Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 13 VIÐMERKINGAR herferð móti lokalnevndini hjá politinum, tí løgreglan var umboðað í eini nevnd, sum kannaði seg sjálva, sum útvarpið helt vera av allari leið. Út frá hesum sjón­ar­miðnum hjá fremsta fjølmiðlinum er tað ein spurn­ingur, um fjølmiðlarnir yvirhøvur eiga at vera við í fjølmiðlanevndini. Ikki minst tá hugsað verður um, hvussu lítlan áhuga teir hava havt fyri nøkrum sum helst fjølmiðlaetikki. Men soleiðis spælir klaverið ikki. Nú vilja teir so sanniliga vera uppi í. Síðan skal landsstýrið velja ein lim, har tað í donsku lógini er ásett, at tað er Hægstirættur. Tað er heilt burturvið, at nakar politiskur myndugleiki skal velja lim í eitt fjølmiðlaráð, ikki minst tá hugsað verður um, at tað júst er í samband við polit­ iska tíðindaflutningin, at tað er størstur tørvur á ábót. Um tað ikki er Hægstirættur, so er tað Føroya Rættur, sum skal velja hendan limin. Afturat hesum er ásett í fyriliggjandi uppskoti, at nevndin skipar seg sjálv, með­ an tað í Danmark er tann av Hægstarætti valdi limurin, sum verður formaður. Skal nevndin skipa seg sjálv, kann tað væl henda, at tað verður eitt umboð fyri fjøl­ miðlarmar, sum verður for­ maður. Tá kann nýggja lógin lættliga gerast verri enn einki við blástempling av verandi tíðindapolitikki. Tað er tað ringasta sum kann henda. Her skal skoytast uppí, at tá tað nú verður tosað so nógv um sjálvjustits hjá fjøl­ miðlunum, kann út frá hesi grein metast um hvat hald er í tí. Tað næstringasta er, um tað er umboðið, valt av landsstýrinum, sum verð­ur formaður. Hesin kann lætt­ liga roknast fyri at hava somu áhugamál sum fjøl­ miðlarnir at tekkjast “polit­ iska viljanum”. Síðan skal veljast eitt um­­boð fyri almenningin. Í Dan­­mark er hetta lagt út til Dansk Folkeoplysnings Samråd. Í fyriliggjandi uppskoti er tað upp til Fróðskaparsetrið at velja umboð fyri almenn­ ingin. Hetta duga vit ikki at síggja nakað skil í. Tey fremstu umboð fyri al­menningin mugu í Før­oy­ um sigast at vera fakfeløgini. Tí skuldi hetta verið ein sera nærliggjandi møguleiki, sum tingið eigur at umhugsa. Annars vilja vit vísa til tær greinir, sum eru skriv­ aðar í FF-blaðnum um fjøl­miðlamál. Tær finnast á heimasíðuni: www.fiski­ mannafelag.fo og nýtast kann leitorðið ”fjølmiðlar”. Serliga verður víst til bløðini 312 og 314. Góða Elin Heinesen. Tað var vælgerandi at lesa tína kvikligu og góðu grein um byggiætlanina við Stóravatn norðan fyri Havnina. Sjálvsagt er tað eingin av okkum, sum í rama álvara vil halda, at rútmiskur og haldgóður framburður er av tí ónda og hóttan móti tí lívsformi og mentan, sum um okkara leiðir er sjálvt støði undir sømiligari tilveru. Men, um toran slær niður ein góðan sólskinsdag, verða vit so avgjørt kløkk og kanska eisini bangin. Mær kemur fyri, at soleiðis sum hetta milliard-projektið við Stórutjørn kom upp, ber tað brá av einum viðbragdi, einum ”snupptaki”, sum tók okkum flest øll av fótum – tó ikki formannin í Tórshavnar býráð, tí hann segði, at hetta var kærkomið. Jú, tað er kærkomið, um okkara býráð setur eina nevnd við ”góðum og klókum havnarfólki” at gera metingar um, hvussu hetta fyri verandi og komandi ættarlið so viðkomandi pro­ jekt kann fremjast. Sig mær, hvar finna vit vøkstur, sum trívist og menn­ ist, um góða umhvørvið verður órógvað ella oyðilagt, ella um hann verður skriktur upp við rót ? Betonskrímslið gjørdi sína entré, tá sjálvt hjartað í okkara lítla býi varð neyð­ tikið av náðileysum kapitali. Fyri 75 árum síðani vórðu tey smáu húsini í Gongini beind burtur við sleggju og hakkara og spaka og trillubøru, og Sjóvinnubankin stoyptur í staðin; og tað í eini tíð, tá hungur og hall pikkaðu uppá. Skrímslið gjørdi eisini vart við seg, tá kapitalurin á sinni stoypti miðbýin og Várharra í betonblokk. Og so nú, í dag, eru vit kunnað um eitt megaprojekt, sum, um skeivt verður atborið, fer at múra okkara sál í beton- getto í tí vøkru náttúruni norðan fyri Havnina. Og hvat verður so tað næsta, kunnu vit spyrja? Um ikki vit og skil sleppur framat, so kunnu vit ímynda okkum, at eitt nú Klaksvík fer at elta Havnina við ein­ um uppaftur ”flottari og hægri” háhúsi fyri at steðga fráflytingini; fyri ikki at tosa um tey mongu húsini, sum fara at standa tóm úti á bygd. Vøggan, sum hjá mongum stóð í bjørgum og skorum, verður flutt i 10-hædda múr­ blokkar. Tá verður kalt í Føroyum. * Elin, tú skrivaði eina grein í ”Historie og Samfundsfag” í nov. 2001, sum hevur verið á heimasíðuni í meira enn 4 ár. Í støðum tykist hon at vera inspirerað av Jørgen- Frantz Jacobsen (Danmark- Færøerne), meðan hendan annars so drúgva greinin í øðrum støðum er í so lakonisk. Tú skrivar t.d. eina­staðni, at tað var ”banka­ sakin” sum ”skilte vandene”, tí tað vísti seg, at ”Den Danske Bank havde snydt færingerne for milliarder”. Hetta milliardasnýtið veit eg einki um, men um hetta skal skiljast soleiðis, at hes­ar milliardirnar, sum tú sigur, bankin skal hava snýtt, gjørdu tað, at samfelagið, alt sum tað var, fór á heysin, so eri eg bangin fyri, at tú ert skeivt informerað. Lands­ kassin og harvið tað føroyska samfelagið, fór á heysin orsakað av veðhaldslógum, láni-og stuðulslógum, lógum um skipaupphøgging og roynd­arfiskiskap v.m., við at kalla ongari almennari umsiting. Og her tosa vit um løgtingslógir og kryplaða meginumsiting, sum kom at kosta skattaborgarunum ótaldar milliónir. - Tað var ”ondets rod”, Elin. Og als ikki ”tilskudsordningen” til heilsu- og almannaveitingar til okkum, sum í Føroyum búgva. Tú sigur eisini - kanska í so kryptiskt -, at ”sambands­ partierne har nydt godt af tilskudsordningen til den færøske befolkning”. Fyri ordans skuld kann eg siga tær, at í 1987 atkvøddi Sam­bandsflokkurin nei til ”tilskudsordning”, sum kom í gildi 1. januar 1988. Tað verður støðugt fram­ hildið, at tað eru tey fíggj­ ar­ligu homlubondini (”til­ skudsordningen”), sum oyði­leggja áralagið í róðuri saman við Danmark. Jamen, so áttu vit skjótast gjørligt at yvirtikið heilsuverkið og almannaverkið, tí sama dag, tað er gjørt, er ”tilskuds­ ordningen” farin í søguna. Eftir er so tað, sum ikki kann gerast upp í krónum og oyrum. Teir ósjónligu træðr­ irnir. Hvussu fara vit t.d. at varðveita og menna okkara mentan, okkara andslív, og her hugsi eg fram um alt um alheims bókmentir, sum vit øll sleppa fram at við tí danska málinum, sum vit -enn- duga bæði at lesa og skriva og hugsa. Skulu vit eisini her finna lappaloysnir, sum bert tey fáu kunnu njóta? Eisini eg havi notið góð ár í Danmark. Og a propos, var tað ikki Jóannes bóndi, sum yrkti tann vakra sangin um Danmark: ”Eg veit eitt land”? MILLIARDIR Heri Mohr Av landinum áðrenn Ólavsøku Tað er deiligt at síggja, at fólk í Føroyum elska okkara tjóðarítróttargrein. Eg havi búð í ørðum landi í gott 1,5 ár. Eg flutti av landinum nak­ að áðrenn Ólavsøku í 2004. Eg havi altíð havt ser­liga stóran áhuga fyri før­oysk­um kappróðri, havi sjálvur róð í nøkur ár. Eg var keddur av at eg mátti fara av landinum, áðrenn kapp­róð­urin var liðugur, – hugsaði nógv um hvussu eg nú skuldi fylgja við. Fekk tó skjótt at vita, at eg skuldi bara fara inn á heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, tí at har vóru greinar skrivaðar sama dag, við úrslitum frá ymisku róðr­ unum. Tað gjørdi eg so, og sjálvt um eg var langa leið úr Føroyum á Ólavsøku, ja so fekk eg úrslitið at vita sama dag. Eg helt at hettar var flott, tá ið eg hugsaði um, at hettar var altso ein føroysk heimasíða. Gott, betri og drekin.fo Í 2005 hendi so enn eitt fram­ stig. Menn í Havnar Róð­ rarfelag høvdu tikið stig til, at fáa úrslitini frá stevnunum inn á heimasíðuna LIVE, sum tikið verður til á fót­ bólts­síðum. Hettar stytti nógv­­ar dagar síðsta summar, eg sat spentur frammanfyri telduskíggjanum hvønn leyg­ ardag, lurtaði eftir út­varp­in­ um á netinum, men so fekk eg úrslit og stigartalvur av drekin.fo, oftani skjótari up­pdatera enn Útvarp Før­ oya, eg hugsaði við mær sjálvum, at hettar kundi ikki verða betri, men har fór eg skeivur. August mánaði kom, og eg vitjaði javnan heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, og væntaði, at nú mundi seinasta greinin verða skriva á heimasíðuni í ár, men so skuldi ikki verða, sjálvt á há-vetri verður skriva javnan um kappróður, tað er hettar sum ger at drekin.fo er best. Sjálvt heimasíðurnar hjá fótbóltinum í Føroyum halta aftaná heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag. Drekin.fo fyri øll Eitt seinasta herðaklapp skal Havnar Róðrarfelag og heimasíðufólkini hjá teim­um eiga, tit gera eitt ar­beiði fyri øll róðraráhuga í Føroyum. Eg havi aldrin hildi við einum báti hjá Havn­ar Róðrarfelag, men allíkavæl er nógvur spenn­ andi lesnaður fyri meg á heimasíðuni hjá tykkum. Eg haldi bara at hettar er eitt prógv uppá at kappróður í føroyskum báti er okkara tjóðar ítrótt, vit standa øll saman um hesa grein, tað er ein rættur tjóðarandi. Eg gleði meg at flyta heim aftur í summar, so eg aftur sleppi at fylgja við í kappróðri, og eg føli tað ikki sum eg havi mist nakað, eg eri kanska betri uppdateraður nú enn nakrantíð fyrr. Takk fyri Havn­ar Róðrarfelag. Drekin.fo, besta heimasíðan í Føroyum Jens Petersen Altjóða kvinnubønar­ dagurin er ein heims­umfatandi tvørkirkjuligur felags­ skapur, sum byrjaði í 1887, og sum altíð er fyrsta fríggjadag í mars mánaði Bønardagur Hvørt ár verður eitt ávíst land útvalt til at verða biðið fyri. Ein bólkur av kvinnum frá ymsum kristnum samkom­um í tí ávísa landinum arbeiðir so við at gera skránna til Al­tjóða kvinnubønardagin. Skráin lýsir tørv/neyðar­ róp í hesum ávísa landinum og verður send til 180 lond. Hvørt land umsetir so skránna til teirra mál, og tað sigst, at í dag verður henda skrá umsett til fleiri enn 1000 mál. Í ár er tað Suður-Afrika, sum hevur gjørt skránna. Úr fleiri samkomum Ein veit ikki við vissu, nær fyrsti Altjóða kvinnu­ bønardagurin var í Føroyum, men í 1964 varð lýst í bløðun­ um at dagurin var í KFUK. Í dag eru kvinnur úr sjey samkomum í Føroyum við til at skipa fyri Altjóða kvinnu­ bønardegnum. Gjøgnum Altjóða kvinnu­ bønardagin eru kvinnur um allan heimin við til, í fyrsta lagi, at játta sína trúgv á Jesus Kristus, og í øðrum lagi, at deila vón og ótta, gleði og sorg, møguleikar og tørvir hjá hvørji aðrari. Gjøgnum Altjóða kvinnu­ bønardagin verða kvinnur eggjaðar til ikki bert at liva í sínum nærumhvørvi, men at fylgja við runt í heiminum. Tær verða eisini eggjaðar til, at ríka seg av royndunum hjá trúgvandi í øðrum lond­ um og við aðrari mentan, at deila byrðarnar hjá øðrum og at biðja við og fyri teimum, og at síggja møguleikarnar at tæna í samfelagnum. Dagurin verður hildin kring allan heimin. Vegna tíðarmunin í heiminum biðja ikki øll somu tíð. Dagurin byrjar við sólar­ risi á Tongaoyggjunum í Stilla­havinum og heldur fram runt heimin til seinasta møti á Samoa-oynni í Stilla­ havinum. Í Føroyum verður Altjóða kvinnubønardagurin hildin 3. mars kl. 19.30 á hesum støðum: Í Tórshavn: Evangelii­ húsið Í Klaksvík: Soli Deo Gloria Í Vági: Frelsunarherurin Kvinnur úr Suðurafrika kalla heimin til bøn