mikudagur 1. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 43 - 1. mars 2006
Føroyar spældu
týsdagin triðja
og seinasta
venjingardystin
á ferðini í USA.
Dysturin var ímóti
Real Salt Lake
City og endaði við
javnleiki. Nú seta
landsliðsspælararnir
kósina heim ímóti
Føroyum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyska fótbóltslandsliðið
fekk harða mótstøðu, tá
ið liðið spældi triðja og
seinasta venjingardystin á
ferðini í USA.
Dysturin var týsdagin ímóti
Real Salt Lake City, og úrslitið
var javnleikur 1-1. Dysturin
var spældur á heitasta
degnum, meðan landsliðið
hevur verið Florida, og
umstøðurnar við brennandi
sól og 30 hitastigum vóru
ikki tær bestu hjá føroysku
spælarunum.
Føroyar byrjaðu tó dystin
væl, og longu í fyrsta minuttir
hevði Fróði Benjaminssen
eitt skot á tvørstongina.
Aðrar naskar royndir vóru
eisini fyrstu minuttirnar,
men tá ið 11 minuttir vóru
spældir, fekk føroyska liðið
kalt vatn í høvdið.
Andrew Cunningham varð
spældur leysur á føroysku
hálvuni, og hann legði Real
Salt Lake City fram um 1-
0.
Andrew javnaði
Føroyar høvdu aðrar royndir í
fyrra hálvleiki, sum varð væl
spældur við høgari leikferð
og nógvum nærdystum.
Í seinna hálvleiki fekk Real
Salt Lake City leikliga
yvirvág, men føroyska
liðið var vandamikið við
mótálopum, har liðið fekk
nógvar spælarar við fram á
vøllin. Og tað endaði seint
í dystinum við, at Føroyar
javnaðu. Málið gjørdi
Andrew av Fløtum.
Amerikanska liðið hevði
nógv spæl í seinna hálvleiki,
men teir skaptu teir ikki
nógvar opnar kjansir, tí
føroyska liðið stóð seg
væl í verjupartinum,
hóast liðformaðurin Óli
Johannesen ikki spældi við í
hesum dystinum. Miðverjan
var mannað við Rasmus
Nolsøe og Atla Danielsen,
og teir høvdu ein tryggan
aftasta skansa í Jákupi
Mikkelsen.
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, hevur
roynt ymsar uppstillingar í
venjingardystunum í USA,
og hann heldur seg hava
fingið fleiri møguleikar, tá
ið landsliðið skal takast út
aftur.
Á veg heim
Føroyska landsliðið er nú
á veg heimaftur til Føroya.
Fyrrapartin í dag var ein løtt
venjing, áðrenn spælararnir
pakkaðu og fóru av
gistingarhúsinum.
Fyrst varð koyrt til Orlando,
har flogið var til Chicago.
Føroyska ferðalagið verður
í Keypmannahavn á middegi
í morgin, og síðani verður
flogið heim til Føroya eftir
eina drúgva ferð tvørtur um
Atlantshavið.
Kyndil minnir
nú Hond-
bóltssambandið á,
at felagið longu fyri
einum ári síðani
bað um, at eingir
dystir í fremstu
deildunum vóru
spældir vikuskiftið
10. til 12. mars,
tí tá skal Kyndil
halda stórfignan
føðingardag.
HSF hevur lagt
hálvfinalurnar í
Sunset-kappingini
júst hetta vikuskiftið
Hondbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dagarnar frá 10. til 12. mars
ætlar hondbóltsfelagið
Kyndil at halda sín 50 ára
føðingardag, og tað skal
gerast við kappingum og
veitslu.
Men hóast Kyndil hevur
biðið Hondbóltssambandið
(HSF) um at fáa frið til at
halda føðingardagin tað
vikuskiftið, hevur HSF
ásett, at hálvfinalurnar í
Sunset-kappingini skulu
spælast sama vikuskiftið.
– Fyri heilum ári síðan
boðaði eg vegna Kyndil
frá, at vikuskiftið 10.-12.
mars í ár høvdu vit bílagt
allar hallirnar í býnum
til kappingar hjá yngru
deildunum í samband
við, at felagið verður 50
ár 10. mars, skrivar Niels
Nattestad vegna Kyndil í
einum brævi til HSF.
– Somuleiðis bað eg
um, at vaksnamannalið
felagsins sluppu undan at
spæla hetta vikuskiftið,
bæði tí at vit skulu brúka
ein hóp av fólki í samband
við kappingarnar, og tí at
vit leygarkvøldið 11. mars
hava stovningarveitslu.
Kortini síggi eg nú, at
semifinalurnar í Sunset
kappingini júst eru lagdar
hetta vikuskiftið.
Eg haldi ikki, at tit
kunnu loyva tykkum at
halda hánt um eitt slíkt
ynski frá einum felagi.
Men tað er menniskjaligt
at gloyma! Tí vóni eg, at
talan er um eitt mistak,
sum tit væntandi rætta,
skrivar Niels Nattestad
vegna Kyndil.
Tað eydnaðist ikki at
fáa eina viðmerking frá
kappingarleiðaranum hjá
Hondbóltssambandinum
áðrenn evstamark í dag.
Fingu javnleik í 30 hitastigum
Seinasti venjingardysturin í USA gjørdist tann strævnasti, men Føroyar fingu javnleik ímóti Real Salt Lake City
Venjingardystur
Ft. Lauderdale, 28. februar 206
Real Salt Lake City-Føroyar
1-0: Andrew Cunningham, 11.
1-1: Andrew av Fløtum, 85.
Føroyar: Jákup Mikkelsen –Janus Joensen (Heðin á Lakjuni,
75.), Atli Danielsen, Rasmus Nolsøe, Christian Høgni
Jacobsen – Hanus Thorleifsson (Mortan úr Hørg, 65.),
Símun Samuelsen (Hjalgrím Elttør, 55.), Kári Nielsen, Fróði
Benjaminsen, Jónhard Frederiksberg (Andrew av Fløtum,
55.) – Rógvi Jacobsen (Hans Pauli Samuelsen, 60.)
FAKTA
Stóran part av
kappingini hava teir
verið á odda. Men í
kvøld kann ætlaði
finalusessurin hjá
H71 av álvara koma í
vanda
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hoyvíkingar hava stóran
part av árinum - serstakliga
í endaspælinum - verið
mettir sum nærum tryggir
finaluluttakarar. Tapið fyri
Kyndli fyri 10 døgum síðani
hevði tó við sær, at munurin
til næstu liðini tódnaði, og tá
teir ikki spældu sunnudagin,
kundi Kyndil fara framvið.
Enn hava hoyvíkingar tó ein
dyst til góðar, men hesin
er alt annað enn lættur.
Meistararnir úr VÍF koma
nevnliga á vitjan hjá liðnum,
sum mong rokna sum størsti
avbjóðarin, og tað kann væl
gerast ein heilt undirhaldandi
dystur.
Tríggjar ferðir áður hava
liðini hitst í ár. Teir báðar
dystirnar í Vestmanna hevur
VÍF vunnið tepurt, men H71
tók stigini, tá liðini dystaðust
í Hoyvík í grundspælinum.
Megna hoyvíkingarnir at
endurtaka tann sigurin, so
fer at síggja heilt gott út hjá
teimum. Tá verða tvey stig
niður til triða plássið undan
teimum trimum seinastu
dystunum. Tríggir dystir,
sum millum annað innihalda
uppgerðir móti teimum
báðum veikastu liðunum í
bólkinum.
Hinvegin kann talan gerast
um heilt trupla støðu, verður
talan ikki um sigur. Ein
støða, sum vestmenningar so
sanniliga eisini kunnu skriva
undir uppá. Meistararnir eru
snøgt sagt tvingaðir at vinna.
Ikki minst, tí eftirverandi
skráin inniheldur útidyst
móti Kyndli og heimadyst
móti StÍF. Tveir dystir, har
VÍF ikki pr. automatikk skal
rokna við f‡ra stigum, og
tí mugu hesi í stóran mun
fáast aðra staðni frá, um
vestmenningarnir ætla sær at
vera partur av FM-finaluni.
Brakið verður í dag
Bæði liðini skulu vinna. Men meðan eitt tap ger støðuna
hjá H71 trupla, so vil eitt slíkt nærum gera støðuna hjá VÍF
katastrofala undan seinastu umførunum
Kyndil vil halda føðingardag í frið