hósdagur 2. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 44 - 2. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin 23. februar
var almenn móttøka
í nýggju forhøllini á
Landssjúkrahúsinum
í sambandi við
at gamli høvuðs
bygningurin og
nýbygningurin eru
liðugt samanbygdir
við nýggjari høvuðs
inngond
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Móttøkan var almenn og
nógv fólk nýttu høvi at
hyggja framvið. Sjúkrahús
stjórin Poul Gert Hansen,
og Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður, hildu røðu. Eisini
var tónleikur á skránni.
Nýggja forhøllin sam
einir 1. hædd í gamla
høvuðsbygninginum við
nýbygningin. Høllin er
prýdd við forvitnisligari list
hjá Edvard Fuglø listamanni,
sum Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, avdúkaði
undir móttøkuni.
Við nýggju forhøllini hev
ur Landssjúkrahúsið fingið
møguleika fyri at bjóða
sjúklingum, vitjandi og við
skiftafólki annars nógv betri
karmar, tá tey hava ørindi á
sjúkrahúsinum.
Sjúkrahúsið hevur sam
stundis fingið eina nýggja
høvuðsinngongd, sum er
ætlað øllum teimum, ið
ikki hava tørv á bráðfeingis
hjálp.
Við nýggju forhøllini hev
ur Landssjúkrahúsið fingið
eitt ljóst, opið og hugnaligt
umhvørvi við kafé, har fólk
kunnu sita og fáa sær ein
drekkamunn ella okkurt
til matna í sambandi við
ørindini á sjúkrahúsinum.
Úr kaféini er útsýnið
yvir Nólsoyarfjørðin, og
umstøður eru eisini til, at
børnini kunnu stytta sær
stundir.
Sjúklingaskrivstovan,
sum m.a. hevur við ser
viðgerðina uttanlands at
gera, og aðrar almennar
samskiftisfunktiónir
á
sjúkrahúsinum, eru nú allar
savnaðar við forhøllina,
soleiðis at tað verður ein
faldari hjá sjúklingum og
viðskiftafólki annars at
koma í samband við hesar.
Arbeiðið við nýggju
forhøllini
hevur
tikið
umleið eitt ár. Landsverk
hevur verið byggiharri
og havt projektleiðsluna.
Arkitektarbeiðið og byggi
leiðsluna hava Árni Winther
Arkitektar staðið fyri. Ráð
gevandi verkfrøðingar hava
verið Landsbyggifelagið
og Sofus M. Jakobsen
P/F. Tey, sum hava staðið
fyri arbeiðinum, eru: J&K
Petersen, Demich, Tummas
Eli Hansen Sp/F, Henning
Sørensen málarameistari og
Litaval P/F.
Landssjúkrahúsið:
Forhøll í ljósum og hugnaligum umhvørvi
Edvard Fuglø, listamaður
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, avdúkaði listaverkið hjá Edvardi Fuglø, listamanni, sum
prýðir nýggju forhøllina
Hans Pauli Strøm, landsst‡rismaður, og sjúkrahússtjórin Poul Gert Hansen
Tormóður Stóra, yvirlækni, og Suni Rasmussen,
maskinmeistari á Landssjúkrahúsinum
Móttøkan var almenn og nógv fólk nýttu høvi at síggja nýggju forhøllina
Við nýggju
forhøllini
hevur Lands
sjúkrahúsið
fingið eitt
ljóst, opið
og hugnaligt
umhvørvi