mikudagur 1. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 1. mars 2006
15
UTTAN ÚR HEIMI
Býráðið í kolombiska býnum
Tulua ætlar, at allir ungdómar
í býnum, sum eru eldri enn
14 ár, skulu hava minst eina
hít uppi á sær. Men uppskotið
fall á býráðsfundi í gjár, tí kat
ólska kirkjan í landinum var
harðliga ímóti tí, skrivar AP.
Men William Pena, sum
legði uppskotið fram, ætlar
sær ikki at gevast so, og
nú ætlar hann at fáa eina
fólkaatkvøðu í býnum um
málið. Býráðslimurin sig
ur, at alt ov nógvar ung ar
gentur verða við barn, og
harafturat stríðast nógv
ung fólk við kynssjúkur.
Teir trupulleikarnar kann
hítin loysa, sigur hann .
Verður uppskotið sam
tykt á fólkaatkvøðu, fáa
tey, sum gloyma at hava
minst eina hít uppi á sær,
1.000 krónur í bót.
Russiski forsetin, Vladimir
Putin, hevur framvegis
góðar vónir um, at tað
fer at bera til at fáa semju
til Iran um ta umstríddu
kjarnorkuverkætlanina hjá
iransku stjórnini.
Russiska stjórnin hevur
skotið upp, at Russland
og Iran bygg ja eitt kjarn
orkuverk í felag, og at alt
arbeiði við at ríka uran til
verkið skal gerast í Russ
landi. Hesum taka londini
í Vesturheiminum undir
við, men iranska stjórnin
krevur framvegis, at uranið
skal ríkast í Iran. So seint
sum mánadagin segði
iranski uttanríkisráðharrin,
Manouchehr Mottaki, at
landið vil hava somu rætt
indi sum onn ur lond til at
útvega sær kjarnorku til
friðarlig endamál, og at
eing in skal legg ja landinum
forðing ar í vegin.
Kortini væntar Vladimir
Putin, at Iran fer at slaka,
tá saman um kemur. Á ein
ari vitjan í Ung arn í gjár
segði hann , at russiska
stjórnin hevur góðar vónir
um semju við Iran, og at
partarnir hava gjørt fram
stig í samráðing unum teir
seinastu dagarnar. USA og
hini londini vestanfyri hava
sagt, at tey eru sinn að at geva
Russlandi ein møguleika
at loysa stríðið um iransku
kjarnorkuverkætlanina.
Putin væntar semju
Í Noregi hevur fiskiveiði
eftirlitið roynt eina skip
an, sum skal geva mynd
ugleikunum betri eftirlit
við øllum fiskiskapi.
Endamálið er at avdúka
ólógligan fiskiskap og at
forða slíkum.
Skipanin ber í sær, at
veiðidagbøkurnar hjá skip
unum verða elektroniskar,
og at eftirlitið kann hygg ja
í dagbøkurnar hvønn dag
umvegis alnótina. Í dag
verða dagbøkurnar bara
kann aðar, tá menn hjá eft
irlitinum fara umborð á
skipini, og tað ger, at yvir
menn inir kunn u broyta
upplýsing arnar, skrivar
Dags avisen. Men við teirri
nýgg ju skipanini fer tað ikki
at bera til, skrivar blaðið.
– Tann nýgg ja útgerðin
ger, at eftirlitsmenn inir
vita, hvussu nógv eitt
skip hevur fiskað, long u
áðrenn teir fara umborð,
sigur Gunn stein Bakke hjá
norska fiskiveiðieftirlitinum.
Hann heldur, at tann nýgg ja
skipanin er eitt týðandi
stig í royndunum at steðga
ólógliga fiskiskapinum í
Barentshavinum.
Betri eftirlit við veiðitjóvum
Tað er ikki óhugsandi, at
Montenegro fer at taka loys
ing frá Serbia um stutta tíð,
men í seinastuni er komið
fram, at fleiri russiskir rík
menn av tí ivasama slagn
um eru í ferð við at legg ja
Montenegro undir seg.
Eitt nú eiga russar fleiri
stór ídnaðarvirkir og fleiri
gisting arhús, og nú um dag
arnar visti eitt blað at siga,
at russar ætla at gera íløgur
fyri meiri enn tvær milliardir
krónur á einari strond, sum
er væl egn að sum ferðamál.
Men sambært blaðnum veit
eing in, hvaðani peng arnir
koma, og í Montenego
verður dúgliga tosað um,
at russiska mafian er uppi í
bygg iætlanini.
Myndugleikarnir í Mon
teneg ro eru ikki serliga fegnir
um, at fólk seta spurnartekin
við tann stóra russiska áhug
an fyri landinum, og leysa
tíðindi eru farin at gang a
um umfatandi korrupsjón.
Sambært myndugleikunum
eru tað bara russar, sum hava
víst áhuga í at gera íløgur har,
men andstøðan vísir á, at teir
ivasomu russisku peng arnir
hava fing ið ílegg jarar í
øðrum londum at venda
Montenegro bakið.
Skulu hava hít uppi á sær
Russar keypa Montenegro
Heimsins størsta
aluminiums
verksmiðja ætlar
at byggja eitt virki
afturat í Íslandi
Ísland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Alcoa Inc., sum er heimsins
størsta aluminiumsfelag,
ætlar at bygg ja eina verk
smiðju afturat í Íslandi.
Wall
Street
Journal
skrivar, at verkætlanin er
mett at kosta eina milliard
amerikanskar dollarar, og
at virkið verður ført fyri at
framleiða 250.000 tons av
aluminium um árið.
Alcoa vil ikki gera við
merking ar til tíðindini í Wall
Street Journal, men blaðið
sigur seg vita, at umboð fyri
Alcoa fara at legg ja ætlanina
fyri íslendsku stjórnina í
dag.
Stórtingið hevur
samtykt at byggja
brúgv tvørtur um
Hardangerfjørðin
Noreg
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Gong st eftir ætlan, fer tað at
bera til at koyra tvørtur um
Hardang erfjørðin í Noregi
um fimm ár. Sum er mugu
fólk ferðast við ferju, skulu
tey yvirum.
Stórting ið samtykti í
gjár einmælt at bygg ja
brúgv um fjørðin. Hon
verður 1.380 metrar long
og er mett at kosta tvær
milliardir norskar krónur, og
verkætlanin skal fígg jast við
bummpeng um. Talan er um
eina heing ibrúgv, ið sambært
viðgerðini í ting inum verður
long ri, hægri og vakrari enn
tann kenda Golden Gate í
San Fransisco.
Aftenposten skrivar, at
roknað verður við nógvari
ferðslu eftir brúnn i, tí hon
verður bindilið ímillum teir
báðar vakrastu landspartarnar
í Noregi, Hardang er og
Halling dal, ið eru sera væl
umtókt frítíðarpláss.
Uppskot um at bygg ja
brúgv um Hardang erfjørðin
var eisini í Stórting inum fyri
tígg ju árum síðani, men tá
fall tað.
Nógv teir flestu
amerikonsku her
menninir í Irak halda,
at USA skal taka seg
aftur innan eitt ár
Irak
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani krígg ið í Irak byrjaði,
hevur George W. Bush,
forseti, fleiri ferðir sagt, at teir
amerikonsku hermenn inir
verða verandi har, so leing i
tað er neyðugt.
Nú vísir ein meininga kann
ing , at tað halda hermenn
hansara ikki. Í kann ing ini
siga bara 23 prosent av
hermonn unum, at teir hava
somu hugsan sum forsetin.
29 prosent halda, at USA
eigur at taka seg úr Irak
beinanvegin, 22 prosent
halda, at tað skal gerast um
eitt hálvt ár, og 21 prosent
halda, at amerikanararnir
eiga at fara úr Irak inn an
eitt ár.
Samstundis siga heili 53
prosent av teimum spurdu
hermonn unum, at USA eigur
at tvífalda hermann atalið og
bumbuálopini í Irak fyri at
steðga uppreistrinum.
Ikki borgarakríggj
Teir hørðu samanbrestirnir í
seinastuni ímillum shiamus
limar og sunn imuslimar í
Irak hava fing ið fleiri ser
frøðing ar at ávara um, at
ófriðurin kann enda við borg
arakrígg i. Men tað væntar
George W. Bush, forseti,
ikki.
– Hasum trúgvi eg ikki.
Allir partar siga seg vera til
reiðar at samstarva, og vit
skulu hjálpa teimum at røkka
málinum, segði forsetin við
sjónvarpið ABC í gjár.
Síðani ókendir menn søktu
at einum shiamuslimskum
halgidómi fyri einari viku
síðani, hava meiri enn
300 fólk latið lív í bumbu
spreing ing um og øðrum
atsóknum. Bara í gjár lógu
meiri enn 60 fólk eftirá.
Kortini segði amerikanski
Irak-samskiparin, James
Jeffrey, fyrrakvøldið, at teir
amerikonsku og iraksku her
menn inir hava tamarhald á
støðuni.
Skulu byggja
aluminiumsvirki í Íslandi
Norðmenn fáa sína Golden Gate
Amerikonsku hermenninir
vilja sleppa úr Irak
Næstan ein fjórðingur av teimum amerikonsku hermonnunum vilja sleppa úr Irak beinanvegin