Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 44 - 2. mars 2006 Hann fór fyrsta túrin til skips við skonnart sum 17 ára gamal í 1937. Hetta var ein góður túrur. Teir vóru burtur í 4-5 mánaðir og tjentu einar 325 krónur. Nú hann er 86 ára gamal, hevur hann helst verið sín seinasta túr til skips, hesaferð við pelagiska flaggskipinum hjá gøtumonnum, Finni Fríða. Fyri 10 dagar er parturin hjá dekk­arunum 65.000 krónur! Sjólív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 86 ára gamli, Eivind Gud­ mundsen í Sandavági, kom mánakvøldið aftur av sínum seinasta túri til skips. Hann hevur siglt, síðan hann var blaðungur og hev­ ur roynt so at siga allar veiði­ hættir. – Eg havi havt eitt brenn­ andi ynski um at sleppa ein svartkjaftatúr við einum av pelagisku skipunum. Hendan túrin havi eg nú verið, og eg eri ógvuliga ovfarin av teim­ um umstøðum, sum fiski­ menn hava umborð á hesum skipum. Sosialurin tók ímóti Finni Fríða og Eivindi, tá ið skip­ið kom á Fuglafjørð um 22-tíðina mánakvøldið, fulllastað við svartkjafti. Ein dreymur – Hetta hevur bara verið eitt so einastandandi upplivilsi, at tað má roynast fyri at vita, hvussu stórt hetta er. Finnur Fríði er eitt so veldugt skip, og eg dugi slett ikki at ímynda mær, at fiskimaðurin kann hava tað betri umborð á nøkrum øðrum skipi. Her er liviligt og arbeiðssligt, og tað er stuttligt at síggja, at menn, sum veiða so stóran fong, ikki eru móðir. Alt gong­­ur við hydraulikki, og tú tekur at kalla eingi tung tøk umborð, tá ið alt gongur, sum tað skal. Eivind sigur, at sum eyg­­­leið­ ari á brúnni á lodnutúri und­ ir Íslandi og svartkjaftatúri í altjóða sjógvi sunnanfyri, dugir hann ikki at ímynda sær, at nakað sjólív kann vera betri enn hetta. – Hetta er bara sum ein dreymur. Men, leggur tann 86 ára gamli aftrat: – Slíkur fiskiskapur krev­ ur, at menn eru á varðhaldi, tí alt gongur við nógvum trýsti. Hann sigur, at tað var áhuga­­vert at síggja, hvussu skjótt fiskurin verður pump­ að­ur upp úr nótini og trol­ posanum og niður í lastina. Eingin nertir við nakran fisk, og alt arbeiði umborð vísir seg at fella so lætt á túr­ in­um. Eivind hevur eisini alt gott at bera manningini – heilt av brúnni og niður í maskin­ rúmið: – Allir sum ein vóru stak fittir, blíðir og fyrikomandi. Flestu menn eru blaðungir, og allir eru óføra raskir. At skipið hevur gott fólk, kann avgjørt ikki takast frá teim­ um. Kokkurin góður Eivind Gudmundsen sigur, at messan eins og alt skipið, sum tað er, bara er so eina­ standandi. – Kokkurin er góður og mat­­urin, vit fingu, var frá­ lík­ur. Bæði morgunmatur, døgurði og nátturði var so avbera gott. Hetta var sum at sita við brúdleypsborð hvønn dag – og eg skilji ikki, at menn ikki skulu fitna um­ borð! Eivind er sum nevnt maskin­­maður og hevur altíð siglt sum slíkur. Longu á fyrsta túrinum til skips í 1937 var hann smyrj­ ari. Tí hevði maskinrúmið um­borð á stóra pelagiska skip­­inum eisini hansara stóra áhuga. – Maskinan umborð á skonn­art­ini Sólarris var 148 hk. í mun til teir umleið 10.000 hk., sum Finnur Fríði hevur. Eivind sigur, at hann var í hvørjum króki í maskin­ rúminum, og allastaðni var reint og nossligt. – Sum gamal maskinmað­ ur, kundi eg ikki bara mær at nerta við alt, eg kom fram á, og eg kundi saktans verið í hvítum handskum. Har var eingin leki og eingin olja at síggja nakrastaðni. Í eftir­ lits-rúminum síggja maskin­ menninir alt á teldu, sigur hann. Ungur skipari Vit spurdu eisini Eivind, hvussu tað kendist at fylgja gongdini av brúnni saman við einum skipara sum er heili seksti ár yngri enn hann sjálvur: – Jú, tað er heilt vist, at hann megnaði sína upp­gávu til lítar. Hann er skila­góð­ur og hóast ungur, hevði mann­ ingin virðing fyri hon­­um. Hann verður eina­ferð góður, trúgvi eg, sigur hann. Vit kunnu til stuttleikar skoyta upp í, at skiparin, Bogi Jacobsen, er trúlovaður við abbadóttir Eivind. Sum fiskimaður eitt langt lív, hevur Eivind nógv at minn­ast aftur á, og nú hann helst hevur verið sín seinasta túr á havinum, spurdu vit hann um hansara fyrsta túr til skips: – Eg fór við skonnartini, Sólarris úr Sandavági, sum 17 ára gamal í 1937. Vit fóru til Grønlands við bátum. Fiskaðu bæði úr bátunum og við skonnartini. Av tí, at eg var so ungur, var eg við sum smyrjari fyri hálvan part. Tað gekk væl at fiska. Vit vóru burtur í 4-5 mánaðir, og minnist eg rætt, tjenti eg 325 krónur hendan túrin. Hetta varð hildið at vera gott. Til stuttleikar spurdu vit eis­ini skiparan, Boga Ja­cob­ sen, hvussu stórur mann­ ingarparturin umborð á Finni Fríða hevur verið teir umleið 10 dagarnar, Eivind var umborð: – Vit hava fiskað fyri um­leið 4,5 mió kr. hesar dag­ arnar, og tað gevur ein dekk­ arapart upp á einar 65.000 krónur, sigur hann. Mettur av døgum – Nú eg havi fingið hetta ynskið uppfylt, eri eg mettur av døgum á havinum, sigur Eivind. Hann vísir tó á, at mann­ ing­in umborð á Finni Fríða hevur sagt, at hann er væl­komin umborð aftur í summar, um hann hevur hug til tað. – Hvussu verður við tí, veit eg ikki, men hesir dagarnir hava í allar mátar verið mær eitt stórt upplivlisi. Vit spurdu eisini Eivind, hvat konan, Jóna, og familjan annars segði, tá ið hann læt – Guð viti, hvat Marius Dam, lækni, hevur sagt, tá ið 86 ára gamli, Eivind Gudmundsen, kom inn á gólvið at biðja um læknakanning og Bláu bók, spyr skiparin á Finni Fríða, Bogi Jacobsen, sum er seksti ár yngri enn elsti ”dekkarin” hann hevur verið saman við Sjólív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipari á Finni Fríða, með­ an 86 ára gamli Eivind Gud­ mundsen var umborð, var 26 ára gamli, Bogi Jacobsen, sonur Jákup Jacobsen, reið­ ara, sum eisini verður róptur Dunga-Jákup. – Eivind, sum hevur siglt eitt langt lív, hevur leingi tosað um at sleppa við okkum ein svartkjaftatúr. Sum hann sjálvur segði, ynskti hann at sleppa at royna hetta, áðrenn hann fer í grøvina. Bogi sigur, at teir vóru í Ís­landi á lodnuveiði og skuldu ein túr aftrat á lodnu­ veiði í hesum umfari. – Alt bendi á, at Saksaberg, sum skuldi koma úr Føroyum og yvir til Íslands, bleiv inni í Vestmannaoyggjunum um somu tíð, sum vit vóru inni. Tí hildu vit vera best, um Eivind kom yvir við Saksa­ bergi. Hann hevði annars Skiparin er 86 ára gamal til skips við Finni Fríða: – Nú eri eg mettur av døg 86 ára gamli Eivind Gudmundsen í skiparastólinum. Undir liðini á honum stendur 26 ára gamli skiparin, Bogi Jacobsen. Heili seksti ár eru ímillum teir báðar, skiparan og ”dekkaran” Mynd: Vilmund Jacobsen