mikudagur 1. mars 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 43 - 1. mars 2006
Konfirmantarnir í Havn 3.
oktober 1915: Teir 9 dreingir
aftast f.v.: ókendur, ókendur,
ókendur, ókendur, ókendur,
Samuel Samuelsen (Sámal
á Smirli), ókendur, Thomas
Meinert Sigurd Zachariasen
(Hestur) og Samuel Kristoffer
Johannesen (Hestur).
Teir 19 konfirmantarnir
í miðjuni f.v.: Hildigard Pat
ursson (Kirkjubø), Kirsten
Lützen (Havn), Frida Johanne
Christine Poulsen (Hestur),
Johannes Martin Frimodt
Joensen (Hestur), Frida
Christiansen (Havn), Hans
Nikodemus Chofas Poulsen
(Hestur), ókendur, Jørgen
Frantz Jacobsen (Havn),
ókendur, Anna Henriette
Sofie Hansen (Havn), ókendur,
ókendur, ókendur, Trond Sofus
Hans Emil Olsen (Velbastað),
ókendur, Cornelius Christian
Frederik Reinert (Kalbak),
Daniel Jacob Elieser Joensen
(Havn), Sigga Sofie Olga
Marie Lindenskov (Nólsoy),
ókend.
Teir 7 konfirmantarnir
fremst f.v.: Johanne Kristine
Zachariasen (Hestur), Anneke
Tekla Christiansen (Havn),
ókend, ókend, Anna Kathrine
Sofie Poulsen (Velbastaður),
Niels Martin Dion Mikkelsen
(Velbastaður) og ókend. Teir
konfirmantarnir, sum ikki
eru navngivnir á myndini,
eru: Magnhild Elisabeth
Samuelsen, Olevine Elisabeth
Mortensen, Josefine Marie
Johansen, Hans Emil Sofus
Michelsen, Aksel Michelsen,
Napoleon Oliver Andreassen,
Johannes Hansen, Johan
Hansen, Oluf Frits Hansen,
Sofus Mikael Hansen, Jakob
Martin Christiansen, Carl
Niklas Samuelsen, hesir
konfirmantarnir eru allir úr
Havn. Síðani koma: Thomine
Johanne Frederikke Petersen
(Hestur), Johanne Frederikke
Hansen (Kaldbak), Aksel Hans
Viktor Vang (Kaldbak), Aug
ustinus Andreas Hans Heine
Sofus Joensen (Kaldbak),
Peder Skeel Sandy Vang
(Kaldbak), og Jakob Sigvard
Poulsen (Nólsoy).
Á myndini eru 13 gentur,
meðan 14 blivu fermdar.
Dreingirnir á myndini eru
22 í tali, meðan 23 vórðu
fermdir.
Vit fara so inniliga at
biðja lesararnar um at
hjálpa okkum við at fáa tey
røttu nøvnini til teir røttu
persónarnar. Vinarliga ringið
til Birgar Johannessen á tlf.
314647 ella 214647.
Tórshavnar alfrøði:
Konfir
mantarnir
í 1915
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nú Føroya Banki
verður 100 ár, verður
serstøk minniskróna
gjørd. Somuleiðis
verður nýggj bók í
løtuni skrivað um
bankan
Banki
Tíðindaskriv
300.000 kr. vórðu teknaðar
í partapeningi, tá føroyingar
fyri 100 árum síðani fingu
sín fyrsta banka. Arbeiðið við
hesum hevði tá verið ávegis í
eina tíð. Longu í 1903 varð
spurningurin lagdur fyri
løgtingið, og í 1904 vendi
serstøk nevnd sær til danska
Landmansbanken, sum varð
biðin um at lata upp deild í
Føroyum.
Úrslitið gjørdist, at Føroya
Banki varð stovnaður við
300.000 krónum í parta
peningi. Føroyingar kundu
tekna helmingin av parta
peninginum, men vóru varnir
og teknaðu 14.400 krónur.
Føroya Banki fór til verka
1. mars í 1906 í húsunum
hjá Vilhelm Poulsen í Niels
Finsensgøtu, sum tá æt
Nyevej, og flutti í november
sama ár í nýggj høli í
Tórsgøtu. Bygningurin har,
sum nú hýsir Tilhaldinum,
kostaði 60.000 krónur.
Virksemið hjá Føroya
Banka vaks støðugt frá 1906
til 1914. Við árslok í 1906
vóru innlánini í bankanum
146.000 krónur. Átta ár
seinni vóru tey 820.000
krónur. Útlánini øktust hesi
átta árini úr 72.000 krónum
upp í 178.000 krónur.
Føroya Banki læt upp
sína fyrstu deild uttan fyri
Havnina á Tvøroyri í 1922.
Næsta avgreiðslan uttan
fyri Havnina varð latin upp
í Miðvági í 1943. Góð 10 ár
seinni læt bankin upp deild í
Klaksvík. Tað var í 1955.
Samanlagdur banki
Føroya Banki hevði høv
uðsskrivstovu í Tórsgøtu
frá 1906 til 1958, tá flutt
varð inn í nýggja stásiliga
bygningin millum Niels
Finsensgøtu og Tórsgøtu.
Bygningurin kostaði tvær
milliónir krónur og var
við sínum fimm hæddum
ógvusligur á at líta tá.
Í 1932 fekk Føroya Banki
kapping frá nýggja Sjó
vinnubankanum.
Henda
kappingin vardi í 60 ár og
helt uppat, tá bankarnir í níti
árunum vórðu lagdir saman.
Samanlagdi bankin varð
veitti navnið Føroya Banki
og fekk sær búmerkið hjá
Sjóvinnubankanum. Í dag
hevur bankin høvuðsskriv
stovu í bygninginum, sum
Sjóvinnubankin læt byggja
við Húsagøtu í Havn.
Føroya Banki hátíðar
heldur 100 ára føðingardagin
við fleiri spennandi tiltøkum
og tilboðum til kundarnar í
ár. Lagt verður fyri við at
almannakunngera nýggja
100 ára merki bankans,
sum Reproz hevur gjørt.
Tað er ein gullkróna við
eyðkenda sjómanninum og
innskriftini “Føroya Banki
1906-2006 100 ár - yngri
enn nakrantíð.
– Hóast heila øld gamal
leggur Føroya Banki støðugt
dent á at vera nýskapandi
og fylgir við tíðini. Í herdu
kappingini ræður um at
ganga á odda við teimum
bestu tænastunum, og
hvønn dag strongir bankin
á at fremja hendan setning í
verki,” sigur Janus Petersen,
forstjóri í Føroya Banka.
Bókaútgáva og
kundatiltøk
Millum mongu tiltøkini,
Føroya Banki skipar fyri í ár,
er ein forkunnug bókaútgáva
um søguna hjá bankanum.
Jørn Astrup Hansen, fyrrver
andi forstjóri, stendur saman
við Jóan Paula Joensen,
professara, fyri at greiða
arbeiðið úr hondum. Bókin
verður útgivin í heyst.
Føroya Banki fer eisini
at skipa fyri stórum kunda
tiltøkum kring landið. Tey
verða almannakunngjørd so
hvørt. Hesa vikuna verða
allar deildir bankans prýddar
við nýggja hátíðarmerkinum
og føroyskum fløggum, og
bankin bjóðar kundunum
okkurt søtt undir tonnina.
Á komandi aðalfundi, tá
ársfrágreiðing og ársúrslit
verða løgd fram, verður
eisini gjørt burtur úr 100
ára føðingardegnum.
Føroya Banki 100 ár
Serstakur
minnismyntur
er prentaður, nú bankin
hátíðarheldur 100 ára dagin
Føroya Banki fór til verka 1. mars í 1906 í húsunum hjá Vilhelm Poulsen í Niels Finsensgøtu