Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 43 - 1. mars 2006 REIDAR NÓNFJALL Løgmaður hevur saman við einum fylgi av føroyskum vinnulívsfólkum valt at vitja India. Endamálið er at skapa politisk og vinnulig sambond millum Føroyar og India, og ferðin er ann- ars ein liður í politisku vis- iónini 2015 um globali-ser- ing. Tað er skeivt fyrst at vitja India í sambandi við visión 2015. Løgmaður við fylgi átti heldur at vitja heims- ins fremstu lond í OECD og har fingi innlit í, hvat vit í Føroyum politiskt, sam- felagsliga og vinnu-liga skulu liva upp til í sam- bandi við idealmyndina at gerast eitt av heimsins fremstu londum. Tað er ikki greitt, hvat vit skulu liva upp til í Føroyum, eitt nú tí, at heimsins fremstu lond í OECD eru so ymisk bú- skaparliga og eru í ávísum førum eisini heilt øðrvísi samfelagsliga innrætta. Tað hevði verið ógvuliga náttúrligt fyrst at avstemma Føroyar við heimsins fremstu lond í OECD og síðan um 1 ella 2 ár vitja fjarskotin lond. Hetta tí, at vit í skjótt eitt ár, ikki hava hoyrt annað enn, at vit skulu samanbera okkum við heimsins fremstu lond í OECD, men uttan at polit- iski myndugleikin ger sær greitt, hvat tað veruliga inniber. Royndirnar vísa, at vitj- anir av slíkum slag, sum her verða gjørdar, hava størst gagn og avkast, um so er, at ein vitjan og kunn- ing kann brúkast til ítøkju- ligar verkætlanir, sum eru í gongd á fyritøkuni ella í skipanini, har tann vitjandi arbeiðir. Vandin fyri, at lítil og ongi ítøkjulig úrslit spyrjast burturúr einari ó- formligari vitjan er sjálv- andi serliga stórur, tá talan eisini er um politiska kunn- ingarferð. VIÐMERKINGAR Hví ikki fyrst vitja heimsins fremstu lond í OECD HEINI GAARD Formaður í Føroya Blaðmannafelag Hetta aftursvar snýr seg einans um tann partin av lesarabrævinum hjá Eiriki Lindenskov, blaðstjóra í Sosialinum, sum umhandl- aði samskiftið millum Blaðmannafelagið og blað- stjóran og støðutakanina hjá felagnum. Eg giti, at Útvarp Føroya dugur at svara fyri seg. Lesarabræv- ið hjá Eiriki Lindenskov stóð í Sosialinum týsdagin 28. februar. Endurgevingin hjá Eiriki Lindenskov er beinleiðis skeiv og tað má rættast. Men fyrst og fremst skal staðfestast, at Blaðmanna- felagið sjálvt ger av, hvørji mál felagið velur at taka upp - og eingin annar. Blaðmannafelagið er ikki ein almennur myndugleiki og hevur tískil heldur ikki hoyringsskyldu. Hóast so fekk Eirikur Lindenskov yvirlýsingina sendandi áðr- enn hon var send fjølmiðl- um. Roynd var eisini gjørd at fáa orð á Eirik Linden- skov umvegis telefon áðr- enn yvirlýsingin var send út, tó uttan eydnu. Eirikur Lindenskov hevur ONG- ANTÍÐ sett seg í samband við Blaðmannafelagið, sum hann sigur seg hava gjørt. Blaðmannafelagið setti seg HINVEGIN í samband við blaðstjóran, beint eftir at yvirlýsingin var honum send, og tá ið til bar at sleppa ígjøgnum umvegis telefonina. Undirritaði formaður í Blaðmannafelagið skal vera tann fyrsti at við- ganga, at tað var óheppið, at felagið ikki hevði fingið samband við blaðstjóran áðrenn yvirlýsingin var send, og tað vóru hesi boð- ini, blaðstjórin fekk í tele- fonini. Eirikur Lindenskov skrivar »Tá eg so royni at forklára honum, at hann er formaður í mínum fakfel- ag, so slakar hann kortini og biður um umbering.« Undirritaði og Blað- mannafelagið hevur hvørki slakað ella biðið um um- bering fyri innihaldið. Tað er beinleiðis skeivt, tá ið Eirikur Lindenskov skrivar tað. Blaðmannafelagið stendur við hvørjum orði. Aðrar illgitingar í lesara- brævinum hjá blaðstjóran- un á Sosialinum, fari egikki at svara. Ein blaðstjóri á odda fyri einari tíðinda- deild við dugnaligum journalistum, átti at vita betri. EIRIKUR LINDENSKOV Blaðstjóri Kl 7 hósmorgunin var »yv- irlýsingin« frá Føroya Blaðmannafelag at hoyra í útvarpinum – eisini var samrøða við Heina Gaard. Kl 9:06 sama dag fái eg yv- irlýsingina í telduposti. Kl 9:42 verður sama yvirlýs- ing send Sosialinum. Heini Gaard hevur IKKI ringt til mín, hvørki heim til hús, á fartelefon ella á Sosialin. Hann hevur ikki sent mær teldupost og hev- ur ikki sent mær SMS-boð. Hinvegin sendi eg honum ein teldupost kl 10:07 sama morgun. Hann svaraði mær og ringdi síðani til mín, har hann segði, at hann vónaði ikki, at eg tók málið per- sónliga. Sjálvandi gjørdi eg tað, segði honum, og hann bað um umbering, spurdi hvat eg helt hann skuldi gera, og minti á, at felagið framvegis var mítt fakfelag. Hann viðgekk eisini, at hann IKKI hevði roynt at fingið fatur á mær, tí tað var ikki neyðugt, tí eg havði havt 600 møguleikar at úttala meg til útvarpið. Eingin frá Dimmu - uttan myndamaðurin, setti seg í samband við meg, hóast trý fólk har – umframt Heina Gaard – hava skrivað um málið. Tað undrar meg almikið. Tað, sum formaður blað- mannafelagsins er í holt við í hesum máli hevur eftir mínum tykki als einki við fakfelagspolitikk at gera. Aftursvar til blaðstjóran á Sosialinum Margháttligur fakfelagspolitikkur JASPUR VANG Tvøroyri Í løtuni valdur sum heild friður á arbeiðsmarkn- aðinum. Landsstýri og samgongan hava tí gylt- an møguleika til nú í "friðartíðum" at finna fram til eina loysn, sum tryggjar, at út-oyggjar, Sandoy og Suðuroy ikki aftur verða tiknar gíslar og ferðafólka- og farma- flutningurin til hesi øki aftur verður lagdur lam- in, næstu ferð sáttmála- samráðingar verða. Orðaskifti um visión- ir, alheimsgerð, tolsemi, útbúgvingar, gransking v. m., sum seinastu mán- aðirnar hevur verið á al- mennu politisku dags- skránni, er sjálvsagt við- komandi og neyðugt. Tó mugu politik-ararnir ikki gloyma gerandis- dagin burtur ímillum, men loysa teir trupul- leikar, sum ferð eftir ferð hava verið útjaðar- økjunum í Føroyum til miklan skaða. Vit kunnu fegnast um, at t. d. Heima á Sandi, í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági nú aftur er virk- semi á teimum fiska- virkjum, sum fyri bert fáum mánaðum síðani antin vóru afturlatin ella vóru í vanda fyri at lata aftur. Virkisfús vinnu- lívsfólk góvu ikki skarv- in yvir, men stríðast dag- liga fyri at fáa tað at bera til í fiskivinnuni, sum, antin vit vilja vera við tað ella ikki, er grundar- lagið undir føroyska landsbúskapinum, eisini eftir ár 2015. Ein av- gerðandi fortreyt fyri, at fiskavirkjunum og øðr- um virkjum og fyritøk- um uttan fyri meginøkið skal verða lív lagað er, at sjóvegis flutningurin til meginøkið og harvið umheimin er støðugur og álítandi. Landspoliti- kararnir hava skyldu til at tryggja vinnuni um alt landi tryggar karmar at virka innan. Soleiðis hava landspolitikararnir eisini skyldu at tryggja álítandi og støðugan flutning um fyrðir og sund. Undir vinnupolitiska orðaskiftinum á Løg- tingi týsdagin í farnu viku, heitti formaður Sambandfloksins á landsstýrismannin í samferðslumálum og vinnumálum um at bera so í bandi, at funnin verður ein varðandi loysn, sum tryggjar, at útoyggjar, Sandoy og Suðuroy ikki aftur verða tiknar gíðslar, næstu ferð ósemja stingur seg upp á arbeiðsmarknaðinum. Vónandi tekur lands- stýrismað-urin áheita- nina frá samgongu- feløgum sínum til eftirt- ektar og fer til verka í álvara. Viðbrekin politisk mál, ið ikki fáa nøktandi viðgerð og harvið verða endaliga loyst, stinga seg við jøvnum millum- bilum upp, gera skaða og skapa rumbul. Pol- itiski áhugin í at finna varðandi loysnir á slík- um málum tykist tó fána burtur, tá fjølmiðlarnir, eftur bert stutta og mangan øsingar- og gølu-kenda, men grunn- skygda viðgerð, sleppa málunum aftur. Soleiðis er eisini við afturvend- andi verk-føllunum, sum raka útoyggjar, Sandoy og Suðuroy so meint. Fjølmiðlarnir válka sær eina stutta stund í verk- falshóttanum og verk- føllum, men sleppa so málinum aftur. Tað hevði verið fjølmiðl-u- num til heiðurs, um teir viðgjørdu ein slíkan aft- urvendandi trupulleika í álvara, lýstu fylgjurnar av ótryggleikanum og verkføllunum, fylgdu málinum upp og við jøvnum millumbilum varpaðu ljós á málið. Verkfalshóttaninar hanga framvegis yvir útoyggjum