Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 44 - 2. mars 2006 Óli Jacobsen, formaður í Før­oya Fiskimannafelag og blaðstjóri á FF-Blaðnum ger viðmerkingar til útvarp­ ið í sambandi við tosið um fjølmiðlaetikk og nú upp­­ skotið um nýggja fjøl­miðla­ lóg er løgd fyri tingið Nú er so uppskotið um nýggja fjølmiðlalóg kom­­ið fyri tingið. Hetta kann vera eitt gott høvi at við­gera støð­ una við okk­ara fjøl­miðlum. Eitt ser­stakt høvi er eisini til at við­gera útvarpið við atliti at gølu­søguni, sum teir høvdu í samband við Sosialin og Eirik Linden­ skov. Onnur orsøk til at hyggja at útvarpinum er, at hetta er stovnur, sum vit øll noyðast at gjalda til. Aft­urat hesum ber væl til at lesa tíðindapolitikkin her av, tí við einum hópi av tíðindasendingum við nógv­ um endurtøkum er tað ikki av plássrúmd, at tíðindini liggja eftir. Tíðindi í útvarpinum er eisini fyri ein stóran part endurgeving av øðrum tíðindakeldum. Annars kann sigast, at støðið á teimum stóru fjølmiðlunum er nøku­ lunda tað sama. Útvarpið og Pravda – fyrr Herfyri royndi útvarpið at lýsa seg sum eitt rættiligt fjølmiðlasannleiksvitni. Fyrst skal sigast, at henda grein er grundað á ein gjøll­ igan kunnleika til fjølmiðlar. Eg havi lisið bløðini í 50 ár, eisini útlendsk, serliga donsk. Havi tí eisini førleika at sammeta við fjølmiðlar uttan fyri landoddarnar. Lurti eisini stórt sæð eftir øllum tíðindasendingum hjá útvarpinum. Sagt verður um bløðini í gamla Sovjet, at teirra fremsta endamál var orðarætt at endurgeva teir politisku boðskapir, sum teir fingu sendandi sum “tíðindaskriv”. Tað var einki sum æt at fara at kanna, um hesi tíðindi eisini samsvaraðu við veruleikan. Tað, sum umráddi, var, at lýsa politisku støðuna, so­­ leiðis makthavararnir sóu hana. Hinvegin so var tíðinda­ flutningurin rættiliga fríur, tá tað snúði seg um dagligar trupulleikar, sum vørutrot í handlunum, óbrúkiligar al­menn starvsfólk og tílíkt, sum eisini nógv verður gjørt burturúr í okkara miðlum. Hetta eru stórt sæð somu prinsipp, sum útvarpið hevur í sínum tíðindaflutningi, serliga á tí politiski øki­ num. Her er uppgávan bert upp­ lestur av innsendum tíð­ind­ um og sjónarmiðum. Polit­ isku tíðindini eru stórt sæð bert endurgeving av tilfari, sum verður sent útvarpinum av teimum ymisku politik­ arunum. Heldur ein ting­ mað­ur ella ein flokkur, at nú hevur hann brúk fyri at koma í útvarpið, sendir hann útvarpinum seint á kvøldi eitt tíðindaskriv, sum útvarpsmaðurin kann hála úr faxinum ella telduni, tá hann, kanska illa svøvntur, kemur til arbeiðis áðrenn kl 7. Hesi verða so lisin beinleiðis úr tekstinum, og so er hetta van­liga høvuðstíðindini fyri dagin. Tað skal eisini til­skilast, at her er so einki baga­telmark. Tað einasta, sum skal ans­ast eftir, er ikki at gera mismun millum tingmenn. Tingmenn meta bert útvarpið eftir, um teir sjálvur sleppa framat í tíðindunum, og tí ræður um, at eingin skal hava nakað at siga í so máta. Hvussu tíð­indaflutningurin annars er, hevur ongan áhuga hjá politiska myndugleikanum. Tí kann stutt sigast um tíðindaflutningin, at sigur tingmaður A, at tingmaður B lýgur, so verður hetta end­ur­givið. Sigur B síðani, at tað er A, sum lýgur, so verður tað endurgivið. Men útvarpið kundi ikki funnið uppá at kanna og staðfesta, hvør av teimum tað er, sum lýgur, tí so koma teir til ilnar við annan av teimum. Við einki at gera eru báðir tilfriðs. Hetta merkir, at tað eru politikararnir sjálvir, sum seta dagsskránna fyri tíð­ inda­flutningin. Er politiska skipanin samd um, at mál skulu tigast burtur, ja, so verða tey eisini tøgd burtur uttan mun til tann almenna áhugan, sum annars kundi verið at lýst málið. Úrslitið verður eis­ini har­ eftir. Politiski tíðinda­flutn­ ingurin er meinlíkur honum í Pravda – fyrr. Hinvegin verða tær dagligu 10-12 tíð­­inda­sendingarnar hjá út­varp­inum fyltar upp av smá­málum, sum um tey eru av størsta týdningi. Uppsagdur yvirlækni: 50 tíðindasendingar Her skal bert verða nevnt eitt dømi av úr rúgvuni. Eina­ ferð í fjør var ein yvirlækni uppsagdur. Seinni varð upp­ søgnin afturtikin og avloyst av eini ávaring. Hetta kundi í mesta lagi givið grund­ar­ lag fyri tveimum tíð­inda­ stubbum. Bert á heimasíðuni hjá útvarpinum hevur hetta mál 18 greinir, og tá er tað als ikki vist, at alt er komið við. Tíðindi av hesum slag verða í minsta lagi endurgivin 3 ferðir, so groft roknað hevur útvarpið í minsta lagi havt 50 innsløg um hetta banala og fyri almenningin rættuliga óáhugaverda mál. Mál um rættarbrot hjá lands­stýrismonnum verða ikki tikin upp á tungu, uttan í teimum einstøku førunum, tá einstakir flokkar kunnu gera sær dælt av hesum og teir reisa málið politiskt. Men eru samgomga og andstøða samd um, at her skal gerast minst møguligt burturúr, ja, so ger útvarpið eisini minst møguligt burturúr. Gøla at býráðið fylgir rættargrundreglum Í veruleikanum váttar gølu­ søgan hjá útvarpinum um Eirik Lindenskov hetta. Sum tað skilst, snýr málið seg um, at býráðið hevur gjørt eitt umsitingarligt mis­tak, tá tað hevur givið eitt byggiloyvi. Hetta verð­ ur rættað, og sambært van­ ligum rættarreglum rindar býráðið eina upphædd fyri at rætta hendan feilin á eini virðiligan hátt. Hetta kann sammetast við “Jógvan S”-málið, har tað varð framt eitt tilvitað rættarbrot móti borgarum, stuðlað av sovæl samgongu sum andstøðu. Teir sum rættarbrot varð framt ímóti berjast nú á 2. ári fyri at fáa eitt rímiligt endurgjald. Hetta saman við fleiri leys­ um endum í málinum verð­ ur stórt sæð ikki nevnt av útvarpinum. Her hava nevni­ liga ov nógvir politikk­arar lík í lastini. Tað kann eisini staðfest­ast, at um umrødda byggimál var eitt landsstýrismál, hevði tað ikki verið tikið uppá tungu av útvarpinum. Tað er ringt at síggja, hvussu býráðið skal hava ver­ið hótt av eini møguligari almannakunngering av, at tað fylgir vanligum rættar­ reglum. Her er annars ikki tikin støða til leiklutin hjá Eiriki Lindenskov. Men aft­ aná at Eirikur hevur greitt frá hesum máli í Sosial­in­ um, kundu fleiri spurningar verið settir. M. a. á hvørjum grundarlagi danski serfrøð­ ingurin hevur givið sína met­­ing av málinum. Tað er nú ikki púra ókent í fjøl­ miðla­­heiminum, at tú fær svar soleiðis sum tað verður spurt. Tað er áhugavert, at út­varp­ ið knappliga hevur fingið slíka umsorgan fyri pressu­ etikki, at tað fer í holt við at spyrja ein danskan serfrøðing á økinum. Men henda um­­ sorgan er tí avmarkað til etikkin hjá øðrum og avgjørt ikki hjá teimum sjálvum. Har kundu vit sett fleiri sera viðkomandi spurningar. Ongan týdning, at kringvarpsstjórin er í Føroya Banka, men…. Fyri at rættvísgera útvarpið verður tikin fram tann gamla søgan um, at stjórin, Jógvan Jespersen, er nevndarlimur í Føroya Banka. Sambært danska serfrøðinginum er hetta óheppið fyri trúvirðið hjá kringvarpinum. Hesum vísir JJ aftur, og sigur seg ikki hava havt minstu ávirkan á tíðinda­ flutn­ingin um Føroya Banka, ella, sum tað skilst, á tíðindaflutningin yvir­ høvur. Hann fæst bert við umsitingarligar spurningar, har tann mest sjónligi er at draga V4 hvørt leygar­ kvøld. JJ hevur fullkomiliga rætt í tí, at tíðindaflutningur­in hjá útvarpinum um Føroya Banka ikki á nakran hátt er ávirkaður av hesum nevnd­­ar­­sessi hjá honum. Men tað frátekur ikki hon­ um ábyrgdina fyri tíðinda­ flutningin yvirhøvur sum stjóri fyri stovnin. Jógvan Jespersen: Kannar ikki sannleika­ virðið á tíðindum. Her skulu dragast fram nøk­ur dømi um tann ítøki­ liga leiklut, sum vit vita, at JJ hevur havt á tíðinda­ flutningin. Tað mest prinsippiella er, at hann alment hevur boðað frá til Umboðsmannin, at út­varpið hevur sum eina grund­reglu, at tað eftirkannar ikki sannleikavirðið í inn­ send­um tíðindum. Úrslitið er sanniliga eisini hareftir. Tað kann prógvast, at tey mest ósannlíku tíðindi eru endurgivin – ikki bert í út­varp­inum, men í øllum fjøl­miðlum, har tað skuldi verið øll møgulig grund til eftirkanning. Tað mátti verið ein upp­ lagdur spurningur at sett tí danska serfrøðinginum, ella tí í Eiriksmálinun skakaða Blaðmannafelagnum, um hetta er í samsvar við góðan fjølmiðlasið! Her kann verða nevnt, at fyri fáum árum síðani fekk stjórin á BBC durafjórðingin. Orsøkin var, at BBC eina ferð hevði latið vera við at eftirkanna sannleikavirðið á tíðindum í samband við Irak-kríggið. Jógvan Jespersen: Útvarps­fólk kunnu ikki mistaka seg Ein annað grundsjónarmið hjá JJ er, at sambært hon­ um gera tíðindafólkini í útvarpinum pr. definitión einki mistak. Tað einasta mark hann setir er beinleiðis ófólkaligheit. Tað skuldi nú bara mangla. Men ein kæra um tíðindaflutning verður pr. automatik afturvíst. Utt­ an mun til hvørjar grund­ gevingar ið verða nýttar av einum kærara, so fær JJ tað altíð snarað til, at kærarin hevur órætt. Jógvan Jespersen: Kærur skulu fáa avleiðingar. Men tað allarringasta er, at tað fær avleiðingar at kæra. Avleiðingin er tann, at meira verður kært, tess meira verð­ ur viðkomandi útihýstur úr tíðindaflutninginum í út­varpinum. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at ting­ menn ikki siga seg ikki tora at finnast at útvarpinum. Teir skulu jú yvirliva av, at teirra sjónarmið verða kend. Henda útihýsing hendir eisini, um viðkomandi hevur rætt, og skal her endurtakast prógv fyri tí. Fyri nøkrum árum síðani hevði útvarpið sum fastan tátt í morgunsendingini at endurgeva høvuðstíðindini í bløðunum, sum komu út hendan dagin. Hetta var eitt frálíkt tiltak, sum kundi geva lurtarum høvi til at kunna seg um innihaldið í bløðunum, sum tey so kundu keypa sær um okkurt var av áhuga. Vit undraðu okkum yvir, at bert tey stóru bløðini vórðu regluliga endurgivin, meðan tað var hipp sum happ, hvussu tað var við FF- blaðnum. Hetta mál endaði hjá umboðsmanninum, har JJ greiddi frá sum grund­ geving, at tað bert vóru tíð­ indabløð, sum skuldu endur­ gevast í hesum táttinum. Tá FF-blaðið ikki var eitt tíðindablað sambært JJ, átti tað ongan lut í hesi sending. Men her gav umboðsmaðurin okkum greitt viðhald og staðfesti, at FF-blaðið er eitt tíðindablað. Tískil var tað av órøttum, at FF-blaðið ikki fekk sømu sømdir sum hini bløðini. Men hesum fingu vit onga gleði burturúr. Fyri at sleppa undan at fylgja ein­um møgu­ ligum við­haldi til okkara frá um­boðs­manninum, varð hesi tátt­ur avtikin, áðr­enn um­rødda avgerð fall. Fyri Dimmalætting og Sosialin, ella Portalin, hevur hetta ongan týdning, tí hesi bløð verða javnan endurgivin í útvarpinum við keldutilvísing. Hjá FF-blaðnum gjørdist støðan tann, at blaðið áðr­ enn kæruna, har vit fingu rætt, fekk endurgivið síni høvuðstíðindi í minsta lagi aðru hvørja ferð, blaðið kom út. Síðan vit fingu við­­hald er neyvan nøkur for­síðusøga hjá felagnum endur­givin í útvarpinum. Tað, sum mánaðar ímillum verður endurgivið, er annars slíkt smáttarí, at fyri okkum kundi tað eins væl verið null. Vit hava tískil einki at missa við at loyva okkum at skriva hesa grein! Harðkókað einsrætting Hvussu harðkókaður JJ ann­ ars er í síni einsrætting kann prógvast av einum øðrum dømi um sama mál. Málið hjá umboðsmannin snúði seg um eitt einstakt FF-blað, sum ikki varð endurgivið av útvarpinum, tann dagin blaðið kom út. Vit lýstu tískil yvirskriftirnar sum lýs­ing í útvarpinum seinni sama dag. Fyri hetta fingu vit rokning. Vit boðaðu frá, at vit rindaðu ongan rokning fyrr enn avgerðin hjá umboðsmanninum var komin. Vit mettu tað sum rími­ligt, at fingu vit viðhald, so varð rokningin strikað. Útvarpið kundi tá ikki fara at krevja okkum at gjalda nakað, sum samb. umboðsmannin skuldi verið ókeypis. Men her var so púra einki at heinta. JJ syrgdi snildis­ liga fyri at blokera okkum fyri lýsingar í útvarpinum, til vit høvdu goldið. Og beint uppundir ein landsfund høvdu vit einki val. JJ kann uttan iva við røtt­um siga, at hann hevur onga lóg brotið. Men hetta lýsir hansara hugburð. Og hesin hugburður gevur eisini eina góða frágreiðing um almenna tíðindaflutningin, sum hann hevur ábyrgdina av. Tað er óneyðugt at siga, at alt tað, sum er ført fram í hesi grein, kann dokumenterast, og tað er eisini dokumenterað í FF-blaðnum fyrr. Viðvíkjandi fjølmiðlalógini Sum umboð fyri almenningin kunnu vit staðfesta, at her er okkurt grundleggjandi galið. So er spurningurin, hvat tann nýggja fjølmiðlalógin kann gera á hesum økinum. Vit kunnu ikki fara í smálutir, og vilja bert halda okkum til fjølmiðlanevndina. Sum vit síggja er stórt sæð talan um eina avskrift at donsku lógini. Hetta er als ikki nóg gott, tá hugsað verður um munin á støðinum á donsk­ um og føroyskum fjølmiðl­ um. Vit skuldu havt eina strang­ari og meira ítøkiliga fjølmiðlalóg. Í hesum upp­ skoti er tað mótsett. Sam­ bært uppskotinum eru fjøl­ miðlarnir umboðaðir við helvt­ini av fjølmiðlanevndini. Hetta er tað sama sum í Dan­mark, men í Føroyum kunnu vit vænta, at ein slík umboðan fer at blokera fyri at gera nakað við grund­leggj­ andi trupulleikar hjá okkara fjølmiðlum. Her kann skoytast uppí, at fyri nakað av tíð síðani hevði útvarpið eina heila Nú útvarpið er farið at vera kritiskt: Spurningarnir sum útvarpið ikki setti serfrøðinginum blaðstjóri, FF-blaðið Óli Jacobsen