Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 17 in stórur fyrimunur hjá vaskifólki part­ur av vegleiðingini um trygdina, sigur hann. Umhvørvið Ein annar partur er umhvørvi, og her leggur Kemilux dent á, at gingið verður væl um. – Umhvørvið er bæði tað, sum er úti – utt an um okkum, men eisini tað, sum er inni, har vaskað verður. Jón vísir á, at umhvørvið viðkemur okkum øllum, bæði framleiðarum og brúkarum, og tí ynskir Kemilux eisini, at umhvørvisligi parturin er við í vaskikunningini. – Eitt er, at tað er reint og nossligt, har vaskað er. Annað er, at tú ikki dálk­ar umhvørvið meira enn neyð­ ugt. Í triðja lagi – men ikki minst – snýr tað seg eisini um trygdina hjá vaskifólkinum sjálvum; at ansa eftir eygum, hondum og tí, sum kann koma at sápuni. Hann sigur, at tað er ógvu­ liga týdningarmikið at kenna etikett ina og sápuna og hendir tað ringasta, at fólk fáa sápu í eyguni, kann tað vera ein stórur fyri­munur, at læknin kann ringja til framleiðaran og spyrja, hvørji evnini í sápuni eru. Hann sigur, at tað altíð er umráðandi at fylgja vegleiðingini á etikett ini. Besta úrslitið – Ov nógv sápa gevur verri úrslit, fer verri við yvirflat­ uni, og kann verða til bága fyri fólk og umhvørvi. Hinvegin, sigur Jón, at røtt ”dosering” gevur besta úrslitið, eins og vaskingin verður bíligari, tí minni sápa gongur. – Fólk, sum vaska við sápu, eiga altíð at vera í handsk­­um, leggur hann aftr­ at. Jón Miðberg sigur, at eitt gott hugskot, tá ið vaskað verður í køki, har matur verð­ ur tilgjørdur, er at skifta sápu av og á, eitt nú frá basiskari sápu til súrsápu. Somuleiðis er skilagott at sótt reinsa við­ hvørt. – Hett a kann verða við til at gera, at bakteriurnar ikki gerast resistentar ella mótstøðuførar, sigur hann at enda. – Eitt er, at tað er reint og nossligt, har vaskað er. Annað er, at tú ikki dálkar umhvørvið meira enn neyðugt. Í triðja lagi – men ikki minst – snýr tað seg eisini um trygdina hjá vaskifólkinum sjálvum, sigur Jón Miðberg Mynd: Vilmund Jacobsen Nógv vaskifólk hava gjøgnum tíðirnar fingið likamligar skaðar av vaskiarbeiði. Í ”gomlum” døgum høvdu tey bara skrubbu og tvøðu, men nú eru umstøðurnar – eisini í so máta – nógv betur, tí amboðini eru fleiri og betri Mynd: Vilmund Jacobsen