hósdagur 2. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2006
17
UTTAN ÚR HEIMI
Tey neyðstødddu og
svøltandi flóttafólkini
í Darfur fáa ikki hjálp,
tí sudanski forsetin
sigur nei
Darfur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Afrikanski Eindarfelags
skapurin AU hevur biðið
altjóða samfelagið senda
eina friðarvarðveitandi her
deild til sudanska landspart
in Darfur. AU hevur 6.800
hermenn í økinum, men
teir megna ikki at verja
sivilfólkið ímóti ágangi.
Tvørturímóti eru vápnað
lið farin at gera seg inn á
hermenninar hjá AU, sum
tí hevur vent sær til ST um
hjálp.
Men sudanski forsetin,
Omar al-Bashir, hevur
svorið at beina fyri ST-
hermonnunum, koma teir
hagar uttan loyvi frá stjórn
hansara.
– Darfur verður ein kirkju
garður hjá teimum fremm
andu ST-hermonnunum,
sigur forsetin við fronsku
tíðindastovuna AFP. Hann
leggur afturat, at hava her
menninir hjá Afrikanska
Eindarfelagsskapinum hug
at fara til hús, kunnu teir
bara stinga í sekkin.
ST hevur skotið upp at
senda 14.000 hermenn til
Darfur at verja sivilfólkið,
sum eru vorðin offur í stríð
num ímillum uppreistrar
menn og sudanska stjórnar
herin.
Eisini í Tjad
Altjóða hjálparfelagsskap
irnir siga, at sannur ruðuleiki
valdar í Darfur. Fleiri vápnað
stríðast ímóti hvør øðrum,
uttan at tað ber til at siga,
hvat tey stríðast um. Antonio
Guterres, flóttafólkakommi
serur hjá ST, segði í síðstu
viku, at kreppan í Darfur er
tann ringasta av sínum slagi
í heiminum, og at støðan
versnar í hvørjum.
Í seinastuni eru vápnað lið
eisini farin at gera seg inn á
flóttafólkini, sum eru flýdd
úr Darfur, og sum halda til
í legum í grannalandinum
Tjad. Hildið verður, at umleið
200.000 flóttafólk hava ver
ið í legunum har, men nú tey
eisini verða álopin har, hava
umleið 10.000 valt at venda
aftur til Darfur. Men tað er
sum at fara úr øskuni í eldin,
skrivar AFP.
Eingin veit við vissu,
hvussu mong fólk hava lat
ið lív í ófriðinum í Darfur,
men ST sigur, at talan er um
mong túsund. Harafturat eru
meiri enn tvær milliónir fólk
rikin frá húsi og heimi, og
mong teirra líða hungur.
32.000 ísraelsmenn
hava skrivað undir
eitt krav um, at ein
palestinskur filmur
skal útihýsast frá
Oscar-kappingini
Filmur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avvarðandi hjá nøkrum
ísraelsmonnum, sum eru
deyðir í palestinskum atsókn
um, krevja, at palestinski
filmurin ”Paradise Now”
verður tikin burtur úr teirri
árligu Oscar-kappingini, sum
verður sunnudagin. Filmurin
er annars innstillaður til kapp
ingina sum besti útlendski
filmur.
Tey avvarðandi í Ísrael
vilja vera við, at filmurin
ger sjálvmorðsbumbumenn
til halgimenni, og at hyggj
ararnir fáa ta fatan, at
ísraelska framferðin gevur
ikki palestinum annað í at
velja enn sjálvmorðsatsókn
ir. Tey siga seg eisini stúra
fyri, at filmurin kann eggja
til yvirgang.
Avvarðandi hjá 17 ísraels
monnum, sum doyðu í einari
sjálvmorðsatsókn í Haifa
fyri trimum árum síðani,
hava tikið stig til mótmælið.
124 sjálvmorðsatsóknir hava
verið síðani 2000, og tær hava
kostað 521 ísraelsmonnum
lívið, skrivar AP.
Segði sína meining
Bretska forsætisráðharra
frúan, Cherie Blair, legði
ikki fingrarnar ímillum, tá
hon fyrradagin helt røðu á
tí kenda uttanríkispolitiska
stovninum Chatham House
í London.
Hóast hon ikki nevndi
fangaleguna í Guantanamo,
vóru áhoyrararnir ikki í iva
um, hvat hon hugsaði um, tá
hon segði, at fólkarætturin
bannar londum at pína fang
ar, og at tað finnast eingi
undantøk frá teirri regluni,
heldur ikki í krígstíð.
Maður hennara, Tony
Blair, hevur eisini hert
orðalagið um fangaleguna í
Guantanamo í seinastuni. Í
einari røðu í Undirhúsinum
mikudagin segði hann seg
vóna, at fangarnir koma
fyri ein dómstól skjótt,
so teir annaðhvørt verða
dømdir ella fríkendir, og
soleiðis at fangalegan kann
niðurleggjast.
Tony Blair og konan herða
orðalagið um fangaleguna í
Guantanamo.
Bleiv noyddur frá
Bajram Kosumi, sum hevur
verið forsætisráðharri í Ko
sovo hetta seinasta árið,
hevur rættiliga óvæntað
lagt frá sær eftir innanhýs
is ósemju í stjórnarflokk
inum.
Politiskir eygleiðarar
vænta, at Agim Ceku fer at
taka við eftir Kosumi. Ceku
var uppreistrarleiðari og
stóð á odda fyri bardagan
um ímóti serbiska herinum
undir borgarakrígnum fyri
sjey árum síðani. Hann er
yvirhøvurr væl umtóktur
í Kosovo og verður rokn
aður sum ein nýskipanar
politikari. Hinvegin halda
serbar lítið um hann, og
teir hava eisini boðað frá, at
Agim Ceku er ikki egnaður
til at leiða eitt samfelag,
har serbar eisini búgva.
Í hesum døgum eru sam
ráðingar um framtíðina hjá
Kosovo, og tær skulu ætl
andi enda í hesum árinum.
Tann albanski meirilutin vil
hava fult sjálvsstýri, men
tann serbiski minnilutin
sigur seg ikki hava álit á
einum albanskum stýri og
vil hava altjóða verju ímóti
meirilutanum.
Formliga er Kosovo fram
vegis ein partur av Serbia
Montenegro, men undir
ST-umsiting.
– Vit fáa hann!
George W. Bush, forseti, var
í Afghanistan mikudagin,
har hann nýtti høvi til at
vitja nakrar av teimum
20.000 hermonnunum, sum
USA hevur í landinum.
Aftan á vitjanina hjá her
monnunum hildu Bush og
afghanski forsetin, Hamid
Kaezai, felags tíðindafund,
og har bleiv Bush spurdur,
um og nær USA fer at taka
yvirgangsleiðaran Osama
bin Laden.
– Vit fáa hann. Spurning
urin er ikki, um hann og
hansara hjálparmenn verða
tiknir, men heldur nær tað
verður, svaraði Bush. Hann
legði afturat, at bardagin
ímóti al-Qaeda gongur tann
rætta vegin, og at tað eisini
fer at eydnast at finna og
taka leiðararnar.
Seinastu tíðina er mót
støðan ímóti teimum ameri
konsku hermonnunum í
Afghanistan vaksin, og
afghanskir myndugleikar
siga, at tað eru viðhalds
menn hjá gamla Taliban-
stýrinum, sum skipa fyri.
Afghanska stjórnin vil vera
við, at fleiri sjálvmorðs
bumbumenn eru komnir
um markið úr Pakistan, og
á tíðindafundinum lovaði
Bush at taka málið upp við
pakistanska forsetan, Per
ves Musharaf, tá teir báðir
ætlandi hittast í morgin.
Tað hevur verið av ringasta
veðri summastaðni í Grøn
landi teir seinastu dagarnar,
og á donsku flotastøð
ini Grønnedal hava teir
mátað vindferð upp í 62
metrar um sekundið, sigur
TV2. Telefonsambandið
hjá flotastøðini fór, og
fleiri bilar fingu skaða av
smágróti, sum kom flúgv
andi við teimum hørðu
hvirlunum.
Í Vestur- og Suðurgrøn
landi hava tey harafturímóti
havt summarveður við ímill
um 12 og 15 hitastigum.
Ódnarveður í Grønlandi
Noktar teimum neyð
støddu hjálp og verju
Vilja hava palestinskan film
úr Oscar-kappingini
Omar al-Bashir, forseti, hóttir við at gera av við ST-hermenn, koma teir til Darfur uttan hansara
loyvi
Mynd: Reuters