hósdagur 2. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2006
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dánjal
Petersen,
búsitandi
í
Vest
manna, andaðist miku
dagin 1. mars á Lands
sjúkrahúsinum, 61 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra kona, mamma og omma okkara
Lydia Mohr
andaðist og varð jarðað.
Jákup Andrias, Torstein, Uni og Rókur
Dagurin í morgin
3. mars. Húngunn, deyð ár 1003. Føroysk eftirgerð av
tÝska navninum Kunigunde og varð skrivað Kunigunn,
tá ið álmanakkin kom á føroyskum. Hon varð gift tÝska
keisaranum Heindrikki II og læt byggja bæði kleystur og
kirkjur. Navnið merkir mæt stríðskvinna.
Í dag fyllir Gutti í Innistovu
85 ár. 3. mars fyri fýra árum
síðani trein eg fyri fyrstu
ferð inn í gongina hjá Gutta
í Innistovu í Hvannasundi.
Hann segði mær, at hann
hevði føðingardag hendan
dagin og skjótt for konan,
Ruth at stakast við einum
drekkamunni, ið var eitt
sindur út yvir tað vanliga,
soleiðis um drekkamunnar
føðingardagar vanliga eru.
Eg var farin undir kann
ingararbeiðið í samband
við ævisøguna um Kaj
Johannesen úr Hvannasundi,
og Gutti kom at gerast ein av
mínum hollastu keldum. Tað
var ikki av tilvild, at eg stóð í
stovuni hjá Gutta. Tey høvdu
fortalt mær frammanundan,
at hann var ein maður, sum
stóð Kaj nær, ein maður sum
hevði verið nógv saman við
Kaj, ein maður, sum kundi
telja mín høvðuspersón upp
í sín vinaskara.
Og satt at siga, so misti eg
mótið eina løtu, har eg stóð á
køksgólvinum og eygleiddi
æðurnar, sum lógu og andøvdu
beint uttanfyri. Gutti býr heilt
niðri í fjøruni, skamt frá
barndómsheiminum hjá Kaj
og eystfallið, ella tað sum er
eftir av tí, nú byrging er fyri
sundið skvatlar niðan móti
túninum, tríggjar alin frá her
eg standi. Hann sá ússaligur
út henda dagin, har hann stóð
á gólvinum, bleikur og følin,
og eg ivaðist í, um hann fór at
liva nóg leingi, at gerast ein
munagóð kelda til mítt verk.
“Tað lekur,” segði hann
við meg. “Tað lekur blóð
inni í maganum. Tað eru tub
erklarnir sum eru orsøkin. Eg
havi drigist við tuberklar síðan
í seinnu helvt av tríatiárunum.
Avleiðingarnar av teimum eru
altíð nærverandi. Men nú skal
eg skjótt niður og so fara teir at
tetta lekan og tá verður betri,”
segði Gutti og dróg sin prúða
kropp eftir gólvinum inn í
stovuna og niðan móti bratta
hóttandi fjallinum omanfyri.
Gutti fór niður, lekin varð
tettur við lasarstrálum og
hann ernaðist og gjørdist at
kalla frískur.
Allir journalistar og
granskandi rithøvundar
kenna til, hvussu tað kennist,
tá ið ein sjálvur veit lítið
um eitt evni, og ein stendur
frammanfyri einum, sum
veit nógv um eitt evni. Tá
kemur eyðmýkt fram.
Gutti tosaði eina góða
løtu, eg spurdi og tá ið eg fór
út aftur hevði eg enn fleiri
spurningar í høvdinum enn
svør. Soleiðis byrjaði okkara
vinalag, sum tó mest hevur
verið yvir telefonina. Eg
havi funnið fram til hend
ingar í lívinum hjá Kaj
gjøgnum skjøl og frásagnir
og Gutti hevur sett hesar í
rætt perspektiv við sínum frá
gera minni, og við sínum lívs
royndum saman við Kaj.
Kaj var 10 ára gamal,
tá ið Gutti var føddur og
hann var vorðin álitismaður
á skipi og báti, tá ið Gutti
kom til manns. Teir komu at
fylgjast fyrst við skonnartini
“Karini” í 1936, síðan “John
Bull” í 1937 og 1938 og so
aftur við “Skálabergi” í 1939.
Gutti sum vanligur maður
á dekkinum og Kaj sum
skipari. Tuberklarnir gjørdu
um seg undir krígnum, og
komu at merkja Gutta fyri
lívið. Hann gjørdist ongantíð
heilt arbeiðsførur aftur, og
kom at liggja leingi heima.
Hann kláraði ikki tað tyngsta
arbeiðið umborð á skipi
leingi, hóast mansevnini
vóru góð. Kaj hugsaði, at
Gutta tørvaði eins nógv eina
dagløn og teir vingarðsmenn,
sum komu fyrst á morgni
og hann tók hann við, tá ið
heilsan loyvdi Gutta hetta.
Gutti kom at vera nógv ár
saman við Kaj eftir hetta
og eisini við soninum Mort
ani. Gutti sigldi við “Draga
berg”, “Sjúrðarberg”, týska
“Skálaberg” og seinastu
tvey summrini á sjónum
baldist hann umborð á “Sild
rekanum”.
Faðirleggurin hjá Gutta er
úr Innistovu. Pápi Gutta og
pápi Kaj vuksu upp saman eitt
stutt skifti í gomlu Innistovu.
Hon varð brotin niður stutt
eftir at Mortan var komin í
Hvannasund og nýggj stór
hús bygd oman á.
Vinarlagið millum húsini
var tætt og er tað enn.
Í móðurlegg er Gutti ætt
aður úr gomlu bóndahúsunum
í Depli. Tey standa enn. Nú
býr Tróndur Trondesen í
teimum, hann er eftirkomari
av einum seinni festara,
sum giftist inn í Depli.
Undir kanningararbeiðinum
vitjaðu Gutti og eg í húsinum
í Depli. Hann segði ikki
nógv hesa løtuna, meðan
vit vóru inni. Nógv minnir
komu fram í høvdinum, og
eyguni vættust, nú hann
stóð aftur í roykstovuni,
har mamman leikaði sum
smágenta, har omman og
abbin búðu, og har fleiri
ættarlið undan í hansara ætt
høvdu búleikast.
Samfelagið tódnar alsamt
í dag, nú tunnlar og nýggir
vegir gera Føroyar minni
og minni. Tá ið Gutti var
smádrongur var tað ein stór
ferð at flyta seg um sundið
og ganga av Oyruni og heim
í Depil. Tað var ein heilt
annar heimur og tað var
hendan heimin Gutti hugsaði
um á roykstovugólvinum,
meðan eg prátaði við Trond
Trondesen í Depli, sum sat
nývaknaður á bonkinum
uttan
fyri
uppreiddu
koyggjuna.
Konan Ruth er ættað av
Kirkju, og hon hevur lítið
av tí seigliga og róliga
lyndinum hjá Gutta. Hon er
meira fort, og tað sigst, at
bestu hjúnaløgini eru júst,
tá fólk ikki eru eins, meira
at kalla mótsetningar. Tá
er megi í hjúnalagnum.
Eg havi mangan sitið gott
í heiminum hjá teimum
báðum, og onkuntíð hevur
hon leskað meg við einum
kjøtbita úr Fugloy, tað er betri
kjøt enn nógvar aðrarstaðir í
Føroyum. Tey bæði eru ikki
heima føðingardagin, halda
til hjá soninum Marius, sum
býr í Runavík.
Hjartaliga tillukku við
føðingardegnum Gutti og
stóra tøkk fyri allar teir
beinar tú hevur veitt mær.
Uttan teg og Osvald Sivertsen
hinumegin sundið á Oyrunu
hevði lítið verið skrivað um
Kaj og søguna um bygdirnar
við Hvannasund frá míni
hond.
Vinarliga
Jústinus Leivsson
Eidesgaard, rithøvundur
Gutti í Innistovu í Hvannasundi 85 ár
Ruth og Gutti avmyndaði í køkinum í heimi teirra við
sjóvarmálan í Hvannasundi
Mynd: Leivsson Eidesgaard
www.sosialurin.fo
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið