mikudagur 1. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjastu Mitsubishi
Lancer Station Wagon
hava fingið eina
sonevnda facelift og
fáast nú í tveimum
sera væl útgjørdum
útgávum við ávikavist
1,6 og 2,0 motorum
og 3 ára garanti uttan
kilometuravmarking
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Eftir at sølan av Mitsubishi
hevur verið fallandi í nøkur
ár, sær tað nú út til at verulig
vend er komin í og fleiri
nýggj modell eru veg á evro
peiska marknaðin.
Mitsubishi hava fingið
nýggjan danskan importør
og hava í løtuni nøkur góð
tilboð upp á nýggja Lancer
Station Wagon í útgávunum
1,6 Invite og 2,0 Intense
við hópin av útgerð og 3
ára garanti uttan kilometur
avmarking.
Talan er um útgávurnar 1,6
Invite og 2,0 Intense við ávika
vist 98 og 135 hk. 2,0 litur
motorurin hevur beinleiðis
bensininnspræning.
1,6 Invite er væl útgjørdur
við t.d. ABS bremsum við
EBD og skivubremsum á
øllum fýra hjólunum, 15”
OZ-alufelgum, tokulyktum,
heilautomatiskum klimaan
leggi, el-síðurútum framman
og aftan, fjarstýrdum sentral
lási, airbag framman, í síð
unum og gardinairbag, 3-
punkts trygdarbeltum við øll
sitiplássini, el-síðuspegl við
hita, elektroniska startsperru,
hvítum instrumentum og
MOMO-leðurratt og leður
girknøtt, RDS-radio við fløgu
spælara, hita í setrunum og
førarasetur at stilla í hædd.
2,0 Intense hevur somu
útgerð sum 1,6 Invite um
framt 16” alufelgur, toku
lyktir, sportsetur, myrkt
tónaðar síðurútar aftan og á
baklúkuni.
Stílurin í kabinuni er eisini
sportligur við alu-look á
instrumentborðinum og í gar
danboksini, eins og krom á
pedalunum.
Lancer Station Wagon er
ein væl gjørdur og elegantur
stationcar við góðum, trygg
um og sportligum koyriegin
leikum. Førarasetri kann still
ast í hædd, so lætt er at finna
seg til rættis sum bilførari.
Talan er um ein bil, sum
avgjørt er kappingarførur í
prísi og dygd.
Bilarnir kunnu síggjast
og roynast á bilasøluni Ivan
Johansen Bilar við Hoyvíks
vegin.
Nr. 43 • mikudagur • 1. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Mitsubishi Lancer Station Wagon:
Stationcar við hópin av útgerð
Mitsubishi Lancer Station Wagon 2,0 Intense
Motorurin
2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk
0-100 km/t
10,0 sek
Bensinnýtsla 11,6 km/l
Dekkstødd
195/50-16
Stødd og vekt:
Longd
448,5 cm
Breidd
169,5 cm
Hædd
148,0 cm
Eginvekt
1250 kg
Viðførisrúm
591 litrar
1079 litrar (v. baksetrunum niðri)
Prísur
kr. 212.000,- (2,0 Intense)
kr. 195.000,- (1,6 Invite)
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
FAKTA
Mitsubishi Lancer Station Wagon
2,0 Intense við 135 hk. Ein væl
útgjørdur og sportligur stationcar
Lancer 1,6 Invite hevur t.d. skivubremsur við øllum fýra hjólini
og 15” OZ-alufelgur og tokulyktir
Lancer 2,0 Intense við myrkt tónaðum síðurútum aftan og á
baklúkuni
Lancer 2,0 Intense. Stílurin í kabinuni er eisini sportligur við
t.d.alulook á instrumentborðinum, leðurratti og leðurgirknøtti