Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 9 Í fýra mánaðir hevur nýggi Smyril nú røkt ferðasambandið millum Suðuroy og Havnina. Tey fyrstu eyðkennini byrja nú so smátt at síggjast: 2000 fleiri ferðafólk ferðast nú um mánaðin við Smyrli og talið av bilum er eisini hækkað munandi Samferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Smyril: Tað er eitt sindur sjaskut í sjónum um mid­ dags­leitið í gjár. Skiparin situr í stóli sín­ um og honum við lið er øll tann tekniska útgerðin, sum krevst til eitt so stórt ferðamannaskip. Á radaranum síggjast tvey skip nærkast, og løtu seinni kunnu vit eygleiða tveir trol­ arar, helst partrolarar sum eru á veg til fiskiskap. Stýrimaðurin er eisini á brúnni, og hesa løtuna, vit fáa eitt stutt prát við skiparan hevur hesin ábyrgdina av kós og ferð. Smyril kom til landið tíð­ liga í vetur og hevur nú verið í sigling í meiri enn fÝra mánaðir. Tíðin er komin at gera støðuna upp. – Tað er skjótt sagt: Hetta er eitt ótrúliga gott skip og liggur væl í sjónum. Jú, Smyril er eitt sera sjógott skip, sigur Hanus Lassen. Vit eru komnir inn á Tvør­oyarfjørð, og tíð er hjá honum at fáa lagt skipið trygt og gott at á Krambatanga. Við skipinum eru fleiri almennir gestir, tí á hesum túrinum verður á fyrsta sinni møguligt hjá teimum ferðandi at kunna ganga umborð umvegis nýggju farstøðina. Frammanundan hevur Hanus boðað frá hesum í hátalarunum. Ferðafólkini á veg suður sleppa tó ikki at royna hesa farstøðina beinanvegin. Hon skal fyrst takast alment í nýtslu. Men næstu ferð verður hetta gjørligt! Onkrir rusktúrar Hanus Lassen hevur sum skipari upplivað, hvussu skift­andi tað føroyska veðurlagið kann vera. Men síðani hesi nýggi Smyril varð settur í sigling 1. november í fjør hevur hann ikki verið úti í nøkrum rættiligum ódnarveðri. – Vit hava sjálvandi havt ruskveður onkran túr­ in, treyðugt so. Men tað hevur ikki seinkað okkum stórvegis, sigur hann. Tað hevur tí eisini verið sjáldan, at hann sum skipari hevur verið noyddur at slaka ferðini nakað orsakað av hesum. – Nei, hetta hevur alt bara riggað so sera væl, sigur hann. Fyri suðringar er tí talan um eitt sera snotuligt og sjógott skip, sum teir bara kunnu fegnast um. Smyril er eitt skip sum teir kunnu vera stoltir av og sum teir kunnu stóla uppá. Kyrr havn Eitt er so tað at fara um Suð­ uroyarfjørð. Eitt annað er so, hvussu tað er at hava hetta stásiliga farið liggjandi við bryggju á Krambatanga á Drelnesi. – Hon riggar eisini sera væl, er stutta viðmerkingin hjá Hanusi til henda spurn­ ingin. Við Krambatanga er púra kyrt, og her kann manningin óttaleys lata skipið liggja í øllum veðri. Tá Smyril lá við bryggju á gomlu atløgubryggjuni vóru teir onkutíð bangnir um endarnir hildu, tá illveður var. – Men við nýggju havnina liggur skipið púrasta trygt, sigur Hanus. Tveir tímar Um ein hyggur í ferða­ætl­ anina so stendur ferðin um Suðuroyarfjørð at taka 1 tíma og 50 minuttir. Tað skjótasta teir hava siglt er kortini 1 tími og 40 minuttir. Men sum skiparin leggur dent á, so tekur tað – ikki óvæntað – longri tíð at leggja at enn at fara frálandi. – Tí er helst rættast at rokna við sløkum tveimum tímum, frá tí vit loysa á øðrum staðnum til endarnar eru festir í land á hinum staðnum, sigur Hanus. Ein lætti Tað er neyvan bert skiparin á Smyrli sum er nøgdur við hetta nýggja skipið, og tær tænastur sum verða veittar umborð. Í øllum førum kann stað­ festast at talið av ferðafólki er hækkað úr 10.108 í oktober í fjør – t.v.s. áðrenn nÝggi Smyril kom - til 12.035 í januar mánaði í ár. Talið av bilum er eisini hækkað somu tíð - úr 3.668 í oktober til 4.484 í januar mánaði í ár. Hesi ferðafólkini fegn­ aðust sjálvandi um, tá nýggja samferðsluhavnin varð tikin í nýtslu, og í gjár kundu tey so eisini gleðast um, at nú er munandi betri hjá teimum at koma umborð og í land. – Ja, hetta fer at lætta munandi um hjá ferða­fólk­ un­um. Tað er ein stórur fyrimunur fyri tey, nú tey sleppa undan at draga við­ førið upp og niður. – Hetta fer at lætta munandi um hjá øllum, eins og tænastan verður betri. Eingin ivi um tað, sigur ein brosandi Hanus Lassen. – Smyril hevur roynst avbera væl Smyril er eitt sera sjógott skip, sigur Hanus Lassen skipari. Hann kann eisini fegnast um, at talið av ferðafólkum og bilum er hækkað munandi síðani nýggi Smyril varð settur í sigling í november mánaði í fjør Hanus Lassen, skipari á Smyrli (vm.) hevur lykilin til upplating av farstøðini. Løtu seinni handaði Oyvindur Brimnes (hm.) lykilin til Andras Jensen, sum umboðaði Strandferðsluna Við til móttøkuna á Krambatanga í gjár vóru fólk í øllum aldrum. Børnini smæddust ikki burtur