Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 16 – Vit læra vanlig vaskifólk at lesa etikettina, soleiðis at sápan verður rætt blandað, vit læra tey um ph-virði, og vit læra tey at brúka røttu sápuna til rætta endamálið fyri at náa besta úrslitinum. Ein partur av frálæruni er eisini tey amboð, sum eru tøk á marknaðinum til vasking og reingerð, sigur Jón Miðberg, ið er ein teirra, sum hevur framløgu á vaskiskeiðunum, ið Kemilux skipar fyri Vaskikunning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jón Miðberg sigur, at tað, sum Kemilux vil við vaski­ kunningini, er at upplýsa um sápu, amboð og umhvørvi, tá ið vaskað verður. – Vit kunna vanlig vaski­ fólk – viðskiftafólk og onn­ ur, sum hava áhuga fyri skeið­­un­­um – um ym­­isku sløg­ini av sápu, sum Kemi­ lux framleiðir, og hvussu tey skulu brúka sápuna – alt eftir, hvørjar vaskiuppgávurnar eru. Hann sigur, at tað eru labo­rantarnir hjá Kemilux, sum kunna um sjálva sápuna – um talan er um sonevndar nátúrligar sápur ella syntet­ iskar sápur, soleiðis at hesar ikki bara verða brúktar, sum best ber til. Vanlig reingerð – Eg havi sjálvur verið á skeiðum, ið snúgva seg um reingerð av eitt nú mat­vøru­ virkjum og sótt­reinsan, men í slíkum føri er talan um heilt aðra reingerð enn hana, vit tosa við vaskifólk um. Inn­ an matvøruframleiðslu tosa vit um bakteriur og mikroorganismur av ymisk­ um slagi, og tá er neyðugt við heilt aðrari frálæru – á einum heilt øðrum støði. Jón Miðberg sigur, at tey, sum hava luttikið á skeið­ unum hjá Kemilux, siga, at tey eru farin avstað aftur við eini størri og breiðari vitan um sápu og reingerð. – Jú, fólk eru ógvuliga glað fyri vaskikunningina, bæði tey, sum hava havt vaski­arbeiði leingi og tey, sum eru nýggj í ”fakinum”. Hann vísir á, at eitt fólk, sum fyrstu ferð hevur fing­ ið vaskiarbeiði, veit av sær sjálvum ikki ítøkiliga, hvussu best er at bera seg at – fyri at náa besta úrslitinum, bæði við reingerðini og likamliga partinum. – Tey kunnu soleiðis bara hyggja at, hvussu hini loysa uppgávuna og síðan royna sum best. Nú kunnu tey lut­ taka á okkara skeiðum og fáa hesa upplæring, og tað kann vera ein stórur fyrimunur í arbeiðnum. – Vit læra tey at lesa eti­ kettina, soleiðis at sápan verð­ur rætt blandað, vit læra tey um ph-virði, og vit læra tey at brúka røttu sápuna til rætta endamálið fyri at náa besta úrslitinum, sigur hann. Likamligi parturin Jón sigur, at ein partur av frálæruni er eisini tey amboð, sum tøk eru á marknaðinum til vasking og reingerð. – Hetta er tann ergonomiski parturin av kunningini, har dentur verður lagdur á, at fólk ikki fáa likamlig mein av arbeiðnum, sum kann vera tungt og strævið. Tí eru amboðini eisini ein náttúrligur partur í frá­lær­ uni. Hann vísir á, at nógv vaskifólk gjøgnum tíðirnar hava fingið likamligar skað­ ar av vaskiarbeiði. – Í ”gomlum” døgum høvdu tey bara eina skrubbu og eina tvøðu, men nú eru umstøðurnar – eisini í so máta – nógv betur, tí amboðini eru fleiri og betri. Jón sigur, at tá ið eitt gólv ella ein trappa er nývaskað, er eisini skilagott at lata fólk fáa hetta at vita, soleiðis at tey ikki glíða og sláa seg í. – Hetta kann gerast við ein­um skelti sum sigur, at gólvið ella trappan eru ný­vaskað. Hetta er ein At vaska er ikki bara at vaska: Góð upplæring ei – Tað er umráðandi at brúka sápu, har tað er neyðugt – og tað er tað í nógvum førum, um køkar, skrivstovur, stovnar og virkir skulu halda neyðuga reinføri. Men tríggjar ferðir ov nógv sápa, kann saktans gera vaskingina tríggj­ ar ferðir verri, sigur stjórin í Kemilux, Debes Petersen, sum bjóðar fólki, ið vaska á arbeiðsplássum kring landið, á vaski­ skeið Vaskikunning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kemilux er nú meira miðvíst farið undir at læra fólk, sum fáast við vanliga reingerð kring landið, at vaska og brúka sápu við atliti til rein­ føri og umhvørvi. Higartil hevur fyritøkan skipað fyri tveimum skeið­ um í vaskikunning í bygn­ inginum hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla, og á tí fyrra skeiðnum var Sosialurin fram við eina løtu. Fleiri framløgur Tey, sum hava havt framløg­ ur á skeiðunum hjá Kemilux, eru Jóhanna Zachariassen, góðskuleiðari, Lena Ziska­ son, laborant teknikari, Jón Miðberg, sum hevur ver­­ið sølumaður í mong ár, Re­becka Rubecksdóttir, sølufólk og Hans Andrias (Hassadi) Midjord, sølu­ fólk. Stjórin í Kemilux, Debes Petersen, sigur, at hvørt skeiðið higartil hevur vart í tríggjar tímar, frá 13-16, men fyritøkan hugsar sær, at skeiðini verða fyriskipað frá morgunstundini. – Fleiri av teimum, sum hava verið við á hesum skeið­um, vaska á ymiskum stovn­um, skrivstovum og arbeiðsplássum eftir ar­beiðs­ tíð, og tí noyðast tey ofta beint til arbeiðis, tá ið skeið­ ið er av. Lítil kostnaður Hann sigur, at tað eru sølu­ fólkini hjá Kemilux, sum hava bjóðað vaskifólki til hesa vaskikunning. Talan er bæði um viðskiftafólk hjá Kemilux og onnur, sum ynskja at luttaka á slíkum skeiði. – Tá ið vit hava fingið eitt hampiligt tal av fólki, sum hava hug at koma á skeið, hava vit havt hesa vaski­ kunning, sum vit rópa tað. Tað eru vanliga arbeiðs­ plássini, sum senda fólk á skeiðini hjá Kemilux, og hetta er ikki nøkur stór íløga. Skeiðini eru nevniliga rættiliga bílig. – Vit hava tikið 250 krónur frá hvørjum luttakara – við mvg, so hetta er ikki nakað, ið tyngir serliga nógv um hjá arbeiðsgevaranum, sigur Debes Petersen. Hinvegin, sigur hann, kann tað eisini spara um nýtsluna av sápu, at fólk fáa hesa kunning og vegleiðing. Sápa neyðug Tey, sum higartil hava ver­ið til vaskikunning hjá Kemi­ lux, eru vaskifólk, sum eitt nú vaska skúlar, skrivstovur og stovnar. Kemilux er útbjóðari av øllum, sum vaskifólk hava brúk fyri, bæði sápu og øll­ um teimum amboðum, sum brúkt verða til vasking og rein­gerð. – Í dag er tað líkasum vorðin ”móti”, at fólk í minst møguligan mun skulu brúka sápu til reingerð. Tað er umráðandi at brúka sápu, har tað er neyðugt – og tað er tað í nógvum førum, um køkar, skrivstovur, stovnar og virkir skulu halda neyðuga reinføri. Men, leggur Debes aftr­ at: – Sápa skal brúkast við skili, og umráðandi er at brúka røttu sápuna til rætta endamálið. Vit læra vaskifólk um, hvussu umráðandi tað er at lesa etikettina, sum sigur, hvussu sápan skal blandast. Alt við skili Hann vísir á, at tríggjar ferðir so nógv sápa, sum etikettin sigur, kann merkja, at hølini – í staðin fyri at vera rein – saktans kunnu gerast tríggjar ferðir so skitin, um man so kann siga. – Tí er umráðandi, at vaski­ fólk eru nærløgd og leggja sær í geyma, hvussu sápan skal brúkast í reingerðini, sigur hann. Kemilux selir eisini onkrar lappar, sum eru ætlaðir til at pussa rútar við. – Hesir lappar skulu væt­ ast, og síðan verða rútarnir pussaðir – við ongari sápu, sigur Debes Petersen, stjóri á Kemilux. Kemilux bjóðar vaskifólki á skeið Lena Ziskason er laborant teknikari hjá Kemilux, og hon er eisin millum teirra, sum hava framløgu á vaskiskeiðunum Mynd: Vilmund Jacobsen Fólk eru ógvuliga glað fyri vaskikunningina, bæði tey, sum hava havt vaskiarbeiði leingi og tey, sum eru nýggj í ”fakinum” Mynd: Vilmund Jacobse