Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 11 Opið bræv til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum. Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um skipan av skúladeplum og samanlegging av skúlum. Bæði í fimmaranum í Út­varp­inum 1. februar og í kjak­inum í SvF 21. februar var evnið skúladeplar og útbúgvingar. Í apríl 2004 vórðu starvs­ fólk­ini á Maskin­meist­ara­ skúlanum kunnað um ætlan Mentamálaráðsins at leggja Maskinmeistaraskúlan og Føroya Sjómansskúla saman í ein stovn. Í kunningarskrivi til lærararnar verður m.a. sagt, at Mentamálaráðið skal saman við leiðslunum á skúlunum tryggja, at starvs­fólkapolitikkurin hjá Løg­mansskrivstovuni verð­ ur fylgdur, og at tað er av stórum týdningi, at starvs­ fólkini á skúlunum verða kunnað/hoyrd soleiðis, at tey kunnu taka undir við bygn­ aðarbroytingunum. Tann 1. sept. 2004 tók nýggjur stjóri við á Maskin­ meistaraskúlanum og ein mánað seinni tók sami per­ sónur við sum stjóri á Føroya Sjómansskúla eisini. Stjórin hevur ongar námsfrøðiligar royndir. Mikið rok var í Løg­­tinginum og í fjølmiðl­ unum um setanina, tí summi vilja vera við, at stjórin er politiskt settur. Sjálvandi er hann ikki tað. Um miðjan juni 2005, eina viku áðrenn skúlin fór í summarfrí, komu boð í teldubrævi frá stjóranum um, at nú skuldi øll undirvísingin flytast oman í Nóatún og troðkast inn í ein bygning, sum er alt ov lítil. Boðini eru greið: Avgerðin er nú tikin! Lærararnir fáa boð um at pakka teirra “arbeiðsbøkur og annað” niður í flytikassar og seta navn á. Starvsstovur, maskinrúm, køliútbúnaður, teldustova og dieselsimulator skuldu framvegis vera und­ir Kráku­ gjógv. Flestu starvsstovurnar verða nógv brúktar í dagligu undirvísingini. Nú skulu uml. 3 km verða millum undir­vísingarhøli og starvs­ stovur. Úrslitið av hesi skilaleysu og óumhugsaðu avgerð var ikki óvæntað. Tá skúl­in byrj­aði aftur eftir summ­arfrí­ tíðina er lítið skil á. Nøkur dømi: Sera trongligt er hjá næm­ ing­unum í mun til tað, teir eru vanir við undir Kráku­ gjógv; alt ov fá parkeringspláss; vánalig inniluft, vánaligt ljós, alt ov fáar talvur; ongin lyfta er í bygn­ing­ inum, sum hevur tríggjar hæddir; ein ússalig teldustova við 9 teldum til 160 næm­ ingar; næmingarnir kundu ikki seta egnar teldur til lokal­netið, onki inter­net­ samband var; ongin skipaður flutningur millum bygningarnar, tos­ að verður um at keypa buss ella leiga taxabilar at ferðast við. Í dag er framvegis ilt at fáa eyga á fyrimunirnar við flyt­ ingini, tí: Nógvur peningur er brúkt­ ur til at geva næmingunum verri umstøður, enn teir høvdu frammanundan. Lítil og ongin samlestur er í grundlærugreinunum, tí flokkarnir eru so stórir; tí er ongin sparing. Skúlin við allari tøkni­ligu útgerðini undir Kráku­ gjógv tykist ongan góðan at hava og fer í órøkt. Øll menning á tøkniliga økinum er steðgað upp. Tað er stórt afturstig náms­ frøðiliga, at tað nú ikki ber til at skifta lættliga millum ástøðiliga undirvísing og praktiskt arbeiði sum áð­ur. Slíkt skifti ger ar­beiðið hugaligari hjá bæði næmingum og lær­ arum, og frálæran verður mun­andi betri. Nógv tíð fer til spillis at ferðast í. Henda avgerð myndug­ leik­anna hevur víst seg at vera eitt stórt afturstig fyri maskin­meistara­út­búgv­ ing­ina. Hevði ein nýggjur skúladepil verið bygdur til at hýsa øllum virkseminum hjá báðum skúlunum, hevði støðan verið ein onnur. Tað, sum her er gjørt, er, at ein hálvur Maskinmeistaraskúli er lagdur saman við Sjó­ mans­skúlan. Ein og hvør við kunnleika og royndum á undirvísingarøkinum dugir at síggja, at her er tað ikki skilið, ið ræður. Maskin­ meistaraskúlin er við hesi avgerð settur eini 10-15 ár aftur í tíðina. Tað sum er hent við maskin­ meistara­út­búgv­ingini er eitt ræð­andi dømi um, hvussu vánalig fyrireiking og vant­ andi virðing fyri serkunn­ leikanum roynist í verki. Hóast føgur orð um kunning, opinleika og ávirkan, so er veruleikin ein annar. Tí hava lærarar í mið­náms­ skúlunum alla grund til at vera á vakt, so teir ikki verða tiknir á bóli eins og vit vórðu. Kann landsstýrismaðurin gera so væl alment at svara okkum uppá hesar spurn­ ingar: Komu harraboðini um flyt­ingina úr Menta­ mála­ ráðnum? Hvønn ráðførdi Menta­ málaráðið/skúlaleiðsl­an seg við í sambandi við flyt­ingina? Hevur nakar arbeiðsbólk­ ur viðgjørt málið um flyt­ ing­ina og møguligar bygn­ aðarbroytingar? Hví vórðu lærararnir ikki kunnaðir og tiknir við í ráðum? Vit taka fult undir við sam­ starvi við aðrar skúlar, um alt fer fram í opinleika og við skili. Sigast skal, at vit kenna okkum væl millum lærarar­ nar á Sjómansskúlanum, hóast umstøðurnar hjá teim­ um og teirra næmingum eis­ ini eru vorðnar verri. Okkara áheitan á lands­ stýrismannin skal tí verða, at hann umhugsar álvarsliga at flyta Maskinmeistaraskúlan niðan aftur undir Krákugjógv til sømiligar umstøður til frama fyri næmingarnar og útbúgvingina. PS. Maskinmeistarafelagið, sum hevur um 600 limir, held­ ur tað eisini vera harmiligt og eitt stórt afturstig, at Maskin­meistaraskúlin er flutt­ur, og at umstøðurnar hjá næm­ingunum eru munandi versn­aðar. VIÐMERKINGAR Skilaleys samanlegging av skúlum 23. februar 2006 Felagið Maskin­ meistara­lærarar Tað er so einki at taka feil av. Nógvar hava umber­ing­ arnar verið, fyri ikki at geva okkum í Leirvík eina sømiliga loysn á vega­før­ ingini í Leirvík. Men tann hjá Bárði ber prísin. Hann sigur, at: Fáa leir­ víkingar veg við lokrennu á sløttum, sum í minsta lagi verður tvífalt so dýrur, sum ein vegur oman fyri bygdina, kunnu vit vænta, at trýstið aðrastaðni fer at veksa. (Smbr. Sosialinum 20. febru­ar). Síðani vísir hann til, at veganetið nógva aðra staðni í landinum als ikki er útbygt til nógvu ferðsluna og ber fram, at vandi er fyri, at aðrar kommunur fara at seta somu krøv. Sostatt er niðurstøðan hjá Bárði Nielsen: Tað ber ikki til at fíggja eina loysn í Leirvík, sum er góð, tí so fara onnur eisini at biðja um skilagóðar loysnir. Tí er tað í lagi at brúka eina vánaliga loysn í Leirvík, tí tað finnast so nógvar aðrar vánaligar loysnir í landinum. Hann forbarmi seg. Sammetingargrundarlagið skal vera so vánaligt sum gjørligt, heldur enn so gott sum gjørligt. Ei undur í at vit ikki koma longur í hesum landinum, men standa og tøva í sama stað. Hann eigur 1. plássið, Bárður Nielsen Leirvík Randi í Jógvanstovu Hvem har behov for en veterinær vagtordning? Allerførst – det er Fær­ øer­ne, der som føde­vare­ producerende nation har behov for en veteri­nær vagt­ordning. Dels for al­­tid at have en be­slut­ nings­tager i det offent­lige veterinærvæsen tilgænge­ lig, og dels fordi det ligger implicit i de aftaler landet har gjort med EU. En veterinær vagtord­ ning er ikke noget, jeg som arbejdstager har et behov for at indgå i, eller som jeg personligt stiller krav om at være en del af. At arbejdstagere ikke uden videre giver afkald på deres fritid og et normalt familieliv for at deltage i en vagtordning, burde ikke være vanskeligt at forstå. Udtalelserne om, at jeg forsøger at udnytte situa­­tion­en er at skyde forbi. Hvorvidt færøske politik­­ere er i stand til at forstå dette, har i alle fald ikke noget at gøre med hverken min moral, eller om jeg er social eller asocial. Det er nok snarere et spørgsmål om viljen til hos de på­gældende at sætte sig ind i og for­stå problemstillingen ved­ rørende veterinært be­red­ skab. Fugleinfluenza ikke brugt som “våben” i vagtsagen I fem år har jeg ihærdigt påpeget det uheldige i, at der ikke findes noget offentligt veterinært beredskab. Aktuelle problemstillinger vedrørende ILA og fugle­ influenza illustrerer meget tydeligt behovet for en veterinær vagtordning. Det sagen reelt drejer sig om er, at mangelen på et beredskab er brud på den færøske lovgivning. Dyresygdomslovgivningen forudsætter, med sine klare præciseringer om øje­ blikkelig meldepligt til det offentlige veterinærvæsen ved mistanke om alvorlige sygdomme, at et offentligt veterinært beredskab findes. Tilsidesættelse af ind­ gåede aftaler med EU Der hvor problemet bli­ ver helt alvorligt er, at man fra færøsk side ikke fuldt ud respekterer vete­ rinæraftalen mellem EU og Færøerne. Blandt an­det er tilstedeværelsen af et veterinært beredskab på Færøerne, en af forud­ sætningerne for, at EU gav tilladelse til den iværk­ satte vaccination mod ILA. Samtidig kræves det, at den færøske dyre­ sygdomslovgivning følger EU reglerne – det gør teks­ ten rigtignok, men praksis derimod ikke. Forpligtende beredskab Et beredskab må nød­ven­ digvis indeholde en formel aftale mellem arbejdsgiver og arbejdstager. Kun her­ ved kan man sikre sig, at der altid er personel til rådighed, også uden for normal arbejdstid. Det er indlysende, at en vagt medfører en begrænsning i den personlige frihed. Lige så klart er det, at et sådant indgreb i en ar­bejdstagers fritid kun kan fore­tages, hvis det samtidig medfører en forpligtelse om kom­ pensation fra arbejds­giv­ eren. Findes en sådan aftale derimod ikke – og det gør den fortsat ikke i 2006 – kan man hverken forlange, forvente eller være sikker på, at der findes en veterinær tilgængelig den dag, der uden for normal arbejdstid virkelig er brug for det. Uden en vagtordning er der i alle fald ingen, der kan forhindre en dyrlæge i at tage på ferie på Mykines eller på weekendbesøg i Dan­mark. Ej heller er det mu­ligt koordinere, at land­ ets dyrlæger ikke på én og samme tid er utilgænge- lige efter arbejdstid! Opstår en krisesituation da, kan mere eller mindre fromme udtalelser om, at man som dyrlæge bør kunne give et nap med når det gælder, ikke rigtig bruges til noget særligt. Det hjælper så lidt at ville når man ikke kan! Asocialt, umoralsk og samfunds­nassende pengeafpresning?? Kommentar til artikel i Sosialurin den 23.02.2006 Peter Østergård