hósdagur 2. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 44 - 2. mars 2006
Pressufrælsið ella talu- og skrivifrælsið er sera aktuelt í
hesum døgum og sjáldan hevur hetta fyribrigdið fingið
so drúgva umrøðu í fjølmiðlunum og í politisku skip
anini sum seinasta mánaðin. Orsøkin er sum øllum
kunnugt tekningarnar í Jyllandsposten, sum hava elvt
til mikla øsing í muslimska heiminum og í muslimsku
umhvørvunum í Europa.
Pressufrælsið er frælsi undir ábyrgd. Hetta er endurtikið
í tað óendaliga, men hetta er kortini ein standandi trupul
leiki. Hóast vit hava pressufrælsi, merkir hetta sjálvsagt
ikki, at ein kann skriva ella senda líkt og ólíkt um t.d.
persónar. Revsilógin ásetir revsing fyri ærumeiðing alt
eftir, hvussu grov hendan er. Er so als ikki tørvur á fjøl
miðlaábyrgdarlóg? Hví skulu vit so yvirhøvur hava eina
fjølmiðlaábyrgdarlóg? Er ikki nóg mikið við revsilógini,
tá nú pressufrælsið er staðfest í grundlógini? Soleiðis ofta
spurt í hesum døgum, og ein skilir væl, at fólk eru eitt
sindur ørkymlað og spyrja, um ikki pressufrælsið verður
skert við eini fjølmiðlaábyrgdarlóg.
Pressufrælsið verður á ongan hátt skert við eini fjølmiðla
ábyrgdarlóg. Í einum fólkaræðiligum samfelag við fullum
pressufrælsi slepst ikki undan mistøkum. Tað er tí sera
umráðandi at tryggja, at mistøk, sum pressan ger, verða
rættað – og at tey eru so avmarkað sum tilber. Tað er
umráðandi, at er ein miðil t.d. við sínum tíðindaflutningi
komin fyri at bera skeiv tíðindi um ein persón, so má hesin
persónur hava lógartryggjaðan rætt at fáa hesi skeivu
tíðindi rættað. Kærast kann til eina fjølmiðlanevnd, ið
tekur støðu til, hvørt talan er um skeivan pressuetiskan
atburð. Hetta hevur týdning fyri almenningin. Men
enn størri týdning hevur tað, at fjølmiðlanevnd eggjar
pressuni til at vera ansin og at hava allar heimildir í lagi.
Ein slík etisk nevnd hevur avgjørt eina góða ávirkan og
ger ivaleyst sítt til, at fjølmiðlafólk fara at vanda sær enn
meira um sítt arbeiði í framtíðini. Fjølmiðlaábyrgdarlógin
er tí eitt neyðugt tiltak og vit mugu tí vóna, at hon verður
samtykt við teimum broytingum, sum kunnu koma millum
1. og 2. viðgerð í hesi tingsetu.
Slík skipan eigur tó á ongan hátt frá aðrari síðu at uppfat
ast ella brúkast til at skerja vanliga skrivi – og talufrælsið
undir ábyrgd. Fjølmiðlar mugu framhaldandi kunna ar
beiða frælst og frítt uttan uppílegging frá lóggevandi
ella útinnandi valdinum. Tað er so heldur ikki hetta, sum
nýggja skipanin leggur upp til. Endamálið við skipanini
er tvørturímóti at kunna skapa størri trúvirði mótvegis
pressuni millum manna og skapa størri virðing fyri tí
neyðuga handverki, sum pressufólk útinna. Men til tess at
røkka hesum setningi eigur eitt nú persónliga útspillingin
og vanvirðingin fyri øðrum, sum tíverri kemur fyri, at
lúkast úr fjølmiðlunum. Her eiga allir fjølmiðlar og
tey góðu fólk har virka at taka í egnan barm men eisini
taka hendur saman og gera sítt til at ávirka gongdina og
menningina tann rætta vegin. Latið okkum tí meta nýggju
skipanina sum eitt hent og gott arbeiðsamboð, ið aftur
kann stuðla okkum í at útinna journalistsiska handverkið
fullgott og til fulnar. Nýggja skipanin skal vera við til at
byggja brýr millum fjølmiðlar og brúkara.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fjølmiðlaábyrgdarlóg
– eitt neyðugt tiltak
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Herfyri skrivaði Ólavur Ras
mussen svar til eitt ummæli,
ið eg hevði í Kultura í ÚF.
Hann tekur eini tvey ting
fram, ið eg fanst at, men eg
haldi ikki, at Ólavur fyriheld
ur seg til meginatfinningina
í ummælinum, ið var, at
Ólavur ikki hevur ein keldu
lista, tí er ógjørligt at siga,
nær hann siterar onkran
annan, sum t. d. Sløk um
Kierkegaard. Ikki tí, øll fak
fólk brúka keldur, hetta ger
tannlæknin, professarin og
bankamaðurin, tí just tað at
vera ein fakmaður í einum
akademiskum faki, er at
kunna fyrihalda seg kritiskt
og tulkandi til primerar og
sekunderar keldur, hetta
skilir legmaðurin ikki og
heldur, at akademikarar
antin duga gand, ella bert
stoyta endurgevingar niður
á pappír.
Eg meti tað sum ringa sið
venju ikki at uppgeva keld
urnar ávegis, tí so havi eg
ongan livandi kjans at meta
(tí meti eg sum ummælari, at
bókini vantar just hetta) um
tað sum verður sagt.
Ólavur
sigur:
»Kim
Simonsen kann fara út á
Landsbókasavnið og lesa
Tingakross, árgangirnar
1914 – 16, har Victor Dan
ielsen citerar brot fyri brot úr
Eygnabragdinum hjá Kierke
gaard.« Tað er ikki mein
ingin, at eg sum lesari ella
ummælari fyri Útvarp Føroya
skal út á Landsbókasavnið
at lesa Tingakross frá 1914-
1916 sjálvur. Keldurnar
burdu verið viðrørdar og
verið endurgivnar í brotum
í bókini, heldur enn at siga
slíkt í einum lesarabrævi.
Eg hevði verið nøgdur við
nøkur fá brot úr Tingakrossi,
tí eg eri vælviljaður yvir fyri
projektinum at skriva um
Kierkegaard á føroyskum,
men ikki undir øllum
umstøðum. Tað er heldur
ikki tað, eg eg ikki trúgvi
Ólavi, eg haldi hann vera ein
skilafólk. Tað var ein fragd
at hoyra hann tosa livandi
og væl um Kierkegaard í
sendingini Tilveru í heyst,
men eg fasthaldi, at hetta
ikki kann vera uppgávan hjá
lesarinum at lesa alt tað, ið
Ólavur ikki sigur hvar er at
finna í bókini.
Taka vit hetta við Victor
Danielsen, so sigur Ólavur,
og her trúgvi eg honum, at
Victor læs Kierkegaard, men
so skjótt Ólavur hevur sagt
tað, so hálar hann trúðvirði
undan allari samanbering
av Victori Danielsen og
Søren Kierkegaard, so sum
at Victor helt, at Gud førdi
pennin, tá ið Bíblian var
skrivað. Kierkegaard helt,
at Bíblian varð skrivað av
menniskjum. Soleiðis dekon
truerar Ólavur sína egnu
tesu, ið væl er gjørligt, og
ikki nakað man sær so ofta
í ritgerðum og bókum, men
tá hann ikki brúkar keldur
endar alt sum ein pástandur.
Og her meini eg við orðinum
“pástandur”, ikki ein lygn,
men bert nakað, ið ikki er
sannførandi skjalprógva
og tí enn ein óverifiseraða
tesa.
Tá eg ikki var sannførdur,
fór eg sjálvur at hugsa, at tað
er væl møguligt, at Victor var
ávirkaður av uppgerðini hjá
Kierkegaard við kirkjuna,
men hesir menn enda frá
fyrsta degi sum dagur og
nátt. Eg veit so mikið um
Kierkegaard, at hann ikki bert
var móti kirkjuni og prestun
um, men sjálvt hugtakið um
eina samkomu var fyri hann
andstyggiligt, sjálvur tók
hann til, tí hann var bangin
fyri, at fólk hildu hann vera
grundtvigianarara: “ (…)
Ingen, Ingen, Ingen her
paa Berget er Bevægelsen
saa fjern som jeg…. ( Pap.
X 4 A, s. 53, Í: Bertelsen,
1996).
Tað kann gott vera, at
Ólavur hevur haft sum ætl
an, at fara gjøgnum (øll) tey
mongu høvuðsverkini hjá
Kierkegaard á sínum 191
síðum, men hetta eydnast
illa, tí hann kemur ikki long
ur enn til fasurnar hjá Kierke
gaard, og hetta er nú eina
ferð fyrst og fremst at lesa
í verkinum “Enten Eller”,
ið bókin “Antin Ella” eitur
eftir. Hetta er eisini hin besti
parturin av bókini.
Hin vegin er tað tíverri
ein sannroynd, at tað eru
nógvir feilir í bókini, so
sum søgan um P.L. Møller,
ið endar sum ein ábending
og ein hálvkvødd vísa. Vit
at “googla” P.L. Møller
kundi Ólavur lisið, at hann
t.d. vann tvey gullmerki
á Universitetinum og ikki
eitt, hetta vildi bert tikið 20
sekund.
Ólavur fyriheldur seg ikki
til nýggju granskingina, ið
Peter Tuvad hevur givið
okkum, ið fullkominliga
broytir okkara hugmyndir
av persóninum Kierkegaard.
Og hann sigir einki um feil
lesingar av Kierkegaard, ið
eg havi sæð í bókini. Eg haldi
tí, at Ólavur skal gleðast, at
eg av vælvilja gav honum
tríggjar stjørnur í Kultura.
Eg vóni, at Ólavur skrivar
fleiri bøkur um heimspeki og
um Kierkegaard, har er nógv,
ið vantar viðgerð og tulking
enn, men næstu ferð skal
hann avgerða um tað er ein
lættlisin bók sum Johannes
Møllehave skrivar tær, ella
ein sum heldur longri, sum
tær hjá Johannes Sløk, ið
hann vil skriva.
Kelda:
Otto Bertelsen: Søren
Kierkegaard og de første
grundtvigianere. C.A.
Reitzel, 1996.
Rættleiðing til Ólav Rasmussen
Kim
Simonsen
Omanfyrinevndi var fyrsti
sálmur til morgunandaktina
í morgun. Beint áðrenn
frættu vit í tíðindunum, at
nú skuldi málið um tey trý
uppsøgdu á Matrikkulstovuni
leggjast fyri Løgtingsins
Umboðsmann.
Ivist í, hvussu glað hesi trý
eru fyri at vakna í morgun.
Tað tykist ilt at fáa skil á
hesum máli. Fólkini eru limir
í Starvsmannafelagnum, og
knappiliga kom ein tíðinda
stubbi um, at tey ikki vóru
vard av almenna starvsfólka
politikkinum. Harumframt
tykist málið heimleyst og
skal í býin til løgfrøðiliga
meting. Hava vit í landinum
starvsfólk, ið bera brek, ið
eru undirgivin serligar og
verri reglur enn hini, so
snýr hetta mál seg eisini um
mannarættindi.
Rúsdrekkapolitikkurin á
almennum arbeiðsplássum
er fyri øll – eisini tey, ið
ikki drekka og sama er við
roykipolitikkinum. Almenn
ur starvsfólkapolitikkur
er fyri øll í starvi, og eru
undantaksreglur kann tað
bert snúgva seg um onkran,
ið skal hava sersømdir t.e.
betri sømdir.
Hetta er ein frammaná
til øll, ið hava til arbeiði og
visjón at skapa fólki møgu
leika til sjálvi at lívbjarga
sær og sínum, so tey hava
nakað at fara upp til hvønn
morgun. Tað er ikki til at
skilja at amboðskassin á
hesum øki framvegis ikki
er nøktandi. Eisini hevur tú
hug at spyrja, um øll, sum
eru í starvi hjá landinum ikki
hava eitt setanarbræv har á
stendur, hvørjar treytir tey
arbeiða undir. Hvar er rúmligi
arbeiðsmarknaðurin?
Nú vakni øll úr svøvni glað ...
Karin
Kjølbro