Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin í morgin 2. mars. Simplicius. Pávi frá 468. Deyður ár 483. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær, Harrin hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær. Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Gud er altíð nær. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Mínir tankar leita fyrst til tykkum trý; góða Vigdis, Curt og Una! Ja, orð er fá­tøk og lítið sigandi í tykk­ara stóru sorg, og fyri vist kann eg siga at vit eru nógv, ið syrgja við tykkum. Ongnatíð verður feigdardagurin hin 27 okto­bur 2005 gloymdur, tá boð vóru eftir tykkara einkarsoni og elskaða beiggja MAGNA. So eru mínir tankar hjá tær góði Magni. Eg síggi fyri mær ein ungling í besta blóma. Hoyri tína rødd, sum hon ljóðaði bara 14 dagar áðrenn, tá lítlasystur hevði føðingardag. Hon var sum altíð úti, og tú prátaði við meg meðan mamma gjørdi seg lidna við tað, sum hon var í fer við. Sum altíð fittur, og hugaligur at lurta eftir tí sum eg hevði uppá hjarta. Tú vildi eisini fegin práta, um hvat planir tú sjálvur hevði. At tað skuldi vera síðsta samrøða okkara millum, tað vardi meg ikki, men eitt skulu mamma, pápi og systur tín vita. Eg eigi bara nógv góð minnir um teg góði. Tey kann ongin takað frá okkum og tey verða goymd í hjartanum og ikki gloymd. Tey eru nógv verd í hesum sváru tíðum góði, og tey kunnu bara gera tað lættari at hugsa um teg. Tú hevur og fer altíð at hava títt fasta pláss í mínum hjarta. Til tín góða Vigdis; til Curt og Unu; eitt skulu tit vita, og tað er at Magni helt nógv av tykkum. Hann var errin av sínum foreldrum og glaður fyri sína systur. Eg biði til, at Jesus pápi má geva tykkum styrki og troyst til at koma víðari við tí tungu byrðu tit hava fingið at bera. Eg trúgvi at teir spurningar vit hava, teir fáa vit svar uppá tá tann tíðin kemur. Tá fer Magni at siga fyri okkum øllum, hví hann so skjótt mátti fara frá okkum. Tað verður tann dagin tá vit øll samlast aftur. Ærað verður minni um teg góði, og hvíl í friði. Arnhild gumman Sov blítt og søtt, og droym um sól, sum lýsir yvir garð Gud Faðir, hann í himli er, skal ansað eftir tær. Minningarorð um ogra elskaða Magna Nolsøe f. 8.7.1988 d. 27.10.2005 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Jóhan Jacob Djurhuus Selatrað andaðist og varð jarðaður. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Selatraðar kirkju. Tøkk til Jógvan prest fyri troystarrík orð í heimi og kirkju. Tøkk til læknan, heimasjúkrasystrar og heimahjálpina. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til Tórhild fyri alla hjálp. Hanna og børnini v/ fam. Í dag, 1. mars, fyllir Sámal Johannesen í Klaksvík, van­ liga róptur Sámal í Kunoy, 60 ár. Sum ungur fór Sámal í snikkaralæru í Klakssvík, og starvaðist hann í nøkur ár í byggivinnuni. Seinni fór hann í starv hjá Dávi Jac­obsen, har hann var ar­beiðsformaður í sambandi við havnabygging. Men hugurin hjá Sámali at læra víðari vildi ikki geva seg. Leiðin gekk tí niður til Haslev at lesa, og í 1985 kom hann heimaftur sum útbúgvin verkfrøðingur. Í dag rekur hann egið virki sum ráðgevandi verk­ frøðingur. Sámal er ein álitismaður. Eitt av hansara eyðkennum er trúfesti, bæði úti, heima og í samkomuni. Hann er nærlagdur og vælgjørdur, og tað sæst aftur í vakra og hugnaliga heimi teirra í Geilini. Hann er serstakliga góður familjumaður og góður við síni kæru. Sámal smæðist ikki at siga sína meiningar, sjálvt um tær ganga ímóti tí, sum tíðarrákið ber við sær. Við góðu songrødd síni, hevur hann í mong ár, saman við Kvartettini í Betesda, verið til gleði og signing, við sangi og vitnisburði. Sámali verður ynskt hjarta­ liga tillukku, Harrans signing og nógv góð ár framyvir. Tey, sum ynskja at heilsa upp á føðingardagsbarnið, kunnu støkka inn á gólvið í Geilini 22, frá klokkan 18 í dag. Sámal er giftur Elsu f. Si­v­ ertsen í Klaksvík. Tey eiga børnini, Sylvia, Karl, Sig­ vard, Dánjal og Sólrun. Hann eigur tvær abbadøtur, Elsa og Ester. Hann er sonur Jóhonnu Katrinu f. Husgaard úr Kunoy og Karl Johannesen á Brúgv í Vestmanna. Í 1939 gjørdist Jóhanna Katrina einkja eftir fyrra mann sín, Niels Petur Dani­ el­sen úr Kunoy. Tá í tíðini bar illa til hjá eini einkju at lívbjarga sær í Kunoy, og Jóhanna Katrina flutti til Havnar, til pápa sín at búgva. Í Havn hitti hon seinna mann sín, Karl, og fyrstu 4 ár­ini búðu tey í Vestmanna, men fluttu síðani til Kun­ oyar. Jóhanna Katrina átti í fyrru giftu Bernhard, Daniel Berlin og Sørin, og í seinnu giftu, Sámal, Laurinu og Frígerð. rs Sámal Johannesen 60 ár