Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 1. mars 2006 21 Nr. 43 • mikudagur • 1. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo – Eitt lutakast um okkara EM-dystir er tað ringasta, sum kann henda, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssamband- inum. Líkt er til, at ósemjan millum stóru londini í okkara EM- bólki hevur við sær, at UEFA kastar lut um dystarskránna, og so kann alt henda Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ósemjan millum londini í EM-bólki B stendur við, og í morgin er freistin fyri at finna eina semju um, hvussu dystirnir í bólkinum skulu spælast. Frakland, Ukraina, Italia, Skotland, Litava, Georgia og Føroyar kunnu ikki semjast um eina dystarskrá fyri dystirnar í EM-bólki B, og so siga reglurnar, at UEFA skal kasta lut um, hvussu dystirnir verða spældir. Tíðarfreistin, sum teir ymsu bólkarnir hava fingið fyri at finna eina semju, er í morgin, og tá fer UEFA at kasta lut í høvuðsskrivstovu sínari í Nyon í Sveis. – Tað er hent ymiskt seinastu dagarnar, men enn hava londini ikki gjørt nakra semju. Vit hava biðið UEFA um at útseta tíðarfreistina, so londini sjálvi kunnu arbeiða viðari við dystarskránni, men í løtuni vita vit ikki, hvussu tað verður við hesum, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF. Ukraina vildi ikki spæla við Tað er liðin ein mánaði síðani, at lutakast var til undankappingina til EM í 2008. Føroyar vóru drignar í bólk saman við fleiri áhugaverdum londum – Fraklandi, Italia, Ukraina, Skotlandi, Litava og Georgia – og í tíðliga í farna mánaði hittust umboð fyri londini á fundi í Paris, har ætlanin var at leggja eina dystarskrá. Tað eydnaðist so frætt, at seks av teimum sjey londunum í bólkinum samdust um, hvussu dystirnir skuldu spælast. Ukraina legði seg upp á tvørs, tí landið helt, at Frakland fekk stóran fyrimun av dystarskránni – millum annað tí at Frakland skuldi spæla sínar seinastu fýra dystir á heimavølli. Fyri Føroyar var dystarskráin á góðari leið, hóast tveir dystir lógu seint á árinum, og ein dystur lá tíðliga í 2007. Sera óheppið fyri Føroyar Men nú er ikki vist, at Føroyar sleppa við skinninum á nøsini, tí fer UEFA at kasta lut, so er alt opið aftur, og tá kunnu Føroyar koma út fyri at spæla landsdystir á heimavølli í november mánaði ella í mars, og tað er ikki ársins besta tíð til fótbóltdystir í Føroyum. UEFA hevur avsett dagar frá august mánaði í ár og fram til endan av næsta árið, har landsdystirnir skulu spælast, og verður lutakastið veruleiki í morgin, verða dystir tilvildarliga ásettir hesa dagar. – Um tað endar við einum lutaksti, so stórur møguleiki er fyri beint nú, so hava vit onga ávirkan á, nær og hvar vit skulu spæla okkara dystir, og tað er ein sera óheppin støða. Vit eru í eini serligari støðu sum fótbóltstjóð, men tað verður trupult at fáa undantøk frá UEFA, tá ið dystirnir skulu leggjast, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF. Føroyar hava verið við í onkrar roynd at flyta dystir, so at øll londini kundu góðtaka dystarskránna, men hetta er ikki lætt. – Vit flyta ikki okkara dystir uttan at vit fáa okkurt afturfyri, sum ger at vit kunnu liva við dystarskránni. Alt hongur saman, og tí er tað trupult at finna eina semju, sigur Jens Erik Magnussen. – Seinastu dagarnar hava serliga tey stóru londini roynt at funnið eina semju, men í løtuni vita vit ikki, hvussu støðan er. Vit rokna við, at vit fáa endalig boð um, hvussu tað verður við lutakastinum seinni í dag, segði Jens Erik Magnussen áðrenn evstamark her á blaðnum í dag. Føroyska lagnan endar í lutakasti Fótbóltslandsdystur í Føroyum í mars ella november. Tað kann gerast úrslitið, um dystarskráin í okkara EM-bólki skal leggjast við lutakasti Hetta var dystarskráin, sum seks av teimum sjey londunum í okkara EM-bólki samdust um á fundi í Paris í farna mánaði. Nú er møguleiki fyri, at alt verður vent á høvdið, og dystinir lagdir við lutakasti. 2006 16. august Litava-Føroyar 02. september Føroyar-Frakland 06. september Føroyar-Ukraina 07. oktober Føroyar-Georgia 11. oktober Italia-Føroyar 15. november Skotland-Føroyar 2007 28. mars Georgia-Føroyar 06. juni Føroyar-Italia 22. august Føroyar-Litava 08. september Føroyar-Skotland 12. oktober Frakland-Føroyar 21. november Ukraina-Føroyar FAKTA Bergur Midjord kanska brotið fótin B36-spælarin Bergur Midjord, sum hevur verið á venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum í USA, hevur fingið ein løst í fótin, og møguliga er talan um brot í fótinum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað vóru bara gingnir 12 minuttir av venjingar- dystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti einum chilenskum liði, tá ið Bergur Midjord var ógvusliga takklaður av einum verjuspælara. Bergur noyddist at fara av vøllinum orsaka av takklingin, og vandi er fyri, at Bergur hevur fingið eitt brot í fótin. Skaðin er ikki endaliga staðfestir, men tað er greitt, at talan er um ein ordiliga stoyt í fótin, tí Bergur hevur verið rullaður runt í rullistóli í tveir dagar, og nú gongur hann á høkjum. Tá ið landsliðið kemur til landið hóskvøldið, skal fóturin hjá Bergi kannast nærri, og tá verður væntandi endaliga staðfest, um talan er um ein brákaðan fót ella um eitt brot í fótinum. Bergur er ein av teimum ungu og n‡ggju spælarunum í landsliðshópinum. Avrikini hjá honum fyri B36 – serliga í seinasta kappingarári – hava havt við sær, at hann er komin upp á tal til landsliðið. Um Bergur hevur brotið fótin, verður talan um ein longri steðg frá fótbóltinum, meðan fóturin kemur fyri seg aftur. B36-spælarin Bergur Midjord hevur fingið skaða í fótin á venjingarleguni hjá fótbóltslandsliðnum í USA Hóast hon var troytt av hørðum venjingum í Føroyum, setti Katrin Olsen tvey persónlig met til eina test í Danmark í farnu viku. Føroyski rógvarin í Danmark skal tvær ferðir um árið testast á ymsum teinum innanfyri eina viku. Testin var í síðstu viku, og hetta var ikki besta tíðin hjá Katrin, tí hon hevði júst verið í Føroyum og vant hart eitt heilt vikuskiftið. Men har var einki at gera, og hóast fortreytirnar ikki vóru tær bestu, spældi tað sera væl av hjá Katrin. Hon setti nevniliga tvey persónlig met í testini. Annað metið var í rógving á seks kilometrum, og hitt metið var á 2000 metrum. Katrin setti met Stóra stjørnan á italska landsliðnum í fótbólti kemur neyvan til Føroya at spæla, tá ið Italia kemur hendan vegin næsta ár at spæla EM-undandyst. 29 ára gamli Francesco Totti er í løtuni langtíðar- skaddur, og tí er óvist um hann gerst klárur til HM- endaspælið í summar. Men um hann verður úttikin, verður hetta allarhelst hansara seinasta endaspæl. Tann vandamikli áleyparin sigur við eina italska sjónvarpsrás, at hann fegin vil sleppa við til HM, tí at hetta verður hansara síðsta endaspæl sum leikari. Totti hevur nakað at prógva fyri viðhaldsfólkinum hjá teimum himmalbláu, ið italska landsliðið eisini verður nevnt á mannamunni. Í tveimum teimum seinastu endaspølunum hevur Totti havt óhepnar leiklutir. Tann eini endaði við reyðum korti ímóti Suður Korea í 2002, og í 2004 fekk hann tríggjar dystir leikbann fyri at spýta í andlitið hjá danska leikaranum Christian Poulsen. Totti neyvan til Føroya