Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 Sosialurin VIÐMERKINGAR Skal Føroya Landsstýrið lata 300 mio í stuðli til „Wonderlandc ætlanina? E- BJØRN Á HEYGUM ke — lg my i Byggiætlanin Tey flestu blíva íkki sort or- kymlað, tá tey síggja nýggju kollveltandi verkætlanina uppi við Stórutjorn, klakt í hovdinum á hesum nýggja matadorinum og fíggjar- flogvitinum, Jákupi á Dul Jacobsen. Mong er sjónarmiðini um hesa verkætlan. Onkur sigur genial, kreativ og full av framtíðarvisiónum. Onnur finnast at sjálvari byggiætlanini og siga, at hetta er betongslum, sum ikki hóskar inn í foroyska bústaðarmynstrið og heim- liga umhvorvi. Hetta kjak millum við- halds- og mótstaðufólk av ætlanini skal íkki vera umrøduevni í hesi grein. Sola av 300.000 m? Tað sum mest av ollum undr- ar er, at onkur ikki hevur tikið spurningin um solu av heilum 300.000 fermetrunum av virðismiklari almennari ogn í hovuðsstaðnum upp til politiska viðgerð. Politiska skipanin hevur eftir ollum at dama valt at blunda og tiga um henda spurning, meðan verkætlanin sjálv verður hálovað og róst upp um skíggja av bæði býráðs- og logtingslimum. Sum tað skilst á Heðin Mortensen, borgarstjóra, so er ætlanin uttan víðari at selja 300.000 fermetrar av bestu og mest hogliga liggandi jörð í landinum til byggilendi fyri ein láturligan og mest sum symbolskan pris upp á kr. 54,00 pr. fer- meturin. Hetta gevur eina samlaða inntöku til Foroya Landsstýri og Foroya fólk upp á kr. 16.200.000,00. Góðar sekstanmilliónir tað er alt! Samstundis vita vit, at lendi til bygging í Tórs- havnar Kommunu í dags- prísum fer væl upp um kr. 1.000 pr. m?. T. d. hevur Tórshavnar Kommua sjálv júst selt eina trød upp á umleið 11.000 fermetrar við Velbastaðvegin fyri góðar 11 mio kr. Skuldi jorðin í Hoyvíkshaganum verið seld fyri sama virði og íkki eitt kunstiga lágt virði, ja so gav hon 300 mio kr í landskassan ella svarandi til t. d alt hallið á fíggjarlógini. Undirprísur? Kann tað almenna veruliga loyva, at jorðin á henda hátt verður givin burtur til ávísar útvaldar persónar, sum seinni kunnu heysta profittin av tí meirvirði, sum jorðin hevur longu í samband við söluna, kundi hóskandi verið spurt. Nei, vit kunnu heilt einfalt íkki forsvara ein slíkan handil (forering) mótvegis hart kroysta skattaborgaranum, sum ju eisini skal fíggja tann miss, sum tað tað almenna her kann staðfesta uppá 300 mio kr. — 16 mio kr. ella 284 mio kr. Onga aðrastaðni er at fara eftir pengnum! Hetta kann jú samanberast við, at ein bygningur hjá tí almenna knappliga var seldur fyri ca. 5% av veru- liga virðinum til onkran til- vildarligan persón, uttan at bygningurin var bjóðaður út til fría solu. Tað hevði nokk verið eitt ramaskríggj millum fólk og politikarar, um t.d. Albert Hall var selt fyri t. d. 2 mio kr. ella 5% av virðinum, um vit t.d. seta hetta til 40 mio kr. Hetta hevði ogin funnið seg Í. Men hvat er munurin - hann er ongin! Og um tað er Albert Hall, ferðamanna- skipið Smyril ella jorð í Hoyvíkshaganum, sum ikki verður útboðin og seld fyri undirprís, er eitt og tað sama! Útboð av almennari jorð! Tað almenna kann heilt ein- falt ikki loyva sær, at geva borgarans ogn burtur, tá hetta er partur av hansara virðum og rættindum, sum tað almenna hevur eina treytaleysa skyldu til at rokja bæði skynsaman og forsvar- ligan hátt. Staðan er tann, at almenna jørdin, serstakliga runt um hovuðsstaðin, blívur bara meira og meira verd fyri hvonn dag sum gongur. Tískil má tað almenna nú leggja á fullkomuliga annan bógv í samband við solu av almennari jorð. Jorðin eigur sostatt í út- gangsstoðinum at bjóðast út, eins og almennu fyritok- urnar, sum nú skulu privati- serast. Skattaborgarin hevur væl saktans sama krav at mest burtu úr, tá tað snýr seg um jörð sum tá tað snýr seg um almenn partabrov — ella hvar er munurin? Hann er í hvussu er ringur at fáa eyga á! Peningurin fyri festijorð- ina eigur at fara beinleiðis í landskassan. Gamla mynstrið við festikonti, er tíðin langt síðan farin frá. Bóndin má fáa endurgjald fyri mistar inntökumoguleikar á ann- an hátt, tá soluprísurin fyri jørdini í slíkum forum als ikki stendur mát við land- búnaðarligu skerjingarnar og og staðfesta inntakumissin. Almenni solupolitikkurin endurskoðast ? Vónandi fatar politska skip- anin álvarsemi í hesum máli, soleiðis at Búnaðarstovan kannendurskoðasín antikvar- iska solupolitikk. Endamálið má vera at fyribyrgja, at almenn virði fyri 100 tals milliónur fyrilitarleyst verð- ur givin burtur. Tað hava vit heilt einfalt ikki ráð til. Farast má burtur frá folsk- um og kunstigum lágum prísum tilvildarliga ásettir av umsitingini uttan atlit til veruleikan. Hetta er eisini fullkomuliga órímuligt og botnórættvíst mótvegis ollum teimum borgarum her í landinum, sum av tilvild íkki standa til at fáa festijorð til keyps. Hví skulu nokur vera noydd til at rinda vanligan prís fyri at ognast jorð til byggilendi, meðan onnur fáa hetta mest sum fyri onki. Tað kann ikki vera rætt! gå VIGGO OLSEN Haldi leidina nidan å Reynini er grytut eins og månalendi Jara vit gjøgnum brekkuna stóru er tað eins og 23 sálmur hjá Dávidl. Við angandi grasgronum flotum og hvíldaráum góðum veri boðin vælkomin av hjarmandi seyði og ljómandi fuglasongi. Várt land er alfagurt Hyggi suður í hav, Skálhovdi og tann forna bygd Skálavík vársól bjart á fjallalíðum alt í kvirru andar. Havskin sum skvggjandi silvur skynið kínir aldubrot inni á møl. Ja, eg elski mitt land sum tað stígur fram. 11 Rædandi tilvild T n Í HERGEIR = NIELSEN SQ Løgtingsmadur mn Synd er at siga, at landsins leiðsla hevur stórvegis tak- fori á viðurskiftum okk- ara. Stuttskygdar loysnir tróta ikki, og latenti orskap- urin í landsins fíggjarviður- skiftum stendur bara við og versnar. Rúgvan av stórmálum, sum sakna eitt politiskt handalag bara veksur og veksur. Beinleiðis láturlig og stak óbúgvin eru tunnils- málini. Leirvíkstunnilin varð syftur útaftur av tingi um dagarnar, og Hovstunnilin fekk somu lagnu, tá hann skuldi leggjast í alment partafelag. Har var so lítið fantilsi á. at landstýrismaðurin tók málið aftur, aftan á at vit undir viðgerðini á tinig hovdu greitt honum frá orskapinum. Men stórstu og mest álv- arsomu stórmálini verða nú umrodd í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, sum jú er óheft politiskt, men sera atfinnginarsom. I oktober kom ein frá- greiðing um munin millum Játtan og nýtslu fyri 2004. Har vóru fleiri lemjandi atfinningar móti landsins leiðslu, men so eiðasort tað rein við nakrastaðni. Tað er ein farin tíð, at landsstýrismenn skulu ans- að eftir at halda játtanir sínar. Um dagarnar kom onnur frágreiðing. og hon er um einskiljingar. Blaðið Vinnuvitan hevði ein úrdrátt úr hesum skjali í farnu viku, og tað var ikki hissini lestur. Í hesi frágreiðing verð- ur landsins stýrið latið úr hvorjum klodda í einskilj- ingarmálunum. Og kortini valdar togn á tingi, og tað er at undrast yvir. Men togn valdar um so mong onnur mál. Fyri hálvum ári síðan stóð lagmaður okkara á odda fyri einari ólóglig- ari sáttmálagerð mótvegis útlandinum, tá hann royndi prógvað okkurt frambrotið har. Hann dumpaði við ein- um braki, tá hann breyt stýrisskipanarlógina. Annað stórmálið mót- vegis útlandinum er Hoy- víkssáttmálin, sum hevur ligið og ræsað á tingi nú í fimm mánaðir. Men neyvan nokur stjórn hevur nakrantíð fingið ein so skarpan gang frá sínum egna eftirliti, sum okkara landsstýri nú hevur fingið frá Landsgrannskoðanini. Landsgrannskoðanin er ma. komin eftir, at landsstýrið hevur hvorki orku ella forleika til at loysa einskiljingartil- gongdina, at eingin játtan er til keyp av serkonari hjálp, at yvirskipaðar manna- gongdir væntað, at eingin rágevaratænasta er boðin út, at landsstýrið lat fíggjar- lógaruppskotið frá sær uttan at sokja um játtan til einskiljingarnar, at landsstýrið fekk 1 mió. kr. til endamálið sum kostaði 15 mió.kr., oam. Í fleiri forum tykist tað, sum um Landsstýrið og og einskiljingarnevndin ikki rættiliga hava vitað, hvat fyrifórst í fyritokunum, sum skulu einskiljast, og hava tí íkki havt neyðugu vitanina at kunna um gongd og staðu í málunum, verður tikið til. Meðan milliardir standa upp á spæl, stríðast sam- gongumenn fyri opnum tjaldi um, hvonn veg teir skulu venda sær sjálvum í hesum stóru málum. Teir eru nú farnir at hoyggja runt við Atlants- flog, og skjótt koma aðrar fyritökur undir raggaða knívin hjá teimum. Uttalilsi teirra eru líka so barnslig og hjálparleys, sum oll viðgerðin aftanfyri. Arvasilvurið verður soplað higar og hagar, og skattaborgarin situr sum Kánus. Staðfest er enn eina ferð, at vit hava eitt stýrið, sum ikki sær fram um sína egnu nos. Tilvildin ræður, og eing- in kós er sett fyri dagin í morgin. Og alt fleiri foroyingar eru farnir at spyrja hvonn- annan, hvat tað er, sum veruliga hendir her í hesum landi fyri tíðina. Sig tína meining Í Sosialinum