tí nakar hevur loyvt sær at reisa
spurningin viðvíkjandi tilfeingisgjaldi. Hesa ferð í
samband við arbeiðið at ítøkiliggera ymsu deilmálini
í samlaða málinum – visjón 2015.
Tað varð ikki sagt beinleiðis, at tað bara var spurn
ingurin um tilfeingisgjald, sum fekk JN at reagera.
Heldur varð tosað um, at hetta var ein dupultfunktión,
nú arbeiðsbólkur longu er í holt við sama setning í
Fiskimálaráðnum. Seinni á kvøldi vórðu onnur dømi
tikin fram, har metta varð, at talan var um dupult
funktiónir í arbeiðnum at orða hornasteinarnar í vis
jónini.
Sjálvandi skulu dupultfunktiónir ikki setast upp í
fleng. Til tess er landið ov lítið. Men er tað so, at
greiningararbeiðið er gjørt innan setningin hjá fleiri
av strategibólkunum í Visjón 2015, so vil hetta alt
annað líka gera arbeiðið hjá bólkunum lættari. Ein av
fremstu uppgávunum hjá bólkunum er júst at saman
sjóða tað arbeiðið, sum er gjørt innan ymsu økini.
Og er tað eisini hetta, sum er orsøkin til, at flestu av
bólkunum hava almennu stjórarnar sum formenn. Júst
tí teir hava atgongd til ta servitan og tað kanningar-
og greiningarabeiðið, sum longu er gjørt innan ymsu
økini.
Tí kunnu hesar útsagnir tykjast kávalótir, sum skulu
nýtast til at krógva tað, sum óttin hjá fólkaflokkinum
veruliga snýr seg um. Onkursvegna tykist tilfeingis
gjaldið at vera eitt illavorðið banniorð. Hetta hóast
talan er um tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks. Ein
ogn, sum kortini er latin nøkrum fáum at umsita,
har frí kapping ikki ræður sum t.d. í handverksvinnu
ella aðrari vinnu á landi. Í fyrstu atløgu hava hesi
fáu fingið ókeypis atgongd til eitt tilfeingi, sum er
ogn hjá hvørjum tí einasta føroyingi gott nokk undir
ávísum treytum. Og hava tey somu fáu hug at selja
hesi rættindi, kunnu tey heysta milliónaupphæddir.
Sjálvandi rinda tey skatt av hesum, men anno 2006
skulu tey altso bara lata 18 kr. aftur fyri hvørjar 100,
sum tey hava fingið.
Nei – tað er at fegnast um, at málið um eina tilfeingis
rentu eisini er tikið við í Visión 2015. At partur av
tingmanningini konsekvent noktar at diskutera málið
yvirhøvur, tykist bara vera eitt tekin um armóð. Um so
er at argumentini ímóti tilfeingisgjaldi eru so eyðsæð
sum JN vil gera tað til, so er helst lítil ivi um, at
bólkarnir koma til hesa eftir øllum at døma eyðsæddu
niðurstøðu, og so er einki mist við at diskutera hetta
evnið, tvørturímóti.
Tá hetta er sagt, má sjálvsagt ásannast, at eitt so stórt
mál sum Visión 2015 átti at verið viðgjørt millum
flokkarnar á tingi, áðrenn tað var sett endaliga í
gongd. Bøtið um tað meðan enn tíð er.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tá argumentini ikki røkka
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í løgmansrøðuni í fjør
greiddi løgmaður frá síni
visjón fyri Føroyar. Hetta
er ógvuliga jaligt og rættir
hond út til felags lógvatak,
einum betri samfelagi at
frama. Málið er at Føroyar
skal vera heimsins besta
land í 2015.
Um talan er um at vit skulu
búgva í heimsins besta sam
felag á Ólavsøku 2015 er nú
væl minni enn 10 ár, áðrenn
hesin dagur er á okkum.
Nú eru so strategibólkar
nir mannaðir. Tónlistafólk
eru ikki at hóma í hesum
bólkum, hóast tað er á tón
listaøkinum at Føroyar hava
verið fyri størstu menning
ini, seinnu árini.
Menningin er hend, hóast
tónleikalívið í Føroyum hev
ur sera ring kor, tá ið saman
berast skal við grannalond
ini.
Men tað hómast – hóast
alt – glottar. Tað eru fleiri og
fleiri politikkarar, ið jaliga
viðgera ”Føroya Musikk
skúla” og tónleik sum heild.
Og tað eru eisini politiskir
flokkar, ið sýna ”Føroya
Musikkskúla” og tónleiki,
alt størri áhuga. Hetta vísti
viðgerin av uppskoti hjá
Tjóðveldisflokkinum um at
fáa Musikkskúlaskipanini
2,5 milliónir afturat á fíggj
arlógini fyri 2006. Tíverri
sveik flokkur løgmans so
dyggiliga. Gjørd ger fær
onga vend, men Javnaðar
flokkurin kann rætta mis
takið og gerast ein aktivur
viðspælari, at betra um kor
ini á tónlistaøkinum. Eg
yvist ikki í at viljin er til
staðar. Tað hevur flokkurin
víst fyrr.
Føroyar anno 2005.
Framgongdin í landinum og
nøgdsemi í fólkinum, eru
m.a. tengd at einum livandi
listarligum umhvørvi. Sam
felagið skal kjúkla um, og
stuðla sínum listafólkum á
allarbesta hátt!
Er hetta so í Føroyum í
dag? Svarið er tíverri eitt
rungandi nei. Á øllum økjum
haltar. Stuðulsskipanin til list
er láturliga lág, samanborið
við onnur lond her um leiðir.
Yrkistónleikarar hava onga
sosialskipan, onga eftirløn
arskipan og eru heldur ikki
partur av einari arbeiðs
marknaðarskipan. Rættindi
sum er ein sjálvfylgja í hin
um norðanlondunum.
Í ár sluppu 5 føroyskir ung
dómar inn á konservatoriir í
øðrum londum. Samfelagið
hevur brúkt pening til at
fáa hesar ungdómar inn á
hægri lærustovn í útlondum.
Føroyska samfelagið hevur
tí eisini skyldu, at skapa
góð kor her á landi, so hesir
ungdómar venda heim aftur
at virka, og ikki bert gerast
eitt aktiv í einum øðrum sam
felag.
Nakrar samanlíkningar
við onnur lond.
Í íslendsku musikkskúla
skipanini eru u.l. 600 full
tíðarstørv. Fólkatalið í Ís
landi er u.l. 6 ferðir tað før
oyska. T.v.s. at í føroyska
musikkskúlanum
skulu
starvast um 100 lærarar fulla
tíð, og ikki sum nú, u.l. 30.
Musikkskúlaskipanin skal
altso hava 7 nýggjar lærarar
á hvørjum árið, fram til
2015. Tá er inniverðandi
ár íroknað. Á leið góðar 2
milliónir d.kr. skulu setast av
um árið, um vit skulu koma
á hædd við íslendingar. Men
málið er at gerast betri enn
øll heimsins lond!?
Íslendingar hava eitt yrkis
symfoniorkestur, ið árliga
kostar 50 milliónir d. kr. at
reka. U.l. 5 milliónir koma
frá atgongumerkjasølu og
sponsorum. Av hinum 45
millónunum d. kr., fíggjar
Ríkið 80 %, Reykjavíkar
Býur 18 % og aðrar komm
unur fíggja 2 %. T.v.s. at í
2015 skal Føroya Symfoni
orkestur hava, í minsta lagið,
9 milliónir d. kr. til rakstur.
Í skrivandi stund hevur FSO
hálva millión at ráða yvir, so
her er bara at bretta upp um
armar og byrja beinanvegin.
Musikklærarafelag Føroya
hevur lagt uppskot fyri
mentamálaráðharran, hesum
viðvíkjandi. Umframt yrkis
symfoniorkestur, hava íslend
ingar eisini eitt yrkiskamar
orkestur, operaorkestur og
operakór.
Hetta er alt viðvirkandi til
at lítla tjóðin Ísland, er ein
lutfalsliga stórur spælari á
altjóða tónleikapallinum.
Nú var ikki so nógv ítøki
ligt um list í visión løgmans,
men kanska kundi hann
lært eitt sindur av ”politiska
andsfelaganum” í Noregi,
Jens Stoltenberg.
Tá ið hesin seinast var
forsætismálaráðharri, setti
hann í verk ”Mentanaliga
Skúlasekkin”.
Hugskoti við ”Mentanaliga
Skúlasekkinum” var, at øll
skúlabørn í norska fólkaskúl
anum skuldu uppliva tvær
konsertframførslur og tvær
sjónleikaframførslur um
árið. Við hesum skulu næm
ingarnir hoyra dygdargóðan
tónleik og síggja sjónleik á
hægsta støðið, og harvið ger
ast førir fyri at taka sjálvstøð
uga støðu. Framførslurnar
skulu tí framberast av
fremstu yrkislistafókunum
í landinum. Allir skúlar
skulu, í hesum sambandi,
útnevna ein lærara, ið fekk
til uppgávu at fyrireika kon
sertirnar. Hesin skuldi ikki
bert taka sær av teimum
praktisku fyrireikingunum,
men eisini at fyrireika næm
ingarnar til listarliga inni
haldið á konsertunum ella
sjónleikunum.
Á tónleikaøkinum brúkar
norski staturin 78 milliónir
n. kr. til skúlakonsertirnar.
Hetta svarar til at vit í Før
oyum skuldu brúkt u.l.
800.000 d. kr. til tílík tiltøk.
Sum er, brúka vit ikki eitt
klovið oyra.
Til valið í 2005, hevur
Jens Stoltenberg og norski
Javnaðarflokkurin sett sær
nýggj listapolitisk mál. Tey
næstu 4 árini fær norska
musikkskúlaskipanin 300
mílliónir n. kr. afturat. Eisini
hevur norski statsministarin
lovað, at arbeiða fyri at 1 %
av norsku fíggjarlógini skal
setast av til skapandi list.
Hetta vil eg kalla visjónir! Eg
eri sannførdur um, at hetta
ikki bert eru tóm vallyftir,
tí eftir bert einum árið setti
Stoltenberg ”Mentanaliga
Skúlasekkin” í verk.
Ilt er at meta um, hvussu
stór føroyska fíggjarlógin
verður í 2015. Men roknast
kann við, at hon verður størri
enn hon er í dag. So væntandi
er at, í 2015 eru einar 50
milliónir kr. í ”Listagrunni
Landsins”, sum skal setast
á stovn, heldur í dag enn í
morgin.
Livst so spyrst?
Visjón 2015 fyri tónleikin
Tónaskald og
formaður í Musikk
lærarafelag Føroya
Sunleif
Rasmussen