Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kjakið um vinnu­ broytingar og al­heims­gerð flýgur um oyruni, 2015, vinnu­politikkur og ein­skiljingar eru bert dømi. Nógv verður tosað um al­heims­gerð og at Føroyar skal alheimsgerðast. Heim­ urin er meira opin, og fjar­ støða kann ikki longur sigast at verða ein generel forðing. Á pørtum av vitanar- og tæn­astuvinnuvirksemi er meir­kostnaðurin ógvuliga lágur, um arbeitt verður út um land­odd arnar. Tøkniliga menningin ger, at nógv størri partar av handl i kunnu verða altjóða og tí vaksa sølu­ marknaðurin og møgu­ leik­arnir eisini, eins og kapp­ ingin. Alheimsgerð í einum samfelagi hevur nógv við hugburð at gera, tað er viljin til at vilja virka altjóðan og viljin til at fáa poltisku skipanina at arbeiða fyri best møguligum treytum, so hetta gerst møguligt í ein­um samanspæli við at hald a fast um seg sjálvan og sína mentan. Vit síggja í fleiri londum, at umfatandi altjóðargerðin av vinnu ger, at mentanin vendir sær inneftir. Mást verða lokalur fyri at gerast globalur Fyri at styrkja seg úti, er eis­ ini neyðug at vita hvat man er. Tí umræður ikki bert at leypa framav í eina alheimsgerð, men at ansa eftir at øll virðir ikki verða tveitt fyri borð í hesi tilgongd, men held ur ikki verða so bangin at øll framgongd steðgar Mentan er dynamisk, hon broytist, og tí er neyðugt at vit hava alheimsgerðina við í hesi til­ laging. Úti í heimi síggja vit eitt enn størri fokus enn nakr­ antíð, at tað er neyðugt at hugsa um mentan og sam­ felag, um ætlanin er at fara inn á ein útlendskan markn­ að, og ikki minst Mu­ham­ med- tekningarnar hava víst, at heimurin ikki er stand­ardi­ seraður. Tað merkir bæði at størri dentur verður lagdur á hvar ein fer, men eisini at heima­marknaðir í alheimsgerðini hald a fast í sínari mentan. Talan er ikki um at vit eru við at fáa ein standardiseraðan heim, har sama vøra uttan himpr bara fer kring knøttin. Tí má før­ oyska tilgongdin um at gerast ein sterkari partur í tí meira alheimsgjørda heim­inum, eisini taka atlit til okkara egna bakland. Tað sær út sum fleiri eru, sum við eitt fáa ein tilgongd við opnum handilslívi, hetta saman við einum mentarrákið sum fer aftur til rótina. Einskiljing Einskiljingin av Atlants­ flog hevur frá bæði lands­ ­ grann­skoðara og løg­tings­ manninum og roynda vinnu­lívsmanninum Poul Michelsen í farnu viku fingið av grovfílini. Málið snýr seg um hvussu Atlantsflog skal einskiljast, í hesum førinum um 33% ell a 66% skulu seljast í einum. Tað hevur sera stóra ávirkan á prís og áhuga, um møguleiki er fyri at keypa meiriluta. Hitt kann verða spælið um Atlantsflog skal verða á føroyskum hond­um ell a ikki. Faroejet hevur longu marknaðarført seg sum tað av føroysku feløgunum, har eisini tú og eg kunnu seta smápengar inn. Um Atlantsflog fer á útlenskar hendur, so er tað knappliga Faroejet sum verður tað føroyska felagið. Annar leisturin má veljast, og veljast má um størri atlit skulu takast til prís ell a hvør ell a hvørji skulu eiga fyritøkuna. Streymur SEV hevur somleiðis verið á bredd anum í longri tíð í einum almennum klandri, sum mest av øll um minti um Latínamerikanskar no­vell­ir ell a soat operera í bæði longd og intensiteti. Eitt veru­ligt drama. Men SEV er eisini ein serliga um­ráð­andi partur í einum nýmótans samfelagi, sum er tengt at orku og serliga rav­magni í bæði arbeiði og ger­and­isdegnum heima. Spurningurin er um SEV hevur verið nóg gott og um tað hevur verið satsað uppá tað rætta. Politiska uppgávan her er at tryggja støðugt rav­ magn og at prísirnar eru, soleiðis at tað ikki skaðar hvørki vinnulív ell a privat, men eisini at umhvørvið og sjálv­ bjargni er við í rokni­ stykkinum. Partafelagið SEV? Tosað hevur eisini verið um at gera SEV til parta­ felag. Einskiljing av rav­ magns­veitarum er ikki eitt ókent fyribrygdi í Europa. Harumframt verður rav­ magns­marknaðurin í ES heilt liberaliseraður 1. juli komandi ár. Hetta er ein mark­naður við nógvum sterk­ um fyritøkum, sum komandi tíðina fara at berjast hart um at vinna markaðir og at keypa hvønn annan. At gera SEV um til partafelag nú hevði tí rakt beint í eitt tíðarkeið tá hugurin í Evropa at keypa er serstakliga stórur. Tí er tað ikki óhugsandi, at útlendskur áhugi kann verða fyri at keypa t.d. SEV, og tí má tann møguleikin eisini takast við. Vit skulu tó eisini hugsa um all ar aðrar møguligar orkukeld ur, sum eisini kunnu gera okkum meira sjálvbjargin á økinum, eins og nyttuna av at fáa út­lenska vitan og kapital inn. Kanska er rættari her at hugsa stórt og samantvinna arbeiðið at brúka Føroyar sum royndarstøð fyri yms­um orkuverkætlanum og bein­ leiðis el- veiting í Føroyum. Ein av trupull eikunum at gera størri verkætlanir í Føroyum hevur verið kapitalur, og hann kann kanska fáast til vega í slíkari tilgongd. Orka og 2015 Ikki er nógv beinleiðis um orku í 2015, men í upp­­skotinum um nýggj­an vinnu­politik frá vinnu­mála­ ráðharranum stendur at vit ikki hava orkupolitik, men at ein arbeiðsbólkur arbeiðir við hesum, og væntandi verð­­ur ein orkupolitikkur orð­aður í ár. Økið er um­ráð­ andi vinnupolitiskt, tí vinn­ an hevur tørv á støðug­ari orku­­veit­ing og fyri ein prís, sum ikki oyðileggur kapp­­ingarføri. Eisini hava um­hvørv­iskrøv ávirkan á fram­­leiðslu­ kostn­aðin, í ávís­­um mun atgongd til mark­n­aðir og avleið­ing­ar­ nar við møguligari dálk­ ing fyri bæði okkum og al­heims­ samfelagið. Vinnumálaráðið hevur valt at hava eitt kjakforum á heimasíðuni www.vmr.fo, und­ir heitinum Vinnu­poli­ tikkur Visjón 2015 har fólk kunnu siga sína hugsan um vinnu­politik. Evnini kjakast verða um, verða broytt tvær ferðir um vikuna og til hvørt evni siga tveir gestir sína hugs­an. Kanska tað eisini setir fokus á orkupolitikkin. Nógv eru orðini og ætlanir skulu til, men einki er liðugt fyrr enn tilgongdin er komin heilt á mál. Alheimsgerð set­ir tað lokala í tað glonala og tað globala í tað lokala, og tí kann SEV eins væl og Atlantsflog bæði hava út­lendsk­an eins væl og før­ oysk­an áhuga. Vinnuvinnarar cand.scient.pol Bogi EliasEn Nr. 43 - 1. mars 2006 18 Olja kann brúkast, men vatn er betri