Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 43 - 1. mars 2006 Meðan stóru Lexus- bilarnir dominera á marknaðinum fyri luksusbilar í USA, halda evropearar enn fast við týskar luksusbilar sum Mercedes-Benz, BMW og Audi Men nú bjóða Lexus evro­ pearum av í luksusklassan­ um við nýggja Lexus LS 460. Bilurin var frumsýndur á stóru bilaframsýningini í Detroit herfyri. Designið er meira sports­ ligt og linjurnar meira skarp­ ar enn á forgangaranum, Lexus LS 430. Hesin nýggi hev­ur bæði átta sylindarar (V8) og átta gir. Talan er um heimsins fyrsta 8-trins automatgirkassa. V8 motor­ urin er upp á 4,6 litur við 380 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,5 sekund. Momentið er upp á 500 Nm. Eins og fleiri aðrir kendu luksusbilar verður Lexus LS 460 gjørdur í eini útgávu, ið er 12 cm longri enn tann vanligi, hetta fyri at geva betri beinpláss til tey á bak­ setrinum. Tann bilurin er 503,0 cm langur, 188,0 cm breiður og 148,0 cm høgur. Í kabinuni er alt luksus og leður við t.d. varma í rattin­ um, borð við baksetrini, fót­ skamlar, klimaanlegg við krops­hitasensorum. Lexus LS 460 kemur á ameri­kanska marknaðin í heyst og seinni til Evropa. Prísin kenn vit ikki, men í dag kostar forgangarin, Lexus LS 430, umleið hálva aðru millión krónur í Dan­ mark. Lexus LS 460: Luksus Lexus við átta girum Kendi píkaand­ støð­ingurin, Petur Hermansen í Havn, royndarkoyrir í løtuni eitt sett av AutoSock´s (kavasokkur) fyri fyri­tøkuna Sp/f AMA. Hetta er ein góð loysn, men bert í kava og ísi, sigur hann Vetrarkoyring Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Spurningurin um vertardekk ella píkadekk er ofta frammi, serliga tá vit síggja, hvussu illa vegirnir fara um veturin. Ein sum hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at upp­lýsa og argumentera ímóti píkadekkum er Pet­ur Hermansen í Havn. Nú er hann biðin um at roynd­ar­ koyra eitt sett av AutoSock´s ella kavahosum fyri fyri­ tøkuna Sp/f AMA, ið selur útgerð og eykalutir til bilar. Petur hevur royndarkoyrt AutoSock á sínum BMW, sum einans hevur summ­ar­ dekk og verður drivin av bakhjólunum. Tað er eingin trupulleiki at koyra í hálum brekkum við nógvum kava, sigur hann. AutoSock er eitt norskt produkt, sum er gjørt til at koyra við í kava og á ísi - ikki á asfalti og ikki koyra við hægri ferð enn 50 km/t. Endamálið við hesum kava­ sokkum er, at tað skal vera so lætt sum gjørligt at seta tær á bilin og at taka tær av, tá vegurin er táur aftur. Kavasokkurin er gjørdur úr polyester og er sera lættur at smoyggja upp á dekkið, sigur Petur, sum sigur, at hann í eini sjónvarpssending í vikuni sá, at norski fram­ leiðarin hevur fingið ein ordra upp í eina millión AutoSock´s, so talan er iva­ leyst um eina ”succes”. Frá komandi ári skal Lexus LS 460 kappast við týsku luksusbilarnar á evropeiska marknaðinum eimum k Kundi prí gjast) ur at tað n at yri ni i, v gott hjá byg enda aftur við tí f skilabesta tilmæli innan omanfyri by Tá hevði ferðslan i bygdina nakað s miðstaðarøkið bleiv Skuldi tað hent se helst stórur vandi er játtandi myndugleikarn vilja játta pening til lo tunnil gjøgnum fjør omanfyri Tavuna, sta ríggjar vegaføri ttandi Les Sosialin so ert tú við . Petur Hermansen, píkaandstøðingur: AutoSock – ein góð loysn í kava Petur Hermansen í Havn hevur royndarkoyrt AutoSock á sínum BMW, sum einans hevur summardekk og verður drivin av bakhjólunum, við sera góðum úrsliti Mynd: Jens Kristian Vang